fríggjadagur 22. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 • 22. mai 2009
Vikuskifti 17
rættiligt fiskaloysi, og tá gjørdist
neyðugt hjá teimum mangan at
gera langar túrar eftir brosmu
og longu. Hetta var tó mest í
summarhálvuni, tá veðrið var
betri, og teir høvdu fríløtur.
- Vit vóru soleiðis fleiri túrar
úti í kantinum, á Føroyabanka og
vestur úr Mykinesi, so her var
nógv sigling.
Men hvussu riggaði tað so hjá
teimum at leggja veiðina um – frá
hýsu og toski til at veiða brosmu
og longu?
- Jú, tað riggaði bara væl. Tá tú
ikki visti, kundi tú spyrja royndari
menn um ráð og síðan var bara at
royna sjálvir, leggur hann aftrat.
Tá faðir og synir seldu 20-
tonsaran aftur í seinnu helvt
av nítiárunum, fingu Jacob og
Súni sær eitt 10-mannafar við
dekki, sum var bygt í Kaldbak.
Maggi og synir hansara høvdu
frammanundan keypt sær eitt 8-
mannafar, og tá teir so høvdu selt
20-tonsaran, fóru teir at seta sær
8-mannafarið í stand.
Longu áðrenn teir keyptu 8-
mannafarið, høvdu synirnir havt
eitt 5-mannafar at spæla sær við.
Í 1997 seldu teir 8-mannafarið
og keyptu sær eina nýggja Heidi.
Hetta var ein Viksund-bátur, sum
var um 27-28 føtur langur, og
hendan bátin høvdu teir eisini í
nøkur ár, til teir keyptu sær ein
Starlet, sum nú er 34 føtur langur.
- Starletturin er ein góður og
rúmligur bátur, sum roynist sera
væl. Maskinan er rættiliga nýggj.
Vánaligur útróður
Síðan Maggi gavst at arbeiða við
kjøti fyri seks árum síðan, hevur
hann burturav róð út, umframt
at hann hevur tikið vaktir sum
løgreglumaður.
- Útróðurin er sera vánaligur
í løtuni, og sum er, er hetta ikki
nakað, tú kanst liva av. Veiðan er
lítil, og fiskaprísirnir hava verið
uppaftur verri, um man so kann
siga. Bert fyri at taka eitt dømi:
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár
havi eg avreitt 2-3 tons meira
enn somu mánaðir í fjør, men
søluvirðið í ár er einar 100.000
krónur minni enn í fjør.
Maggi sigur, at soleiðis, sum
veiðan er í løtuni, er vónleyst at
fáa lønandi vinnu við útróðri.
- Eg vil siga, at fiskiskapurin
hevur verið slakur alt hetta
seinasta árið og í fjør heyst, tá
dagarnir kortini royndust betri
enn higartil í ár, fingu frægastu
bátarnir um 100 pund á línuna.
Hetta er ikki nógv, tá fleiri bátar
royna við feskari gággu. Hetta
gevur lítla úrtøku, tá havt verður
í huga, at agn og egning skulu
rindast av veiðini hjá nógvum
útróðrarmonnum.
Sjálvur sigur útróðrarmaðurin,
at hann hevur egnt alla línuna
sjálvur í ár og hevur soleiðis ikki
rindað fyri eina línu í egning.
- Eg fiski umleið ein triðing av
agninum sjálvur. Tað er gágga,
sum eg veiði við rúsum. Restin
verður egnd við høgguslokki og
sauri. Tann góði makrelurin er
ikki keypandi so dýrur, sum hann
er. Sum gongdin er í løtuni, hevur
tú sum útróðrarmaður hvørki ráð
til egnarnar ella fólk aftrat tær í
bátinum.
Maggi hevur havt egningartrakt
í bátinum, men í løtuni stendur
hendan í landi.
- Eg havi blakað traktina í
land – í hvussu er fyribils. Tað
er meira rennarí aftur og fram
í bátinum, tá tú ert einsamallur
á báti og egnir við trakt. Tú
noyðist at ruska í agninum í
traktini í heilum, so húkarnir
ikki fara ígjøgnum eitt “hol” av
øgnum, sum leggja seg í traktina.
Haraftrat kemur, at bátar, sum
seta úr trakt, helst brúka umleið
eitt kilo meira av agni uppá
hvørja línu, sigur hann.
Batnandi útlit
Maggi heldur, at hóast útróðurin
í longri tíð hevur verið sera vána-
ligur, so eru kortini útlit til, at
vend fer at koma í, áðrenn langt
um líður. Nógva nebbasildin og
eftir øllum at døma góðu náttúru-
viðurskiftini í havinum geva útróðr-
armonnum vónir um betri tíðir.
