fríggjadagur 22. mai 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2009
27
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Eftir dystin í Klaksvík
í gjár gav venjarin
hjá EB/Streymi, Sig
fríður Clementsen,
ilt av sær í beinleiðis
útvarpssamrøðu
á Rás 2 og fanst at
dómaranum í dyst
inum í Klaksvík,
Petur Reinert. Nú
kann Sigfríður helst
vænta sær eina ella
aðra revsing frá Kapp
ingarnevndini, sum
hevur hoyrt tað, sum
var sagt í samrøðuni
eftir dystin
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað kemur meiri enn so
fyri, at menn kunnu vera
heitir, tá teir beint eftir ein
dyst skulu úttala seg, men
tað er meira sjáldan, at ein
venjari tekur munnin so full
an, sum venjarin hjá EB/
Streymi, Sigfríður Clement
sen, gjørdi tað í beinleiðis
útvarpssamrøðu á Rás 2
eftir 00 dystin ímóti KÍ í
Klaksvík í gjár.
– Eg føli eisini, at ein
ávísur Petur Reinert er ófati
liga óheppin í einum trim
um støðum. Eg vil ikki siga
fanansaktigur, men tað er
tætt við, vóru orðini hjá Sig
fríði Clementsen, sum løtu
seinni segði soleiðis:
– Nú segði eg ikki, at Petur
Reinert hevði skyldina, men
eg sigi bara tað, at í vissum
støðum er eitt brotsspark eitt
øgiliga týdningarmikið ting,
og tað vísir seg, at hann torir
ikki at døma tey, og tað er eitt
sindur ergriligt.
Bartal sum fordømi
Hóast orðini óivað eru fall
in í sinnismuni og í hitanum,
sum kann vera til staðar, tá
ein dystur úrslitaliga ikki
hevur lagað seg eftir vild,
bendir nógv á, at Sigfríður
Clementsen nú kann vænta
sær eina ella aðra revsing
frá Kappingarnevndini.
– Vit hava hoyrt tað, sum
er blivið sagt, og mugu so
taka støðu til, um tað fær
avleiðingar, sigur formað
urin í Kappingarnevndini,
Sveinur
Tróndarson,
ið
annars ikki vil gera aðrar
viðmerkingar til málið.
Bara tað, at Kappingar
nevndin hevur fingið við,
hvat er sagt, er næstan nóg
mikið til at staðfesta, at mál
ið verður tikið upp á fundi í
Kappingarnevndini, tí for
dømi er um, at revsing er
givin, tá onkur hevur verið í
so opinskáraður, at tað kann
koma undir tað, ið kallast
»Óhøviskur
atburður/mál
burður í sambandi við dyst
og venjing«.
Tað kostaði Bartali Elia
sen karantenu í tveir dystar
dagar, at hann eftir dyst
millum NSÍ og ÍF í Runavík
tann 30. apríl í fjør úttalaði
seg um dómaran í dystinum
í samrøðu við Kringvarpið,
so tí er ikki óhugsandi, at
Sigfríður Clementsen nú
eisini kann renna seg í eina
karantenu í tveir dagar.
Helst skjót avgerð
Sambært eitt rundskriv frá
Kappingarnevndini í 2007
er lagt upp til, at »leikarar,
venjarar, leiðarar og onnur,
sum í sambandi við dyst
ella venjing, vísa óhøviskan
atburð mótvegis leikarum,
leiðarum, venjarum, dómar
um, áskoðarum ella øðrum,
skulu vanliga hava leikbann
13 dystir, um tað ikki er
grundarlag fyri enn longri
banni«.
Um so er, at Kappingar
nevndin kemur til ta nið
urstøðu, at Sigfríður Clem
entsen onkursvegna skal
revsast fyri tað, hann segði
eftir dystin í Klaksvík í gjár,
er talan um eina revsing,
sum er endalig og ikki kann
kærast til Aganevndina.
Nú tætt er millum dystir
nar í føroysku kappingini,
er hugsandi, at Kappingar
nevndin tekur málið upp
sum skjótast, helst í dag
ella í morgin, og somuleiðis
kemur við einum skjótum
úrskurði.
