fríggjadagur 22. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2009
15
Vit kunnu bara gita,
hvussu viðurskiftini
verða millum ES og
Ísland í framtíðini. Men
vit vita, at hetta í ver
andi støðu ikki broytir
okkara viðurskifti mót
vegis ES. Okkara evropa
politikkur tekur støði í
okkara egnu fortreytum
og áhugamálum. Okkara
áhugamál eru greið og
broytast ikki frá degi til
dags. Tískil broytist
okkara uttanríkis
politikkur heldur ikki
frá degi til dags
F
ramtíðarviðurskiftini
millum Ísland og ES hava
fingið stóra rúmd í føroysku
miðlunum, síðan altjóða
fíggjarkreppan tók kvørkratak
um íslendska búskapin seinasta
heyst. Yvirskriftirnar í føroysku
miðlunum peika ymsar vegir,
og tað er ikki av tilvild. Síðan
ES-kjakið í Íslandi kyknaði
aftur, er hugburðurin til
íslendskan ES-limaskap
broyttur fleiri ferðir. Hetta sæst
í meiningakanningunum, har
undirtøkan fyri ES-limaskapi
síðan oktober 2008 hevur
svingað millum heili 70 og 40
prosent.
Tað er púra natúrligt, at spurt
verður, hvussu ein møguligur
íslendskur ES-limaskapur
ávirkar føroyska evropapoli-
tikkin. Mítt svar til tann spurn-
ingin er púra greitt, at við
verandi búskaparligum og
ríkisrættarligum fyritreytum,
broytist okkara evropa-
politikkur ikki.
Íslendski vegurin til ES
kann verða langur
Eitt av aðalmálunum hjá
íslendsku stjórnini er at vinna
ES-limaskap. Men tað eru
nógvar kronglutar gøtur, sum
skulu greiðast, áðrenn
íslendskur ES-limaskapur
kann gerast veruleiki.
Verður meiriluti í
Althinginum um at taka upp
samráðingar við ES? Fer
Ísland at fáa undantøk á fiski-
vinnu- og landbúnaðarøki-
num? Megnar Ísland at liva
upp til strongu fíggjarligu
krøvini hjá ES? Fer íslendska
fólkið eftir loknar samráðingar
at taka undir við ES-limaskapi
á endaligu fólkaatkvøðuni?
Nógvir ósvaraðir spurningar
eru knýttir at ES-spurninginum
í Íslandi, og tí er kjakið ikki so
einfalt, ið summir politikarar og
eygleiðarar vilja gera tað til
Støðufesti avgerandi
Sum uttanríkisráðharri er tað av
stórum týdningi at sýna støðu-
festi og ábyrgd mótvegis land-
sins áhugamálum. Tað ber
snøgt sagt ikki til at broyta ella
rætta føroyskan evropapolitikk
eftir, hvat ið mett verður rørist í
politisku skipanini í Íslandi ella
í øðrum londum. Í løtuni er
neyðugt at sýna hóvsemi og
ikki lata seg tøla av gitingum
um, hvussu onnur lond møgu-
liga leggja síni viðurskifti til
rættis.
Støðufesti er lyklaorðið í
føroyskum evropapolitikki. Tað
er at fegnast um, at eitt nærum
samt Løgting hevur verið á ein-
um máli um, at skilabesta
evropapolitiska kósin er at
arbeiða á tveimum mótum.
Øðrumegin at vinna Føroyum
limaskap í EFTA. Og hinumeg-
in at virka fyri at víðka sam-
starvið við ES. Breiða semjan
um evropapolitikkin í Føroyum
hevur eisini havt við sær, at
samgongur hava havt møguleik-
an at byggja á herðarnar hjá
undanfarnum landsstýrum.
Tískil er avgerandi at sláa
kalt vatn í blóðið, tá ið røddir
bera fram, at vit alt fyri eitt
mugu saðla um í okkara viður-
skiftum við Evropa, tí Ísland
sær út til at fara undir eina
tilgongd, sum møguliga endar
við ES-limaskapi.
