Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 10 Nr. 96 • 22. mai 2009 Sightseeing Tað er nógv at síggja og uppliva í Álandi. Tey, sum hava áhuga fyri sigling kunnu leggja leiðina framvið "Sjøfartsmuseet" og stóra seglskipið "Pommern". Ein góð náttúruuppliving fæst á einum siglitúri við seglbátinum "Linden" ella onkrari ferju, sum siglur millum oyggjarnar í skerðgarðinum. Súklur kunnu leigast hjá "RoNo" og eisini ber til at ferðast runt í landinum við bussinum, sum fer úr miðbýnum í Mariehamn. Fleiri søvn og framsýningar eru eisini. Hygg í bløðini "Ålandstidningen" og "Nya Åland", hvat aktuelt er á skránni. Søguligar upplivingar eru at finna á slottinum "Kastelholm" og økinum har um leiðir. Tað er umleið ein hálvan tíma frá Mariehamn. Upplivingar … ÁÁÁÁhhh kom ein túr til Álands Matur Matstovurnar á Álandi gera eisini sítt til, at ferðafólk trívast á oyggjunum. Seinastu árini eru sera nógvar góðar matstovur komnar til, flestu teirra í Mariehamn. Maturin er ávirkaður av altjóða samfelagnum, men ofta við lokalum rávørum sum fiski, rádýri og nógvum grønmeti. Inni í Mariehamn er nýggja matstovan "Indigo" og sera vælumtókta "Umbra". Í dýrara endanum eru "Segelpaviljongen" og "Restaurang Nautical" framúr matstovur. Fleiri av hotellunum hava eisini góðar matstovur. Vilt tú harafturímóti hava okkurt skjótt og bíligt eru fleiri pizzamatstovur, til dømis "Fantasia" og "Dinos", umframt allar kaféirnar á gongugøtuni "Torggatan". Strendur Mitt inni í Mariehamn eru tvær góðar strendir, Grøna Udden og Lilla Holmen. Har ber til at sóla sær og svimja. Eisini er ein stór ævintýrasvimjihøll, sum eitur "Mariebad". Shopping Nógvir álendingar keypa í Stokkholm, sum er bert 3 tímar burturi. Men tað eru nógvir góðir handlar í miðbýnum í Mariehamn. Keypsmiðstøðin eitur Sittkoffs og matur og aðrar húsarhaldsvørur eru at fáa í Kantarellen ella Sparhallen nakað uttan fyri miðbýin.