Nógv bendir á, at venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, kann vænta sær revsing, tí hann eftir dystin ímóti KÍ í Klaksvík
í gjár úttalaði seg í so opinskárað um Petur Reinert, dómara
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Sigfríður Clementsen
kann fáa tveir dagar
Men saman við 07
Vestur og ÍF tykist
KÍ framvegis at
vera favorittur til
niðurflyting, meðan
HB, sum sunnudagin
fær vitjan av klaks
víkingum, saman við
NSÍ er FM favorittur
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er stutt millum umfør
ini, og í løtuni dragnar mill
um tey í toppinum og so
hini. Átta umfør eru løgd
afturum, og harvið hava
24 stig verið upp á spæl.
Toppliðini eru HB við
19 og NSÍ við 17 stigum,
og avrikini og úrslitini
síðstu ferðirnar boða frá,
at hesi bæði í løtuni eru
bestu boðini upp á gull
krónurnar. Felags fyri bæði
er, at tey síðstu dagarnar
hava vunnið tvær ferðir á
útivølli. HB í Fuglafirði og
Sørvági og NSÍ í Gundadali
ímóti B36 og í Fuglafirði.
Tvey onnur hava vunnið
góða úrtøku bæði sunnu
dagin og í gjár. Tey eru
Víkingur og B68, sum í
innanhýsis uppgerð sunnu
dagin spældu 33, og sum
í gjár bæði vunnu á úti
vølli.
Tað liðið, sum í løtuni
hevur torførast við at liva
upp til tað, sum tað framm
anundan var og verður
roknað við, er meistaralið
ið í Sundalagnum. Í gjár
var tað triðju ferð á rað, at
EB/Streymur fór av vøll
inum við javnleiki – 00 á
heimavølli ímóti B36, 11
á Argjum og nú 00 í
Klaksvík. Burtur úr hesum
trimum umførunum hevur
HB vunnið sjey stig – ella
fýra meiri enn EB/Streym
ur, sum má metast at vera
undir ikki sørt av trýsti, tá
ÍF sunnudagin fer at vitja
við Margáir.
Meðan
EB/Streymur
kendi seg at hava tapt tvey
stig í Klaksvík, fjaldu
klaksvíkingar ikki yvir, at
teir kendu seg at hava vunn
ið eitt stig. Sunnudagin
spælir KÍ á útivølli ímóti
favorittunum í HB. Eingin
roknar við øðrum enn
fullari úrtøku til HB, og
tað ger ikki uppgávuna
torførari hjá KÍ, sum talv
an sigur hevur triði bestu
verjuna. Bara verjurnar hjá
HB og EB/Streymi hava
verið betri enn unga KÍ
verjan við Jákupi Mikkel
sen millum stólparnar!
Í átta teimum fyrstu umf
ørunum hevur KÍ vunnið
fýra stig – í fýra javnleikum.
Í gjár helt onkur í »Triðja
hálvleiki« á Rás 2, at hetta
var góður sjálvsstýrispolit
ikkur – stig fyri stig! Kapp
ingin sum heild er trupul
hjá KÍ. Merkisvert er tað, at
klaksvíkingar hava megn
að javnleik ímóti trimum
av teimum ovastu, NSÍ, Vík
ingi og EB/Streymi, men
tapt fyri ÍF og AB og bara
megnað javnleik á heima
vølli ímóti 07 Vestur, sum
eru í tyngra endanum.
Sunnudagin verður fyrsti
triðingurin av hesum kapp
ingarárinum av. Enn er
langt á mál, men nógv skal
venda øðrvísi, enn tað nú
ger, um niðurflytararnir
ikki skulu finnast millum
KÍ, 07 Vestur og ÍF, og um
HB ella NSÍ ikki verður
meistari. Víkingur, EB/
Streymur og B68 fara iva
leyst at mótmæla seinnu
útsøgnini, meðan teir í AB
og kanska eisini B36 eru
fegnir um hina!
KÍ-verjan
er triðbest
EB/Streymur er enn eitt petti frá toppinum, meðan KÍ
– hóast botnstøðu – hevur triðbestu verjuna í landinum
Mynd: Sofus D. Johannesen