Fyritreytir og møguleikar
Føroyskur og íslendskur evropa-
politikkur kann ikki beinleiðis
samanberast. Okkara útgangs-
støðið og fyritreytir at virka í
Evropa eru grundleggjandi
øðrvísi enn tær íslendsku Okk-
ara ríkisrættarliga støða setir
nakrar greiðar karmar fyri,
hvørja evropapolitiska stevnu
vit kunnu hava. Hesar karmar
sleppur Ísland undan at taka
hædd fyri. Tí kann tað tykjast
eitt sindur bláoygt, tá tað verður
ført fram, at Føroya glaðbeintar
skulu fylgja Íslandi inn í ES.
Havandi okkara
ríkisrættarligu støðu í huga, er
tað av stórum týdningi, at vit
seta okkum nøkur greið og ítøki-
lig mál. Samgongan hevur sett
sær fyri at nærkast Evropa við
tættari samstarvi. Í samgongu-
skjalinum stendur:
“Føroyar skulu taka lut í
evropeiska samstarvinum um
tey fýra frælsini – vørur, tæn-
astur, kapital og arbeiðsmegi.
Nýggi samstarvsleisturin skal
eisini nøkta framtíðar tørv inn-
an skúla og útbúgving, gransk-
ing, mentan, heilsufrøði, fólka-
heilsu og annað. Føroyar skulu
gerast partur av evropeiska
flogferðslusáttmálanum.”
Hesi mál kunnu øll røkkast
við núverandi evropastrategi
hjá samgonguni. Tí kann tað
tykjast merkisvert, at einstakar
røddir siga, at Føroyar nú brád-
liga skulu gerast limur í ES.
Hesar røddir tykjast ikki at geva
okkara ríkisrættarligu støðu
gætur, ei heldur fiskivinnu-
politikkinum hjá ES, og røddir-
nar taka heldur ikki hædd fyri
teimum mongu krøvunum,
Føroyar skulu lúka í einum ES-
limaskapi. Ein ovurhondsstór
fyrisitingarlig arbeiðsorka skal
til at umsita alt lógarverkið,
sum fylgir við einum limaskapi.
At ES-limaskapur harumframt
kemur at kosta okkum millum
130-140 milliónur krónur um
árið í limagjaldi verður av eini
ella aðrari orsøk altíð gloymt í
kjakinum.
Eg meti, at týdningarmiklasta
evni í hesum kjaki ofta verður
gloymt, nevniliga: hvat er tað í
royndu veru, sum vit miða eftir
í okkara samstarvi við ES?
Oftast er svarið frælsur handil
og samstarv innan mentan,
gransking og útbúgving. Vit eru
í løtuni í einar tilgongd við ES,
har ið líkt er til at vit kunnu
røkka flestu málunum, sum
samgongan hevur sett sær.
Tískil undrar tað meg ikki sørt,
at summi partú ynskja, at vit
skulu átaka okkum tær binding-
ar, sum ein limaskapur í ES í
øllum førum hevur við sær, tá
ið vit kunnu fáa flestu ágóðar-
nar við núverandi støðu. Hví
skulu vit taka tað súra við tí
søta, tá ið vit kunnu fáa tað søta
uttan at taka tað súra?
Føroyar og ES
Samgongan hevur eitt greitt
mál við ES, og føroyskur
evropapolitikkur liggur í einari
tryggari legu. Uttan mun til
hvør hevur sitið í Landsstýri-
num, hevur verið hildið fast um
somu evropapolitisku kós. Sum
Uttanríkisráðharri fegnist eg
støðufesti.
Men hvør er so støðan í
teimum mongu málunum,
Landsstýrið hevur virkað fyri
seinastu árini?
ES er vaksið og hevur inte-
grerað limalondini alsamt meira
og meira. Tí hava Føroyar
seinastu árini arbeitt miðvíst
við at víðka samstarvið við ES
til at fevna um fleiri øki. Um-
framt víðkan av handilssáttmál-
anum hevur eisini verið arbeitt
við at víðka heilsufrøðiliga
sáttmálan, at tryggja Føroyum
luttøku í loftferðslupakkanum
(ECAA) og fáa atlimaskap í 7.
