Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 96 • 22. mai 2009 Sum smáir molar liggja Álandsoyggjarnar kroystar millum tey bæði stóru breyðini Svøríki og Finnland. 6.500 smáar oyggar, harav nakrar bert fáar fermetrar til støddar, verða í juni vertir fyri 13. oyggjaleikirnar. Rákið hevur vitjað summarlandið Áland og kannað, hvørji tilboð landið hevur at bjóða, bæði í mun til upplivingar, mat og gisting Lat okkum leggja fyri við tí týdningar mesta: Eins og Føroyar, er Áland partur av einum øðrum landi, nevni liga Finnlandi. Men Áland hevur sjálvstýri og egið flagg. Álendingar tosa svenskt, men duga sum oftast eisini nakað av finskum. Íbúgvarnir eru 27.000 í tali, og kommunurnar 16. Áland og Føroyar er næstan ájøvn í stødd, tó at Áland eigur munin við sínum 1481fermetrum. Men Føroyar eru vinnarar, tá vit sammeta vit hæddina, har Áland er slætt sum ein pannukøka. Landið er bygt upp av reydligum granitti, sum gevur vegum og gróti ein sjáldsaman reyðan lit. Einasti býurin eitur Mariehamn við umleið 11.000 innbúgvum. Tað er eisini í Mariehamn, at flestu kappingarnar á Oyggjaleikunum verða. Annika Jansson, stjóri á Visit Åland, sigur við Portalin, at longu nú er torført at fáa gisting í Mariehamn undir Oyggjaleikunum, men at nakað av plássi tó er eftir. Ferðavinnuland Ein av høvuðsvinnunum á Álandi er júst ferðavinnan. Fleiri av stóru reiðaríunum í Eystursjónum eru úr Álandi, har feløg sum eitt nú Viking Line, Birka Cruises og Eckerø Linjen flyta fleiri enn 2 milliónir ferðafólk til Álands árliga. Fleiri teirra steðga bert í fáar tímar, áðrenn leiðin gongur víðari. Áland er limur í ES, men hevur eina seravtalu, sum ger, at til ber at keypa tollfríar vørur umborð á ferðamannaskipunum. Sambandsríki Áland er ríkasta økið í Finlandi, men kortini er áhugin fyri at loysa frá Finnlandi lítil. Í álendska tinginum, sum hevur 31 tinglimir, eru bert tvey umboð fyri álendska loysingarflokkin, Ålands Framtid. – Vit kenna okkum fyrst og fremst sum álendingar. Men í mun til ítrótt og líknandi, halda vit altíð við Finnlandi og ikki við Svøríki, sigur Annika Jansson, sum kortini vísir á, at Áland mentanarliga minnir meira um Svøríki, av tí at málið er tað sama. Sostatt velja álendingar oftast at hyggja eftir svensku rásunum, tá sjónvarpið verður tendrað. Sólríkasta norðurland Um ein veruliga vil uppliva Áland, er bara at fara út í náttúruna, sum er heilt ómetaliga vøkur. Til dømis á súkklu ella við báti. – Vit eru tað landið í norður­ lond um, sum hevur flestar sóltímar. Tí er lagamanni at súkla runt á oyggjunum og at sigla runt í ókeypis ferjunum ella at rógva í kajakk, sigur Annika Jansson. Hon heldur, at føroyingarnir, sum koma til Oyggjaleikirnar, mugu seta sær tíð av til at fara ein túr út í skerðgarðin at vitja onkrar av smáu oyggjunum. – Áland er vakrast í juni, juli og august, og tá eru eisini flest ferðafólk. Men bæði várið og heystið hava eisini sína sjarmu, og tí er Áland lokkandi alt árið, eitt nú at spæla golf og til sportfiskarí, sigur Annika Jansson. – Føroyingar, sum koma til Álands at ferðast, skulu nokk fara at trívast. Her er sum oftast heitt og deiligt um summarið, og tað havi eg skilt, at tit hava brúk fyri, sigur Annika Jansson, til endans við einum stórum smíli. inna@sosialurin.fo ÁÁÁÁhhh kom ein túr t Inna Tornroos