Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 96 - 22. mai 2009 Fyritøkurnar í flutn­ ings vinnuni á landi í Føroyum merkja sjálvsagt at inn flutn­ ingurin er minkaður. Tó eru eingi kreppu­ tekin at hóma, og at kalla er støðan heldur normal is erað Flutningsvinna Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Javnan hoyra vit at inn­ flutn ing urin til Føroya er nógv minkaður. Stóra hallið á fíggjarlóg landsins er í høvuðs heitum orsakað av at minni verður flutt inn til land ið, og harvið verður min ni goldið í avgjøldum. Hallið á fíggjarlógini kann tykjast stórt, og mink­ ing in í innflutningi ljóða ógvus lig, men at síggja til merk ist hetta ikki eins ógvus ligt í sjálvari vinnuni, ið livir av at flyta tað, ið kem ur inn til landið, út í hvønn krók í landinum. ­ Jú tað merkist, men ikki so øgiligt. Vit eru kanska eini tvey fólk færri í ár, enn vit vóru í fjør, greiðir stjórin í flutningsfyritøkuni OCD, Símin Danielsen, frá. Fyri smápartafelagið við Salt ang ará merkist mink an­ di innflutningurin á tann hátt, at tey fáa minni burtur­ úr hvørjum einstøkum túri. ­ Túrarnir skulu koyrast al líka væl. Men teir eru kans ka ikki altíð fult last­ að ir, vísir Símin Danielsen á. Størsta broytingin er sam bært Símini at før oy­ ing ar ikki keypa líka nógv á lag ur longur, men heldur beint til at brúka. ­ Jú vit hava nokk brúkt meira pengar fyrr, staðfestir hann. Sera stór útsløg Flutningsfelagið Faroe Ship merkir eisini minkandi inn­ flutning. Fyri flutningin á landi merkist hetta tó bara í av markaðan mun. ­ Gera upp einaferð um mánað in, og tølini vísa á eina minking. Men hon er ikki so øgilig, sigur Jákup Christiansen, stjóri fyri flutn ings deildini á landi. Sambært honum er tað ringt at meta um støðuna, tí seinast hálva árið hava tey havt bæði tann besta og tann ringasta mánaðin í fleiri ár. Flutningsdeildin á landi hev ur sjálvsagt mest at gera fyri bæði bingjuskipini hjá felag num, og har merkist mink andi innflutningurin sjálv andi. ­ Men koyringin uttanfyri hjálpir eisini upp á støðuna. Støðan er nokk meira at tað áðrenn var sjúkliga nógv at gera, og at tað nú er meira normaliserað. Tó so, tað er enn nógv at gera, staðfestir Jákup Christiansen, stjóri á flutningsdeildini á landi hjá Faroe Ship. Positiv tekin at hóma Hóast talan er um eina mink ing á eini 15 prosent á virk sem inum og tey hava verið noydd at siga tveimum fólkum úr starvi, er Knút Lützen, stovnari og stjóri á Safari Transport, bjart­ skygd ur. ­ Vit hava verið noydd at tátta í eitt sindur, tí tað eru færri sendingar og minni mongd ir. Men kanska er tað bara komið niður á eitt vanligt støði. Men eg trúgvi at tað fer at koyra á hesum støðinum eina tíð, og at tað so fer at venda uppeftir aftur, sigur Knút Lützen. Serliga eru tað høgi laksa prísurin og so vónin um at restin av fiska prís un­ um eisini fara uppaftur, ið ger, at tey framvegis hava góðar vónir um framtíðina, hóast tosið fyri tað mesta er um niðurgongd og kreppu. Flutningsvinnan hómar onga kreppu enn. - Støðan er nokk meira tann, at tað áðrenn var sjúkliga nógv at gera, og at tað nú er meira normaliserað, heldur Jákup Christiansen, stjóri á innanlands flutningsdeildini hjá Faroe Ship Savnsmynd Kostískoyti til diabetikarar minkar Kostískoyti verður játtað diabetikarum av tí, at sjúkan krevur serligt kostarhald, sum hevur meirútreiðslur við sær, í mun til vanligt kostarhald. Broytingarnar í vanligu kostvanunum gera, at kosturin hjá diabetikarum og øðrum líkist meira enn fyrr. Almannastovan boðar frá, at nýggjar útrokningar vísa, at munurin millum útreiðslurnar til mat og drekka hjá diabetikarum og tær vanligu er vorðin nógv minni. Tí verður mánaðarliga kostískoytisupphæddin sett niður til kr. 173 um mánaðin frá juni útgjaldinum 2009 at rokna, samsvarandi útrokningum hjá danska felagnum fyri fólk við diabetes. Landsfelag Pensjónista hevur havt aðalfund Hin 18. mai 2009 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia í Havn. Vald í nevndina í Landsfelag Pensjónista eru: Sigvald Kristiansen, Inna Nattestad, Arne Thorsteinsson, Selma Gaard og Finnur Johansen. Varalimir eru Alma Petersen og Árni Johannesen. Nevndin skipaði seg við Sigvald Kristiansen sum formanni og Arne Thorsteinsson sum næstformanni. Á myndini síggjast frá vi.: Sigvald Kristiansen, Alma Peteren, Inna Nattestad, Árni Johannesen, Ingrid S. Henriksen, Selma Gaard, Finnur Johansen og Arne Thorsteinsson. Merkja einki til kreppu