Rammuætlan ES um gransking
(FP7).
Hesi øki eru nú komin so
mikið ávegis, at lítið restar í, og
liggur tað nú bert á okkum
sjálvum at bera tey á mál.
Sum ásett í samgonguskjali-
num er ein serfrøðingabólkur
settur at kanna møguleikarnar
fyri tættari samstarvi við ES,
sum skal fevna um frælsi fyri
tænastur, persónar og kapital
umframt samstarv innan
gransking, útbúgving, heilsu-
frøði, fólkaheilsu o.a. Somuleið-
is skal bólkurin kanna fortreyt-
irnar fyri einum sjálvstøðugum
føroyskum limaskapi og avleið-
ingarnar av at gerast partur av
danska limaskapinum. Bólkurin
er farin til verka, og miðað
verður ímóti, at arbeiðið er
liðugt í heyst.
Víðkan av handilssáttmálanum
Handilssáttmálin við ES er ein
1 ættarliðssáttmáli, ið bert
fevnir um vørur. Vit hava reist
spurningin við ES um at víðka
hendan til ein 2 ættarliðssátt-
mála, ið skal fevna um tænast-
ur, kapital og persónar eisini.
Støða ES hesum viðvíkjandi
hevur verið jalig, og partarnir
eru á einum máli um at greina,
hvussu hetta kann fremjast.
Atlimaskap í 7.rammuætlan
ES um gransking (FP7)
Komið er nú so mikið áleiðis
við at vinna Føroyum atlima-
skap í FP7, at ES-Nevndin
hevur biðið um heimild at fara
undir samráðingar við Føroyar.
Samráðingarumførini væntast
ikki at vera fleiri í tali, og tí
verður miðað ímóti, at sáttmál-
in verður staðváttaður í Føroy-
um ella Brússel í summar og
væntandi kemur í gildi 1.
Januar 2010, um undirtøka er
fyri tí í Føroyum.
ECAA
Alt røkist nú fyri, at evropeiski
loftferðslupakkin verður settur í
gildi í Føroyum. Gerast Føroyar
partur av evropeiska loftferðslu-
pakkanum, fer tað at standa
føroyskum feløgum frítt í boði
at flúgva á evropeiska megin-
landinum, og hjá evropeiskum
flogfeløgum at flúgva á Føroya-
leiðini. Yvirskipaða endamálið
við at gerast partur í ECAA er
at skapa fyritreytir fyri
framhaldandi menning hjá
føroyskari flogferðslu.
Føroyar og EFTA
Samgongan roynir framvegis at
gerast limur í EFTA. Samráð-
ingar fyri at vinna Føroyum
limaskap í fríhandilsfelags-
skapinum EFTA hava hildið á í
nøkur ár, og tann møguleikan
roynir Uttanríkisráðið fram-
vegis at troyta.
EFTA limaskapur er ikki
einans ein lopfjøl hjá Føroyum
út í Evropa, men eisini longur
út í heim. Fyri Føroyar merkir
EFTA limaskapur, at Føroyar
gerast partur av einum altjóða
kervi. Hetta setir stór krøv til
føroysku fyrisitingina og polit-
iska kervið, men hevur avgjørd-
ar fyrimunir, tá Føroyar skulu
virka og mennast á altjóða
pallinum.
Eitt annað mál við at tryggja
Føroyum EFTA-limaskap er at
gerast partur av teimum mongu
fríhandilsavtalunum, sum EFTA
higartil fingið í lag. EFTA
hevur sterk handilssambond
uttanfyri Evropa, og er í dag
tann felagsskapur, ið hevur flest
fríhandilsavtalur um allan heim.
Halt kós
Evropapolikkurin er í tryggum
hondum við breiðari politiskari
undirtøku. Vit vita, hvat vit
skulu samstarva um við londini
í Evropa. Vit vita, hvørjar
avmarkingarnar eru, og hvørjar
møguleikar vit hava. Fleiri mál
eru longu nádd, og onnur er í
eygsjón.
Tískil halda vit kósina og
stevna móti málunum við
góðum treysti.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Støðufesti skapar úrslit
í uttanríkispolitikki
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri