fríggjadagur 22. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2009
17
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum við
blómum, kransum og á annan hátt sýndu
samkenslu, tá ið
Janus Kamban
myndahøggari
andaðist og varð borin til gravar.
Vit takka Bjarna Bæk, dómprósti, fyri innihaldsrík og
uggandi orð. Somuleiðis takka vit kirkjutænarum,
gravarhjálp, sangarum, berarum og tykkum, sum
gjørdu ervið vakurt og fjálgt.
Vit veita starvsfólkunum á Umlættingarheiminum,
í Eldrasambýlinum Oman Hoydalar og á
Landssjúkrahúsinum eina hjartans tøkk.
Eina serstaka tøkk veita vit Ólavi Hátún og hansara
kóri fyri, at tey við síni framførslu góvu jarðarferðini
sína serligu tign.
Ættfólkið
Góða mamma!
Varð tað, sum náttúran
spældi kortini fyri 52-53
árum síðani, so var eg ikki
her í dag. So hevði tú havt
livað meg av við 52 árum.
Men tit vildu tað øðrvísi,
og tað er ein longri søga,
sum eg altíð havi havt við
mær í virðing. Men tað var
ein kolikkur fyri fimm
árum síðani sum flutti hesa
søguna úr høvdinum og
teimum sentimentalu kensl-
unum og í mønu og merg.
Tað var ikki ein drúgvur
kolikkur, men bara ein
uppá 2-3 vikur. Ikki ein
ringur kolikkur, men bara
ein mildur kolikkur. Men
knappliga upplivdi eg tað,
sum eg ongan kjans havi at
minnast. Og eg græt. Sum
eg bar Róa upplivdi eg
sterkari
enn
nøkur
videoupptøka hevði kunnað
fortalt mær, hvussu tú og
tit hava borið meg, á degi, á
kvøldi og á nátt ... dagar út
í eitt og í áravís ...
Andlátið av tær var lýst
sum hjá teimum flestu:
Lina Høgnesen – uttan
tittul – andaðist á Lands-
sjúkrahúsinum. Men eg
kann saktans ímynda mær
eina lýsing, har tú hevði
ein fínan tittul og andaðist
onkunstaðni úti í heimi.
Tú lærdi til sjúkrasystir.
Men ein elevur, sum bar
barn undir belti, kundi ikki
verða sjúkrasystir. Ikki tí
at ráðini ikki vóru til tess.
Ikki tí at farloyvi ikki var
uppfunnið. Nei, elevurin
var fallin og hevði ikki
tignina at bera kappan.
Tú hevði verðið ein fín
sjúkrasystir.
Upplagdur
kandidatur
sum
besta
sjúkrasystir, sum Føroyar
ongantíð hava havt. Tú
hevði eitt heilt framúr
talent fyri at liva teg inn í
støður, at fornemma menn-
iskjur og at skipa fyri. Eitt
heilt sjáldsamt talent at
skipa fyri! Hvør veit:
Kanska hevði tú verðið
sjúkrarøktarstjóri og verið
við til at sett skikk uppá
tað sjúkrahúsverkið, sum
tú tænti í eini 30-35 ár.
Tú kundi eisini havt
verðið akademikari. Ikki í
matematikk. Ikki í máli.
Men okkurt við organisa-
tión – kanska stjórnmála-
frøðingur, sosiologur ella
antropologur, ið stóð fyri
menningararbeiði burturi í
londum ... tikin úr leikum
at halda skil á tilfari og tíð-
arætlan og at fáa menniskju
at samvirka. Ella tú kundi
verið
gastronomiskur
ambassadørur fyri Føroyar
og føroyska matmentan á
Norðuratlantsbryggjuni
ella onkra aðrastaðni á
globusinum ...
Alt hettar eru bert orð,
orð og orð, mamma. Míni
orð um tað, sum kundi havt
verið, men sum ikki bleiv.
