fríggjadagur 22. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 15
Barnið verður rørslutarnað
og hevur trupulleikar at nýta
armar og bein, Rørslurnar
kennast “ókontroleraðar og
ókoordineraðar”. Barni er føtt
við nervaskaða í oyrunum. Eitt
serligt hoyrnartól kann setast
í oyra sum loyvir barninum at
hoyra. Hetta betrar, sjálvandi,
sosialu førleikarnar hjá barninum.
Sjálvt við ongum hoyrnartóli kann
barnið læra at skilja deyvamál.
Hóast allar royndir at fyribyrgja
skaðar, førir henda ógrøðandi
sjúka til at gøgnini versna,
serligani hevur hon negativar
avleiðingar fyri hjarta og lungu.
Vanliga doyggja hesi børn á
ungum aldri, í miðal ellivu ára
gomul og ofta av bruna. Tó liva
summi børn nøkur ár longur.
Fyribyrging
Nú kunnu vit taka eina
blóðroynd og senda hana til eina
royndarstovu til DNA kanningar.
Ikki alt DNAið verður kannað.
Royndarstovan “skannar” DNAið
og leitar eftir møguligum brekum,
fyri at fáa at vita um viðkomandi
er berari ella ikki.
Týski granskarin Ulrike
Steuerwald, barnalækni, ið ofta
hevur verið í Føroyum fyri at
granska sjúkuna, ið hon hevur
gjørt í samstarvi við onnur
vísindafólk. Hon heldur, at Føroyar
skuldu byrja eina “screeningar”
skrá í trimum stigum. Í fyrsta stigi
skuldu makar hjá berarum, og
pør í familju við børn við hesum
breki, fingið bjóða DNA kanning.
Næsta stig, skuldi verið eitt
tilboð hjá øllum pørum, at lati seg
“screena” áðrenn roynt verður at
fáa barn. Í triða lagi verður farið
undir kanningar, har 16 ára gamlir
tannáringar verða kannaðir.
Ráðgeving av pørum
Ulrike Steuerwald, ið arbeiður í
tøttum samstarvi við Pál Weihe
yvirlækna, bjóðar øllum pørum,
ið ætla at fáa børn, at fáa
blóðroyndir tiknar, so tey kunnu
fáa at vita, um tey eru berarar
ella ikki. Hetta verður gjørt, við at
senda blóðroyndir til Rom, sum
nú kanna blóðroyndirnar ókeypis.
Møgulleikin at bæði eru
berarar er ein av 625. Um eitt
ungt par vil vita um tey eru
berarar, fáa tey møgulleikan at
taka eina blóðroynd, eftur at hava
fyngið avleiðingarnar av einum
møguligum positivum svarið
at vita. Aftaná blóðroyndina,
um bæði eru berarar, verða tey
innkallaði. Tey fáa tá enn eina
ferð at vita møgulleikarnar, at
fáa frísk børn. Millum annað
kann nevnast, at tey fáa tilboð,
at nýta IVF (reagensglas)
metoduna, ístaðin fyri at fáa
børn á náttúrligan hátt. Tey
kunnu tó eisini velja at fáa børn á
náttúrligan hátt.
Allir 16 ára gamlir
Føroyingar, skulu
fáa tilboð at kannast
dulnevnt
Í januar 2007 handaðu
barnalæknarnir, Pál Weihe og
Ulrike Steuerwald almanna- og
heilsumálaráðnum eitt tilmælið
um “screening” av teimum
vanligastu arvaligu sjúkunum í
Føroyum.
Har mæla tey til, at Føroyar
skulu fara undir eina “screening”
skipan fyri føroyasjúkuna, ið
kallast Dor Yesharim Modellið.
Hetta modellið er gjørt, tí at
jødar eru ímóti fosturtøku og
fyribyrging. Á hendan hátt kunnu
deyðiligu arvaligu sjúkurnar
fyribyrgjast..
Í hesi skipan fáa 16 ára gomul
tilboð um kanning, samstundis
sum fólkaskúlin undirvísir teimum
í vandamiklum arvaligum sjúkum.
Tey fáa eitt kort við eini kodu tá
tey taka eina blóðroynd. Soleiðis
letur tað seg gera dulnevnt, at tey
í framtíðini kunnu fáa at vita, um
tey passa saman við einum maka.
Um bæði eru berarar, kunnu tey
koma inn til ráðgeving.
Av tí at kodan er dulnevnd, veit
sjálvt heilsustarvsfólkið ikki hvør
er hvør. Hetta ger at samleikin
hjá berarunum er fjaldur. Fyri
føroyasjúkuna er hetta modellið
sera væl egnað, tí at so nógvir
berarar eru, og best er um
samleikin verður fjaldur.
Jú skjótari vit byrja hesar
fyribyrgjandi kanningar, tess fyrr
kunnu vit fyribyrgja, at hesi børn
verða sett í verðina til eitt sera
torført og stutt lív. Tað er mett at
tann peningur, ið nú verður nýttur
til hjálpitól o.a., lættliga kann
fíggja fyribyrgingar arbeiðið.
Nr. 96 • 22. mai 2009
Vit vita at føroyasjúkan
kemur orsakað av breki á
einum kveika (enzym) ið
eitur Succinyl-CoA
synthase, ið verður nýtt
av mitokondriunum inni í
kyknuni at vinna orku úr
sukri.
Mitokondriur kunnu
samanberast við ein
motor, sum 'brennur'
sukur fyri at fáa orku.
Uppskriftin at skapa
henda kveika liggur í
DNAnum, í íleguni (gen)
SUCLA-2. DNA liggur í
kjarnanum hjá kyknunum
og DNA er deilt upp í
ílegur, ið koda fyri
kveikum. SUCLA-2 ílegan
situr á trettanda
kromosominum. Vit hava
øll tvey kopi av hesari
ílegu, eitt á hvørjum
kromosomi. Hjá einum ið
er berari, er annað av
hesum báðum ílegum
óvirki, men hin riggar og
hann verður tískil ikki
sjúkur. Um bæði eru
óvirkin, so vantar tann
rætta uppskriftin at gera
kveikan Succinyl-CoA
synthase og tá fær ein
sjúkuna Føroyasjúkuna.
Kyknurnar kunnu tá ikki
nýta føði at skapa tað
orku, ið skal til, fyri at
kroppurin kann virka, sum
hann skal, tí kveikin er
óvirkin. Hetta hevur við
sær skaða á vøddar og
gøgn.
Fakta: Føroyasjúkan
n berarar av »føroyasjúkuni«?