fríggjadagur 22. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 96 - 22. mai 2009
Hini systkini hjá Poul Juel
vóru Hans Andrias, kendur
sum skald, Janus, eisini
kendur sum skald og sum
sakførari, og Armgarð,
sum giftist til Skúvoyar og
gjørdist mamma til millum
onnur Hákun Djurhuus,
kendur sum politikkari og
sum løgmaður 1963-67.
Í greinini, vit høvdu í
næstseinasta parti um
Vertshúsið, varð víst á
brævaskifti millum fólk í
ættini, sum upprunaliga
átti hotellið. Tað skiltist, at
tey ikki høvdu serliga gott
orðalag til Hans Andreas
“á Vertshúsinum”, sum
arvaði hotellið. Men hetta
kann eins væl vera orsakað
av, at tey høvdu annars
verið arvingar. Tað eru tó
aðrar ábendingar um góð
viðurskifti millum Hans
Andreas og Olevinu, sum
átti vertshúsið undan Hans
Andreas.
Lívið á sjónum
Poul Juel var føddur 24.
januar 1885, sonur Óla
Jákup Djurhuus og Elsu
Mariu Poulinu f. Poulsen,
ættað úr Hósvík. Páll
Nolsøe greiðir frá í
siglingarsøguni, at Poul
Juel tók skiparaprógv hjá
Jens í Dali í 1911.
Hann var árini 1904-
1908 við W.G. Marshall,
sum Jóannes Hansen í
Funningsstovu í Havn átti
og førdi fyrst, og sum Hans
Pauli Olsen, Palli á Lava,
førdi seinastu tvey árini.
Hanus í Rituvík keypti í
1909 Atlantic. Poul Juel
var við honum hetta ár og
árið eftir.
Í 1911 førdi Poul Juel
Brestir, ex. Prosperous, hjá
Dávur Davidsen á Kvíggjar-
heyggi á Nesi. Bestimaður
hjá Poul Juel var Jógvan
Nybo á Hvítanesi, sum
fórst við Nólsoy í 1934.
Árini 1912-1915 var Poul
Juel bestimaður við Hanusi
í Rituvík við Atlantic.
Poul Juel førdi árini
1916-1922 Pilot, sum Óli
Petersen á Miðgerði í
Fuglafirði hevði keypt,
men sum hann skjótt seldi
til bróðurin Sámal Petur,
sum var ein av teimum
stóru reiðarunum tá. Á
sumri 1922 førdi Poul Juel
Guiding Star.
Í 1922 keypti Poul Juel
sluppina Harry úr Reykja-
vík. Hon var bygd í
Bologne í Frankaríki í
1893 og var merkt 125 brt.
Hann førdi sjálvur Harry
meginpartin av tíðini, til
hann seldi skipið í 1929 til
P.H. Dahl í Vági.
Í 1928 førdi Poul Juel
deksbátin Lily, sum gjáar-
menn áttu og Jens Evensen
hevði leigað. Í 1929 var
hann í Grønlandi við King
Arthur hjá Christian í
Hvannasundi, sum búði í
Havn.
Poul Juel legðist nú uppi,
men í 1944 var hann ein
túr við Vesturvarða við
bróðursoninum Dia á
Vertshúsinum sum skipara.
Poul Juel sum fiskimanna
felagsformaður
Poul Juel var formaður í
Føroya Fiskimannafelag
árini 1935-1940. Hetta var
eitt sindur sjáldsamt. Eitt
var, at hann hevði verið
skipari og bestamaður,
men hann hevði eisini
verið reiðari nøkur ár
frammanundan. Hetta hava
fiskimenn ikki mett sum
nakra forðing.
Tíðin hjá Poul Juel sum
formaður í fiskimanna-
felagnum hevur ikki verið
tann lættasta seinnapartin
av 30-árunum. Hetta hevur
eisini verið ein trupul tíð
hjá felagnum, tí tað var
klovnað í 1934, tá ið Suð-
uroya Fiskimannafelag fór
burtur úr FF.
Poul Juel hevur eisini
virkað fyri fiskimenn á
einum breiðum grundarlagi.
Í 1937 ferðaðist hann sam-
an við systkinabarninum
Poul Niclasen, blaðstjóra á
Dimmalætting, í fiskasølu-
ørindum í Italia, Grikka-
landi, Írlandi, Hollandi,
Jugoslavia, Ungarn og
Tjekkoslovakínum.
Poul Juel var limur í
Erhvervskommissonen,
sum forsætisráðharrin
Stauning setti 12. apríl
1938 til at kanna føroysk
vinnuviðurskifti. Henda
kommissión gav út seinni
eina frágreiðing, sum fekk
navnið Bláabók.
Tá ið Poul Juel tók við
sum formaður í FF fyrst í
1935 var sáttmáli longu
gjørdur fram til 1938.
Seinast í 30-unum fóru
skip umframt á snørisveiðu
eisini at royna nýggjar
veiðuhættir sum línu- og
garnaveiða og snurpunót.
Sáttmálar fingust fyri hesar
veiðuhættir í 1938.
