fríggjadagur 22. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 96 - 22. mai 2009
Vit mugu fáa tað
fíggjar liga upp á pláss,
áðr enn støða verður
tik in endaliga til
æt laða røktarheimið
yviri við Strond, sigur
Heðin Mortensen,
borg ar stjóri
RØKTARHEIM
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tórshavnar býráð hevur
fleiri uppskot liggjandi til
røktar heim yviri við Strond.
Hesi eru sum skilst munandi
bílig ari enn upprunaliga
upp skot ið
frá
donskum
arki tekta felag.
- Tað einasta, sum stendur
púra greitt er, at vit hava
slept øllum ætlanum um at
byggja eftir tí uppskotinum,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tað í løtuni
verður arbei tt við fíggjar-
liga partinum av ætlanini,
og at onkur fundur hevur
verið við Rósu Samuelsen,
lands stýris kvinnu í al man-
na mál um.
- Enn er einki endaligt
kom ið upp á pláss, men tað
skul di verið undarligt, um
ikki landið letur sín stuðul
til bygging í Suðurstreymi
eisini, sigur Heðin Morten-
sen.
Enn bíðar býráðið eftir
enda lig um
svari
frá
tí
almenna, og áðrenn tað er
kom ið, ber illa til at gera
nakað.
- Tørvurin á røktarplássum
er staðfestur her í Suður-
streymi, og so skjótt sum
land ið meldar út um sín
stuðul, verður farið í gongd
við at byggja, sigur Heðin
Mortensen.
Sjálvur hevur hann góðar
vónir um, at farast kann
und ir byggingina skjótt, og
hann dugir ikki at síggja,
hví landið ikki skuldi latið
stuðul til hesa byggingina.
- Tíðirnar eru soleiðis, at
vit ikki kunnu fara undir
bygg ingina sjálvir. Tað er
neyðugt, at landið letur sín
stuðul til røktarheimið, eins
og teir gera aðrastaðni, sig-
ur Heðin Mortensen.
Ætlaða
røktarheimið
yviri við Strond er ætlað at
húsa 24 búfólkum, og upp-
skotið hjá Magnusi Hansen,
sum Sosialurin skrivaði um
herfyri, er ætlað at verða
bygt í modulum. Hetta
merk ir, at byggingin kann
ganga skjótt fyri seg, eins
og kostnaðurin bert er eina
helvt av tí, uppruna upp-
skotið varð mett at kosta.
Upp skotið
hjá
Magnus
Han sen liggur um eina
millión fyri hvørja búeind,
meðan danska uppskotið lá
um 2,2 milliónir fyri hvørja
búeind.
Stuðulin hjá landinum er
700.000 krónur fyri hvørja
bú eind. Tað merkir, at verð-
ur tikið av uppskotinum hjá
Magnus Hansen, verður
kost nað urin hjá kommununi
góð ar 7 milliónåir krónur,
og tað ljóðar sum ein yvir-
komi lig upphædd.
Men – sum Heðin Mort-
en sen undirstrikar – so er
neyðugt, at landið letur sín
stuðul, skal ætlanin um
røktarheim yviri við Strond
gerast til veruleika.
Skal uppskotið um
røktarheim yviri við Strond
gerast veruleiki er neyðugt,
at landið letur sín stuðul til
verkætlanina, sigur Heðin
Mortensen
Bíða eftir landinum
Havnarfeløgini missa
niðara vøll at venja
á í eina viku ella so,
meðan sølustevnan
Fish Expo 09 verður
hild in. Hetta er gjørt
í samráð við HB og
B36, sigur Heðin
Morten sen
SØLUSTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur volt til nakað av
ónøgd, at niðari vøllur í
Gunda dali verður nýttur til
sølu stevnu, og harvið ikki
kann brúkast til hvørki
venj ing ella dystir í eina
viku.
