fríggjadagur 22. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 96 - 22. mai 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Størri samheldsfesti
Í vikuni hevur útvarpið hjá Kringvarpinum havt sera
áhugavert og viðkomandi tema á skránni. Sendingar
og orðaskifti um tey gomlu og fíggjarligu korini hjá
teimum hevur verið væl úr hondum greitt, og ikki
minst áhugavert hevur tað verið at hoyrt tey gomlu
sjálvi – kring alt landið – sleppa til orðanna.
Tað er skjótt at staðfesta, at tey gomlu ella pensionist-
arnir ikki eru homogenur samfelagsbólkur. Summi
eru so væl fyri, at tey hava pensión í arbeiðnum,
onnur hava krígspensión ella krígseinkjupensión,
og so eru tað tey, sum ikki hava annað enn
fólkapensiónina á at líta.
Tað eru serliga hesi seinast nevndu, sum ikki eru
nóg væl fyri, og tað eru hesi, sum detta niður
ímillum, nú tað verður arbeitt við at venda soleiðis,
at hvørt ættarliðið skal hava ábyrgd av síni egnu
pensión. Hetta takið er stórt, tí higartil hevur
tað verið soleiðis, at eitt ættarliðið hevur rindað
pensión fyri tey, sum frammanundan hava verið á
arbeiðsmarknaðinum.
Spurningarnir eru nógvir, nú stóra takið skal takast.
Samstundis eru tað viðurskifti, sum vit øll eiga at
fegnast um. Eitt teirra er Samhaldsfasti arbeiðsmarkn-
aðargrunnurin. Burðurin av Samhaldsfasta var
tungur. Men tíbetur eydnaðist tað við Vilhelmi
Johannesen sum oddvita at fáa lógina samtykta,
og nú er Samhaldsfasti vorðin so mikið stórur og
týdningarmikil, at tað er ræðslutanki at hugsa sær, at
hann ikki var.
Tað eru eisini verkafeløg, sum longu fyri mongum
árum síðani sóu týdningin av, at teirra limir
vórðu tryggjaðir eina arbeiðsmarknaðarpensión
ígjøgnum fakfelagið. Fremst í huganum er Havnar
Arbeiðsmannafelag, sum við Karli Johanesen, sála,
sum oddvita syrgdi fyri, at limirnir fingu pensión,
sum kemur væl við aftrat fólkapensiónini og
Samhaldsfasta.
Skiftandi samgongur og landsstýri hava í mong
ár beint spurningin um pensiónsviðurskiftini í ráð
og nevndir at arbeiða við og útgreina. Nú sigst
hetta arbeiðið at vera komið væl áleiðis, og nú
hevur tað verið at hoyrt frá Landsfelagnum hjá
pensionistum, at nýggja skipanin fer at bera við sær,
at umstøðurnar hjá teimum, sum nú eru pensionistar,
fara at verða uppaftur verri, enn tær eru.
Hetta síðsta hava vit ikki møguleika at taka dagar
ímillum. Men við forsøgnunum í huga um, hvussu
lutfallið millum pensionistar og tey á arbeiðsmarkn-
aðinum í framtíðini fer at verða, so nyttar ikki at
halda fram við at mæla sum hundur um heitan greyt:
Tað er neyðugt at gera upp við fatanina av, at allir
pensionistar skulu fáa somu grundupphædd, og at
allir pensionistar skulu fáa somu sømdir á so mongum
økjum. Tað er neyðugt, at tað almenna fer at taka
sær meiri av teimum, sum eru ringast fyri, og so gerst
tað ikki við, um tað í framtíðini fer at verða soleiðis,
at tey, sum á fleiri øðrum økjum eiga ágóðar sum
pensionistar, skulu gjalda meiri ella fáa minni.
Á sama hátt sum progressivitetur í landsskattinum er
hetta samhaldsfesti, sum vit ikki eiga at renna undan,
um vit vilja halda tørn um vælferðarsamfelagið, sum
vit siga okkum vera so fegin um.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Føroyska tjóðin stendur
spyrjandi. Fólk flest hava
varhugan av, at leiðin er
ikki gongd.