Í 1940 vóru drúgvar
sáttmálasamráðingar. Ein
trupulleiki var, at tað vóru
tvey reiðarafeløg tá. Tað
vit kenna í dag, og so eitt
reiðarafelag fyri trolarar og
garnaskip, sum beint tá var
stovnað. Roynt varð at fáa
ein betri sáttmála við
nýggja felagið, men hetta
gekk ikki væl í hond.
Tað gjørdi ikki støðuna
lættari, at allir prísir
hækkaðu nógv hesa tíðina.
Hetta var bæði galdandi
fyri útgerðina hjá skipun-
um og fyri neyðsynjar-
vørur. Fiskaprísurin
hækkaði ikki í sama mun.
Her stóð í botni og
semingsstovnurin mátti
koma uppí. Tá kom fram
hugskotið um at biðja
danska statin tryggjað ein
minstaprís fyri fiskin, og tá
kom amtmaðurin eisini inn
í myndina. Tá var prísurin
um 40 oyru/kg fyri salt-
fiskin, og amtmaðurin helt,
at kanska kundi ríkiskassin
tryggja 50 oyru. Men
treytin var, at fiskimenn
gjørdu ein sáttmála, har
teir luttóku í útreiðslum.
Hetta gjørdist ein longri
søga við nógvum samráð-
ingum og tvídrátttum. Her
kom løgtingið eisini uppí
og vildi tryggjað hendan
prísin um danska stjórnin
ikki gjørdi tað. Men tá
kom týska hersetingin av
Danmark, og harvið var
danski ríkiskassin, og fyri
so vítt eisini saltfiskur, úti
av myndini.
Poul Juel var fyrst í 1941
avloystur av Dánjal Klein
sum formann í fiskimanna-
felagnum.
Skemtari
Høgni hjá Kjartan Mohr
kendi væl Poul Juel. Hann
tekur til hansara sum ein
óføran skemtara. Hann
kundi fortelja tær mest
ótrúligu søgurnar. Nógvar
vóru skrøgg eins og hjá
pápabeiggjanum Hans
Andreas á Vertshúsinum.
Hann hevur ikki verið
sørur fyri yrkjaragávur.
Høgni fortelur, at á um-
røddu ferðini í 1937 komu
teir sum nevnt eisini til
Grikkaland, har teir vitjaðu
tey kendu fornminnini í
Athen. Hesi hevði Janus
Djurhuus yrkt nógv um,
men hann kom ongantíð
hagar. Poul Juel sendi tískil
beiggjanum soljóðandi
fjarrit:
Tað sum tú hevur yrkt um, tað
havi eg sæð
Tú kemur aldri at síggja tað.
Á Akropolis borgum havi eg
verið
Í Parthenon templinum eg
míni ørindi geri.
Hetta seinasta skal skiljast
sum, at hann kastar sær av
vatninum! Tað var ikki bert
Janus sum dámdi at arga.
Kona Poul Juel kallaðist
Johanna Jacobina, ættað úr
Nólsoy. Teirra børn, sum
komu til, vóru Henry,
Elvira, Jákup og Helena.
Tey hava eisini átt Ole
Christian og Sigrid Helene,
sum eru deyð sum børn.
Undir liðini á teimum í
gamla kirkjugarði liggur
Regin, sonur Henry.
Poul Juel doyði 3. Januar
1953.
Poul Juel Djurhuus:
Reiðari og formaður íFiskimnnafelagnum
Vit hava umrøtt fleiri av systkjunum hjá Poul Juel Djurhuus. Seinast var tað Christian Edvard, sum tók yvir Hotel
Djurhuus frá pápabeiggjanum Hans Andreas Djurhuus. Fleiri børn og eitt abbabarn hjá Poul Juel eru grivin lið um
lið í gamla kirkjugarði, og tí kunnu vit hava søguna um pápa og abba teirra í hesi røð
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
f.v.
REGIN DJURHUUS
f. 8.9. 1937
d. 1.5. 1938
---
HER HVILER
OLE CHRISTIAN
DJURHUUS
F. 15.8. 1919
D. 23.9 1930
---
HER UNDER HVILER
SIGRID HELENE
DJURHUUS
F. 22.FEBRUAR 1912
D. 22. FEBRUAR 1915
F.v. Helena, Henry, Johanna Jacobina og Poul Juel Djurhuus
Poul Juel Djurhuus
sum formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Komandi partur
Komandi hósdag
byrjar ein røð um
Johan Christian
Djurhuus og
hansara børn.
Hann er kendur
sum Faktorin í
Klaksvík í hálva
øld. Tí er hetta
eisini ein partur av
Klaksvíkar søgu
"Erhvervskommissionen” í 1938 á fundi í Keypmannahavn. Fremst sita f.v. Edward Mitens, Poul
Juel Djurhuus, P.M. Dam, Poul Niclasen, C.A. Hilbert, Magnus Dahl, Mads Andeas Lützen og
Andrass Samuelsen. Í aftara raðnum: nr. 1 Johan Poulsen, nr. 3 Jóan Petur Davidsen og nr. 7
Kristian Djurhuus