fríggjadagur 22. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 96 - 22. mai 2009
viðmerkingar
Fýra teir fyrstu mán
aðir nar í ár hevur
land ing armiðstøðin
hjá Beta í Saltangará
land að heili 3.000
fleiri enn somu tíð í
fjør – og heili 6.300
fleiri enn í 2007
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sam stundis, sum nøgdirnar
av toski, ið landaðar eru
sein nu árini, eru nógv
mink að ar, eru nøgdirnar av
upsa nógv øktar.
Hetta sæst ikki minst
aftur í tølum hjá land ing ar
mið støðini
hjá
Beta
í
Saltgang ará, sum serliga
land ar partrolarar, ið veiða
upsa.
Gulllaksalandingar
eru
eisini ein týðandi partur av
virk seminum hjá Beta í
ver tíðini.
Fleiri landingar
Fýra teir fyrstu mánaðirnar
í ár eru tilsamans 13.800
tons løgd upp í Saltangará,
sum er heili 3.000 tons
fleiri enn somu tíð í fjør.
Taka vit árið 2007, land
aði Beta hetta árið 7.500
tons fram til endan av apríl,
og tað eru heili 6.300 færri
enn fram til endan av sama
mánaði í ár.
Tað er tó ikki bara upsin,
sum ger allan munin í ár, tí
gull laksaveiðan
byrjaði
ei si ni væl fyrr í ár enn eitt
nú í fjør.
Við endan av apríl mán
aða í ár hevði land ing ar
mið støðin hjá Beta landað
til samans 1.910 tons av
gull laksi, meðan nøgdin av
gulllaksi somu tíð í fjør var
500 tons – og í 2007 380
tons.
Góð upsaveiða
Á landingarmiðstøðini vísa
tey á, at umframt øktu gull
laksanøgdirnar higartil í ár,
hevur upsaveiðan í ár eisini
verið rættiliga góð.
Gomlu
kubatrolararnir
eru skiftir út við nýggjari
og betri skip, har ný bygn
ing arnir, Stelkur og Bakur,
vóru teir fyrstu.
Rókur og Lerkur eru ei si
ni komnir í flotan eins og
nýbygningarnir, Heykur og
Falkur, hava verið í gongd
allar teir fyrstu fýra mán að
ir nar í ár, siga tey.
Heykur og Falkur høvdu
ávís ar trupulleikar at drag
ast við, tá teir komu í flotan
við endan av 2007. Skipini,
sum komu til landið í des
em ber hetta ár, rendu seg
beint í fiskimannaverk fall
ið, sum var um ársskiftið
2007/ 2008.
Tá skipini so umsíðir
sluppu útaftur seint í januar
2008, fingu tey ávísar byrj
un ar trupulleikar at dragast
við. Tí fingu tey heldur ikki
fulla úrtøku hetta várið.
Í vár hava øll seks skipini
hjá Beta havt góða og
støðuga veiði, og hetta sam
an við øktu gull laksa land
ing unum er orsøkin til, at
land aðu nøgdirnar fyrstu
fýra mánaðirnar í ár hava
verið
nógv
størri
enn
nakran tíð.
3.000 tons
fleiri í Salt-
angará í ár
Landingarmiðstøðin hjá Beta í Saltangará hevur fram til endan av apríl í ár landað tilsamans 13.800 tons, sum er heili 3.000 tons
fleiri enn somu tíð í fjør
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á landingarmiðstøðin
hjá Beta í Saltangará
ha va tey havt úr at
gera hesa vikuna, og
tá vikan er úti, hava
land ar arnir landað
heili 10 skip
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin vóru fýra skip
inni. Partrolararnir Jaspis
og Ametyst høvdu 288.000
pund, og Stekur og Bakur
høvdu 372.000 pund.
Veiðan hjá skipunum var
upsi.
Týsdagin landaði Eystur
búgvin 240.000 pund av
gull laksi.
Eysturbúgvin
par trolar saman við Vestur
búgvanum, sum landaði í
Vest manna.
Polarhav og Stjørnan,
sum eisini fiska gulllaks,
land aðu hósdagin. Skipini
vóru full undir lúkurnar, og
veiðan vá 560.000 pund.
Í dag landar garnaskipið
Okn in í Saltangará. Teir
hava umleið 20.000 pund
av svartkalva.
Leygardagur er í morgin,
men heldur ikki tá verður
turt gólv á land ing arm ið
støð ini hjá Beta.
Í morgin landar nevniliga
nýggj asta parið hjá Beta,
sum er Heykur og Falkur.
Væntandi er, at Heykur
og Falkur hava umleið
300.000 pund, nú skipini
koma inn at landa.
Í greinini omanfyri sæst,
at landingarnøgdirnar hjá
Beta eru nógv øktar higartil
í ár.
Við endan av apríl vóru
til s amans 3.000 tons fleiri
løgd upp í Saltangará í mun
til somu mánaðir árið fyri.
Nógvar landingar í Saltangará hesa vikuna
Bakur og Stelkur hava roynst
sera drúgvir, síðan skipini
sum nýbygningar komu í
flotan. Mánadagin løgdu tey
372.000 pund av upsa upp í
Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
Óttast nýggjan uppreistur
Tað er ikki vist, at tað verður friður´i Sri Lanka, hóast tann
tamilsko uppreistrarherurin er givin við bardaganum við
stjórnarherin. Talsmenn fyri stjórnina í Colombo siga við
altjóða tíðindastovurnar, at teir óttast fyri, at smáir tamilskir
bólkar fara at halda fram við bardaganum. Talsmenninir siga,
at tað finnast slíkir bólkar í øllum teimum størru býunum í
landinum, og at teir eru vápnaðir. Týsdagin kunngjørdi
srilankiski forsetin, at borgarakríggið var av, men fyrradagin
vóru aftur samanbrestir, og minst átta fólk lógu eftirá.
Myrdu kenda songkvinnu
Ein egyptiskur politikari og ein fyrrverandi løgreglumaður
eru dømdir til deyða fyri at hava beint fyri libansku
songkvinnuni Suzanne Tanim. Kvinnan varð funnin myrd í
íbúð síni í Dubai seinasta summar. Hon og egyptiski
politikarin høvdu verið væl, men vóru farin hvør til sítt, og
myndugleikarnir komu eftir, at egyptiski politikarin hevði
biðið ein fyrrverandi løgreglumann beina fyri henni. Báðir
vórðu tiknir, og í vikuni vórðu teir dømdir til deyða fyri
morðið. Suzanne Tamin var kend poppstjørna, og BBC
sigur, at drápsmálið hevur vakt stóran ans í Miðeystri.