Eygu venda sær ímóti
politisku skipanini. Tann
einstaki politikarin vendir
sær ímóti fólkinum og
roynir eftir førimuni at
tekkjast. Ein heldur, at
summarfrítíðin hjá løgting
inum skal avbrótast. Annar
heldur, at ein savningar
stjórn er neyðug. Triði royn
ir at seta kílar í samgong
una. Allir hava teir sín
leiklut í støðuni. Meir og
minni. Umframt okkum
onnur.
Støðan í Føroyum í dag
er eitt úrslit av tí strateg
iska kyksendi, sum tjóðin
hevur verið í seinastu tvey
áratíggjuni. Fíggjarkreppan
uttaneftir er tann ódnin,
sum ein tjóð í strategiskum
kyksendi ikki megnar at
liva ígjøgnum. Tað ber
sjálvsagt til at vóna, at ódn
in hasar av, áðrenn tjóðin
er kollsilgd. Tað hepnast
kanska – kanska ikki.
Um tað kanska hepnast,
siglir tjóðin vandasjógv
kortini. Tí tilverugrundar
lag føroyinga við tí livi
støði, vit hava vant okkum
við, kann ikki longur menn
ast við støði í fiskivinnuni
eina. Tvey áratíggju uttan
nakra nýskapan av týdningi
í tilverugrundarlagnum er
nýtt fyribrigdi í Føroyum
síðani seinna heimsbar
daga. Síðani tá og fram til
áttatiárini var tjóðin eyð
kend við, at hon lyfti upp
gávurnar í felag. Í dag er
øðrvísi.
Tað hevur verið sagt
millum ábyrgdarfólk, at vit
mega hyggja eftir hvørjum
einstøkum smáluti í fíggjar
lógini. Eg vil mæla ábyrgd
arfólki til at hyggja upp frá
fíggjarlógini – upp um
gerandis keglið á Tingi,
upp um “dagsins kreppu” í
onkrum lands ella komm
unustovni.
Tað er ikki tann einstaka
upphæddin á fíggjarlógini,
sum ger tann stóra skaðan.
Tað er mátin, fíggjarlógin
verður sett saman, sum er
høvuðsorsøkin til tey ør
andi tølini – og til, at tað
gerst alt truplari at fáa
tamarhald á hvørjari ein
stakari upphædd. Eins væl
er tað orsøkin til, at tað
gerst alt truplari at fáa gott
verk til høldar í ítøkiligum
úrslitum.
Tí eru hyggjuráðini at
bæði politikarar, og fólk
við samfelagsáhuga ann
ars, líta uppum smálutirnar
og inn í gerandisdagin hjá
flestu okkara – og spyrja
spurningin: “Skal veruliga
alt hetta til, fyri at skipa
okkum 50.000 friðarfólk í
okkara gerandisdegi? Kann
hetta ikki gerast betur?
Tann politikarin, sum
hevur áhuga og vilja til at
gera ábøtur í verki, hevur
eisini møguleika til tað,
hvørt viðkomandi er í
landsstýri, í samgongu ella
í andstøðu. Í tí høpi kunnu
vit onnur eftir førimuni
geva okkara íkast í tann
mun, sum ábyrgdarfólk
ynskir tað. Ítøkiliga.
Í Degi og Viku 27 januar
vísti kringvarpsstjórin m.a.
á, at ein kanning vísti, at
uml. 50% av lurtarunum
sløktu, tá tað kom til
morgunandaktini kl. 9,50.
Hetta tyktist at vera
grundgeving fyri avgerðini
um ikki at endursenda
morgunandaktina.
Fyri tíð síðan var sami
kringvarpsstjóri frammi og
avdúkaði, at nýggj kann
ingin nú vísti, at tað vóru
uml. 75% fyri, at andaktin
varð endursend.
Logiska niðurstøðan hjá
fleiri túsund pensionistum
og øðrum var so sjálvandi,
at nú varð ítøkiligt grund
arlag hjá kringvarpsstjór
anum at taka avgerð um at
endursending av morgun
andaktini kl. 9,50!
Loyvi mær tí nú at reisa
spurningin til kringvarps
stjóran: »hvørjum bíðar tú
eftir?«
Lítið yvir Føroya land...
SIgNAr P.
HEINESEN
Góði Kringvarpsstjóri - hvørjum bíðar tú eftir ?
Eysturoyar Røktarog
ellisheim
TordUr J.
NIcLASEN
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Lesið Sosialin - so eru tit við