Men Heðin Mortensen,
borgar stjóri, sigur, at hetta
til takið er gjørt í samráð
við HB og B36, og at Tórs-
vøllur er tøkur til venjingar
hjá
feløgunum,
meðan
niðari vøllur er upptikin.
Spurnartekin hevur verið
sett við, um Tórsvøllur tolir
so nógva nýtslu, nú bert
tvær vikur eru eftir til
lands dysturin móti Serbia
skal spælast, men tí óttast
Heð in Mortensen ikki fyri.
Hinvegin leggur hann
dent á, hvussu nógv ein slík
sølu stevna hevur at siga
fyri Havnina.
- Niðari vøllur í Gundadali
ligg ur sera væl fyri. Tað er
tætt við miðbýin, og har eru
allir
hugsandi
fasilitetir
beint við. Har er Norður-
landa húsið, Svimjihøllin og
Listasavnið, alt nakað, sum
lætt liga kann brúkast, og
sum ikki er neyðugt at
koyra
til,
sigur
Heðin
Morten sen.
Hendan sølustevnan hev-
ur áður verið hildin uppi á
Sandvíkarhjalla, men Heðin
Mortensen sigur, at hon
ligg ur munandi høgligari
fyri í Gundadali.
- Fólk kunnu spáka til
stevnu na allastaðni frá. Tal-
an er eisini um nógvar
fram sýn arar, 134 í tali frá
fleiri londum, so tað sigur
seg sjálvt, at stevnan hevur
stóran týdning, sigur Heðin
Mortensen.
Hann heldur ikki, at tað
órógv ar fótbóltin í størri
mun, at stevnan verður
hild in á niðara vølli í
Gunda dali.
- Tórsvøllur er jú tøkur
hjá feløgunum, og kommun-
an eigur jú alt økið í Gunda-
dali, sigur Heðin Morten-
sen.
Borgarstjórin,
sum
er
farin til Íslands í dag, er tí
sera spentur upp á, hvussu
stevnan fer at hildnast.
- Hon verður í hvussu er
hildin á einum høgligum
stað, sigur Heðin Morten-
sen.
Slíkar stevnur hava stóran týdning
Menn eru í ferð við at gera
klárt til Fish Expo 09, sum
letur upp mikudagin og varar
til fríggjadagin í komandi
viku
Mynd: Álvur Haraldsen
Ferðavinnan gevur minni
Útlitini hjá donsku ferðavinnuni eru vánalig, og sambært
Børsen fara vinnurekandi í ferðavinnuni at fáa millum
eina og tvær milliardir krónur minni í inntøkum tríggjar
teir næstu mánaðirnar enn somu mánaðir í fjør.
Formaðurin hjá ferðavinnuni, Dorte Kiilerich, sigur við
blaðið, at tað eru serliga tað lága virðið ná svensku
krónuni og altjóða fíggjarkreppan, sum órógva donsku
ferðavinnuna. Tað fyrra ger, at nógv ferðafólk leita sær til
Svøríkis, og tað seinna ger, at fólk ferðast yvirhøvur
minni enn undanfarin ár, tá tey høvdu meiri pengar um
hendi.
Fiat í keypshugi
Italska bilverksmiðjan Fiat er í sonnum keypshugi í hesum
døgum. Fyri stuttum kunngjørdi fyritøkan, at hon er hugað
at keypa svensku bilverksmiðjuna Saab, og nú frættist, at
hon hevur eisini hug á Opel/Vauxhall, sum eins og Saab eru
dótturfeløg hjá amerikanska General Motors. Tað er kortini
ikki bara Fiat, sum hevur hug at keypa Opel/Vauxhall, tí
eigararnir hava eisini fingið eitt boð frá altjóða
íleggingarfelagnum RHJ International. Týska stjórnin, sum
roynir at bjarga bilídnaðinum, hevur sagt, at tann, sum
keypir Opel/Vauxhall, kann fáa lánsveðhald frá stjórnini, um
tørvur er á tí.