fríggjadagur 22. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 • 22. mai 2009
Vikuskifti 13
Ársins songrødd syngur
16 ára gamla Birita Poulsen er Ársins Songrødd 2009.
Unga kvinnan úr Vestmanna hevur rættiliga hugtikið við
sínari frálíku rødd, og hon fer at framføra í Hvonn Live
hesaferð.
Elis fær føroyingar at dansa
Hann fær fólk í øllum aldri kring alt landið at dansa
saman við sær fríggjakvøld eftir fríggjakvøld. Elis Poulsen
er ímyndin av norðurlendska dansibandstónleikinum, og
hann er altíð til reiðar til eitt gott prát við lurtarar kring
landið. Men hvat er so serligt við dansi og við
norðurlendskum dansitónleiki, og hvat hevur
fingið Elis at verða so áhaldandi sum
útvarpsvert.
Vísusangarar spæla
Vísusangararnir Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias
Joensen hava hvør í sínum lagi givið tónleik út og havt
framførslur, men teir hava eisini samstarvað á ymsum
økjum í nógv ár. Í Hvonn Live fara teir at hava framførslu
saman. Teir spæla sangir, sum teir hava skrivað.
Krimihøvundin vildi vera fótbóltsspælari
Norðmaðurin Jo Nesbø er ein av bestu krimi-rithøvundum í Europa í løtuni, og hann hevur fingið virðisløn fyri bestu skaldsøgu í
Noregi seinastu tvey árini. Jo Nesbø hevur givið sjey altjóða viðurkendar krimisøgur út, og søgurnar um detektivin Harry Hole eru
týddar til 30 mál. Tosað verður við Jo Nesbø um at skriva spenningssøgur til altjóða marknaðin, um stóra ungdómsdreymin at
spæla fótbólt í Onglandi, og um hvussu hernaðartænasta í Norðurnoregi lærdi hann sjálvdisiplin.
Heri í Rom
og Barbara í
paradís
Hvonn Live hevur
reportara í Rom og í
Keypmannahavn. Vit frætta
frá Hera Simonsen, sum er
staddur í Rom, har finalan í
heimsins størstu
fótbóltskapping í ár
verður spæld, og frá
Barbaru Holm, sum er
til finaluna í donsku
sjónvarpsrøðini
Paradise Hotel.skrivað.