Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 • 22. mai 2009 Vikuskifti 26 Ein myndak »Havfiskiskapur – seks túrar á Norðuratlantshavinum« er heitið á framsýningini, har tey vitjandi sleppa at fylgja sjómonnum úr Føroyum, Hetlandi, Íslandi og Grønlandi. Við myndum frá eitt nú føroysku trolararnum Christiani í Grótinum, Baki og Stelki og Gudrun umframt íslendskum, grønlendskum og hetlendskum trolarum gevur framsýningin eitt forvitnisligt innlit í ein gerandisdag, sum er heilt ókendur fyri flestu landkrabbar. Fjaldur heimur Tað er føroysk-svenska myndakvinnan Maria Olsen, sum hevur verið til skips við sínum myndatóli og skjalprógvar við verkum sínum nútíðarlívið á sjónum. Um íblásturin aftanfyri myndarøðirnar og túrarnar umborð á skipunum sigur Maria Olsen: - Eg vildi síggja hvussu arbeiðið og lívið hjá sjómonnunum var umborð. Eg helt tað vera hugtakandi, eins og ein fjaldur heimur, fremmandur fyri okkum, ið liva á landi Men eftir at hava verið umborð eina tíð, sló hesin tankin meg, at teir veruliga dáma tað, ið teir gera og kunnu illa liva uttan sjólívið, hóast viðurskiftini kunnu vera hørð fyri flestar av teimum og sum oftast krevja hart arbeiði. Seks serstakar frásagnir eru vorðnar til burturúr upplivingunum og eygleiðingunum hjá Mariu Olsen og siga tær í myndum frá strævna gerandisdegnum hjá sjómonnum úr Føroyum, Hetlandi, Íslandi og Grønlandi. Myndirnar siga eisini frá eini røð av fiskihættum, millum annað fiskarí við línu, flótitroli, botntroli og partrolarí, og lýsa eisini breiddina og týdningin av fiskiskapinum kring oyggjarnar í Norðuratlantshavinum. Framsýningin letur upp fríggjadagin 22. mai klokkan 16 á Norðuratlantsbryggjuni og er opin fram til 30. august. Seinni í ár verður framsýningin at síggja í Føroyum. Eftir seks túrum við myndatóli til skips letur myndakvinnan Maria Olsen nú upp framsýning á Bryggjuni við myndum frá gerandisdegnum umborð á skipum í Norðuratlantshavi Myndirnar hjá Mariu Olsen geva eitt forvitnisligt innlit í ein gerandisdag, sum er heilt ókendur fyri flestu landkrabbar. Myndakvinna innan fyri lúnningina Skipini, sum Maria Olsen mynstraði við og tók myndir frá, eru: Gudrun úr Klaksvík, sum fiskar havtaksu undir Føroyum. Tómas Þorvaldsson úr Grindavík, sum roynir eftir toski eystanfyri Ísland. Partrolararnir Bakur og Stelkur úr Runavík, som nýta botntrol. Copious úr Lerwick, sum roynir eftir botnfiski við Hetland. Trolarin Christian í Grótinum úr Klaksvík Nanoq Trawl úr Aasiaat, sum fiskar rækjur vestanfyri Grønland Myndakvinnan Maria Olsen vildi uppliva sjólívið, sum tað sær út innan fyri lúnningina Serstøk myndabók Í sambandi við framsýning- ina er myndabókin Images of Fishermen eftir Mariu Olsen givin út. Bókin er tann fyrsta av sínum slag, sum sameinir fotojournalistikk og serfrøðingagreining av nú- tíðar handilsligum fiskiskapi í Norðuratlantshavi. Við í bókini eru 200 myndir eftir Mariu Olsen. Eisini hevur heimskendi fiskivinnuráðgevin Menakhem Ben-Yami skrivað grein um nútíðar fiskivinnuskipanir við serligum atliti til føroysku fiskidagaskipanina. Í innleiðandi teksti gevur Búi Tyril eitt yvirlit yvir fiskiveiðu sum týðandi siðvenjur í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Hetlandi. Bókin hevur fingið sera góð ummæli ymsa staðni frá. Eitt nú sigur amerikanska tíðarritið National Fisherman soleiðis um Images of Fishermen: »Myndakvinnan Maria Olsen gevur okkum ikki bara eitt katalog við vøkrum fiskimyndnum. Víst eru slíkar við, men veruliga styrkin liggur í myndunum av monnunum á dekkinum, sum gera klárt at koyra út, hagreiða toskin ella bøta trol. Olsen hevur djúpað seg sjálva í sítt evni og slapp nóg nær til at avdúka tess veruleika og vakurleika« Styrkin í bókini liggur í myndunum av monnunum á dekkinum, har teir gera klárt at koyra út, bøta trol og annað, skrivar amerikanska tíðarritið National Fisherman Framsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Maria Olsen