Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 96 - 22. mai 2009 Í fleiri ár hevur fokus verið á happing mill­ um børn. Men børn verða eisini happað av lærarum. Nýggj donsk kanning varpar ljós á hetta tabu, sum flest øll hava royndir við – so ella so Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Jón í 2. flokki hevur ein keði lig an óvana. Av og á fin na fingrarnir sjálvir veg upp í nøsina, har teir verða sitandi leingi. Líka til onkur ger vart við tað. So tað ger lærarin. Ofta og hart og kon tant. - Nú mást tú ansa eftir, at fingr ar nir ikki sita fastir. Ella fara út gjøgnum oyrini, sigur hann, so øll hini hoyra tað. Og tey bresta útúr. Tað gera tey altíð, tá lærarin arg ar Jón, sum skundisliga tek ur fingrarnar til sín og hygg ur niður í borðið. Søgan her er hvørki íspunn in ella eindømu um lærara, sum happar. Meðan allar flestu skúla- næm ingar hava gott sam- band við lærarar sínar, eru eisini børn, sum uppliva at verða eyðmýkt, forfylgd, hótt og happað av lærara- num. Hetta vísir ein nýggj donsk kanning um sam- band ið millum lærarar og næm ingar í 7. flokki, som al men ni stovnurin Dansk Center for Under vis n ings- miljø (DCUM) hevur gjørt í samstarvi við Barnaráðið (Børnerådet). Kanningin, sum fevnir um 620 næmingar í 7. flokki úr 55 ymsum donsk- um skúlum vísir, at oman- fyri 10 prosent av næm ing- un um í 7. flokki hava upp- livað at verða happaðir av lær ara num seinasta hálva árið. Hesi 10 prosentini eru til um røðu í hesum døgum í donsk um miðlum, og støð- an verður undirbygt av, at heili 20 prosent av næm- ing unum siga, at floks- felagar verða happaðir av ein um lærara. Happing er valdsmisnýtsla Í kanningini verður eisini staðfest, at tað eru tey somu 10 prosentini, ið siga seg upp liva at verða happað, sum ofta standi fyri skotum frá hinum næmingunum. Lærara happingin fer ofta fram í tímanum, men eisini í fríkorterinum ella aðra- staðni, og tað er sum oftast tann sami lærarin, sum ger seg inn á barnið ferð eftir ferð. Vanliga tosa happaðu børn ini við foreldrini ella onn ur um hendingarnar, men heili 33 prosent siga seg ikki hava nakran at tosa um ótryggu støðuna við. Ole Juhl, leiðari á DCUM, heldur tað vera van lukku ligt, at lærarar á hend an hátt misnýta skeik- laða valdsbýtið millum seg og næmingarnar. - Tað er sera torført hjá næmingunum at siga frá mót vegis happingini, tí teir ræðast sjávandi kon fronta- tión ina við læraran, sigur hann við Politiken. Læra tá tey trívast Tað er fleiri ferðir prógvað í kanningum, at beinleiðis sam band er millum fakligu før leikarnar og sosiala trivn aðin hjá næmingum. Happaðu børnini siga seg hava ”ilt innaní”, tey kenna seg lítið vird og missa hugin at ganga í skúla. Í hesum sambandi vísir Dorte Marie Søndergaard, pro fess ari og happi ser frøð- ing ur á Danmarks Pæda- gog iske Universitetsskole (DPU) á, at børn, sum ken- na seg ótrygg í skúlanum, ofta batna munandi fakliga, tá tey skifta skúla. Og happikonsulenturin, Dorthe Rasmussen frá AMOK, sigur við Portalin, at hinir lærararnir sum oft- ast vita av tí, tá ein lærari er eftir einum næmingi. - Men, um mentanin á lærarastovuni er soleiðis, at fólk bara brúka hvønn annan sum ventil og til synd anna fyrigeving í stað- in fyri at geva konstruktivan kritikk, so er lítil vón fyri framman, greiðir hon frá. Tó sigur happi kon su lent- ur in, at á nógvum skúlum eru lærarar tilvitaðir um nega tiv mynstur í mun til flokk ar og næmingar og vil ja gjarna hava hjálp til at broyta hesi mynstur. Mikið miðlakjak Kanningin um lærara happ- ing hevur elvt til mikið rum bul millum heim og skúla í Danmark, og mið l- ar nir eru á tremur við áskoða num um kanningina og fyribrigdið lærara happ- ing. Foreldur, næmingar og politikarar finnast hvassliga at, at slíkt yvirhøvur kemur fyri, meðan feløgini fyri lærarar og skúlaleiðarar í stóran mun halda kann ing- ina verða yvirtulkaða. Eitt nú skjóta tey seg undir, at børn í 7. flokki eru serliga strævin, tí tey eru tann ár- ing ar, onkur vil vera við, at talan ”bert” er um nøkur og trý prosent, meðan onnur siga, at hugtakið ”happing” er ikki nóg greitt í kann- ingin. Samanumtikið eru øll tó samd um, at lærarahapping fer fram í skúlunum og at tað skal ikki koma fyri. Í øllum førum kunnu vit stað festa, at hol er komið á eitt mál, sum til allar tíðir hevur verið umgirt av tøgn og tabu. Lærarar happa børnini Mikið kjak hevur tikið seg upp í donskum miðlum, eftir at ein kanning staðfestti, at omanfyri 10 prosent av næmingunum í 7. flokki hava upplivað at verða happaðir av læraranum seinasta hálva árið Arkivmynd: Polfoto Stórur loppumarknaður í gongugøtuni sunnudagin Sunnudagin 24. mai kl. 13-18 skipar Margarinfabrikkin fyri stórum marknaðardegi í Gongugøtuni. Fólk hava teknað seg fyri omanfyri 50 borð, har tey fara at selja gomul ting og klæðir. Børnini í Margarinfabrikkini fara at hava ein barnafestivalbás, har atgongumerki til Barnafestivalin 4. juli verða seld. Eisini selja tey Slush- ice, kaffi og vaflur. Í Margarinfabrikkini vóna tey at fáa eins góða undirtøku fyri tiltakinum sum í fjør, tá tiltakið eydnaðist avbera væl. Góðtaka lønarlækking Næstan helmingurin av teimum donsku løntakarunum eru til reiðar at góðtaka, at tey fáa minni løn, um tey afturfyri kunnu varðveita arbeiðið. Í einari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, svara 49 prosent av teimum spurdu, at tey halda tað vera rímiligt, at fólk ganga við til lønarlækking fyri at sleppa undan uppsagnum, og 43 prosent siga, at tey høvdu slept einum parti av lønini, um tað kundi hjálpt arbeiðsplássinum. Fleiri danskir arbeiðsgevarar hava eggjað sínum starvsfó0lki til at góðtaka lønarlækking. Eitt nú hevur Danish Crown biðið síni starvsfólk góðtaka 20 prosent minni løn.