- Eg havi hoyrt um snellubátar,
eitt nú vestur úr Sandoynni og
suðuri á Dalagrynnuni, sum hava
fingið væl av toski. Havi eisini heft
meg við, at í støðum hevur nógv
yngul, sum er frá undanfarna ári,
hingið á húkunum. Hetta havi eg
eitt nú sæð á eini leið einar 8-9
fjórðingar úr Borðuni. Tú fært eina
rúgvu av hesum á húkarnar, og
síðan er alt burtur aftur. Eg eri tí
ikki samdur við fiskifrøðingarnar
um, at tann smái fiskurin kemur
oman úr fjøllunum, sum Maggi
skemtiliga tekur til.
Tað, sum útróðrarmenninir nú
bíða spentir eftir, er, um nakar
hvítingur fer at verða at fáa.
- Enn hevur so einki verið at
fingið, tó at tíðin til veiði eftir
hvítingi nú skuldi verið komin.
Tá vit vitjaðu Magga og
sonin Rúna í egningarskúrinum
týskvøldið í hesi vikuni, tóku teir
24 egndar línur út úr frystarínum.
- Nei, vit fara ikki at royna eftir
hvítingi á hesum sinni, men fara
at vita, um nøkur hýsa og kanska
onkur gráur fisk fæst, søgdu teir.
Slaktarasjúka
Magnus í Hjøllum lærdi til
útbeinara, meðan hann var í
starvi hjá Eysturoyar Heilsølu, har
hann tók prógv í 1989.
- Eg náddi akkurát ikki 30 ár hjá
Eysturoyar Heilsølu, og endaði
mína karrieru innan hetta øki hjá
MBM-Kjøti í Hósvík, har eg var í
sløk trý ár.
Tað er strævið fyri handliðin
at útbeina kjøt, og hetta merkti
Maggi eisini, sum árini gongu.
- Vit plaga at tosa um
slaktarasjúku, har tú hevur pínu
í tí handliðinum á hondini, har
tú heldur knívinum. Handliðurin
gerst stívur, og megin í honum
minkar. Tá tú so gevst at skera
og ikki gert hesar rørslur meira,
verður handliðurin aftur, sum
hann eigur at vera. Fert tú aftur
at skera, pínir tú líka sum “sárið”
av nýggjum, og tú merkir skjótt,
at pínan kemur aftur. Eg haldi,
at tað er okkurt sum hendir við
bróskinum í handliðinum, sigur
hann.
...
Maggi hevur starvast hjá løg-
regluni sum eykapolitistur heilt
síðan 1984, og hesa uppgávu
røkir hann framvegis.
Fara vit nú nógv ár aftur í tíð-
ina, tá toftadrongurin er um 14
ára aldur, var Magnus trý summur
á sild við gomlu sildaskipunum.
- Eg var mín fyrsta túr við
Høganesi sum 14 ára gamal,
síðan var eg eisini við Oyrasker
og Vesturvík. Hetta var sumrini
1965, 1966 og 1967. Eg plagdi at
klára tveir túrar hvørt summar.
Eftir at Maggi hevði tikið
realskúlaprógv, sigldi hann eini
tvey ár við gamla Róki, sum
sigldi við sandi og øðrum millum
oyggjarnar.
Eftir tíðina umborð á silda-
skipunum og seinni við Róki, fór
hann ongantíð aftur á fiskiveiði
við skipi, men fór í starv hjá
Eysturoyar Heilsølu, har hann
sum nevnt var í tænastu øll síni
bestu ár.
- Hóast eg havi verið nógv á
báti gjøgnum alt mítt lív, dámar
mær væl at fáast við útróður
burtur av, nú hetta umsíðir er
vorðið mítt starv. Vit, sum rógva
út, vóna bara, at viðurskiftini
fara at broytast, so útróðurin
aftur gerst lønandi og kann verða
eitt livibreyð hjá teimum, sum
eru í hesi vinnu, sigur Magnus í
Hjøllum.
- Tað var longu í 1966, at pápi og vit brøðurnir keyptu seksæringin Vaðið og
fóru at rógva út í fríløtum, bæði eftir arbeiðstíð, í vikuskiftunum og í ferium,
sigur Magnus í Hjøllum, sum annaðhvørt vikuskifti starvast sum løgreglumaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eftir at hava havt útróður sum frítíðarvinnu í mong ár, hevur Magnus í Hjøllum seinastu seks árini verið útróðrarmaður
burturav. Týskvøldið, tá vit vitjaðu hann og sonin Rúna í egningarskúrinum, tóku teir 24 stampar út, sum teir fóru at
seta eftir hýsu og toski
Mynd: Vilmund Jacobsen