Og hettar við teimum mistu
møguleikunum kundi verið
sagt um so mong í tínum
ættarliði, kanska serliga
kvinnurnar. Men eg veit
um nógv í tínum ættarliði,
sum eru beisk um og ógvu-
liga ávirkaði av, at teimum
ikki untist umstøður at
royna síni evni og sínar før-
leikar til fulnar. Óivað
hevur tú havt tínar inn-
hugsnu løtur um hettar,
men tað merkti teg ikki á
neiligan hátt. Tú tókst
veruleikan, sum hann var,
og vart heil har tú vart.
[Tú arbeiddi úti og
heima,
mamma.
Og
hvørjum eg so møti, so fært
tú sama góða skoðsmál.
Tað leið so væl eftir, sama
um tað snúði seg um mat-
gerð, klædnavask ella okk-
urt heilt annað. Tú hevði
tína greiðu uppfatan av,
hvussu
tingini
skuldu
gerast. Minnist tú hitt kvøld-
ið, tá ið Dagur & Vika bar
tey tíðindi, at tað var nógv
dýrast pr kilo at vaska
klæðir á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi? Og tí mæltu landsins
heilsufakligu heilar til at
leggja vaskaríið niður ... Tá
hevði tú lagt alla orku í at
trimma arbeiðsplássið til
tann beiska kreppuveru-
leikan, - ikki uttan svørð-
slag, men við eini fyri-
skipan, ið skapti virðing.
Tú segði bara so sáttliga:
“Hattar kann ikki passa.
Far og kanna hattar fyri
meg!”. Og í samstarvi við
leiðslu og starvsfólk fekst
tú prógvað, at púrt einki
var í pástandinum. So væl
var trimmað, at fíggjar-
nevnd løgtingsins í allari
stillheit legði frágreiðingina
burtur og tók ongantíð
málið upp á tungu aftur.]
Tú livdi títt stilla lív,
mamma. Men tað er synd
at siga, at tað var stilt
rundan um teg. Og hvussu
kundi tað tað: “Vit eru
seks menn og so mamma!”
sum ein okkara tók til, tá
ið
hann
var
spurdur,
hvussu nógvir beiggjar vit
vóru. Úti í túninum spældu
heil fótbóltslandslið – Ong-
land og Brasilia og Týsk-
land og hvat veit eg, og
spældu tey ikki í túninum,
so spældu tey í gongini.
Og úti í kamarinum sjangr-
aði ikki bara ein bandupp-
takari, sum hjá flestum
ungdómum. Nei, uppi á
loftinum trenaði eitt full-
mannað orkestur við full-
ari útgerð at spæla til dans.
Og úti í túninum komu og
fóru knallertir og bilar, og
vissi tey ikki komu ella
fóru, ja so stóðu tey har og
blivu spydaði upp bara
soleiðis so hissini ella
blivu repareraði ella vask-
aði við víðopnum hurðum
og ‘fuld musik’ ...
Tú hevði ein einastand-
andi humoristiskan sans.
At tú ert farin er bæði veru-
ligt og óveruligt í senn. Og
meðan eg stóð og hugdi
niðuryvir teg fríggjamorg-
unin, har tú lá so náttúrlig
og vøkur og tignarlig, og
kenslurnar slitu allar teym-
ar, tá trokaði tín sansur
fyri lívsins gaman og álv-
ara seg fram í mær, og eg
sá knappliga fyri mær, at
tú lat eyguni upp og segði
við meg: “Statt ikki her og
grát sum eitt býtt. Skrubba
av til arbeiðis við tær!”.
Hvørt skal siga: Hettar er
sum tað eigur at vera og er
einki at gráta um.
Einaferð, tá ið ein abba-
dóttir spurdi teg um okk-
urt, sum eg havi gloymt –
eg haldi tað var eitt ung-
dómsbílæt av tær – so
svaraði tú, at “hattar var tá
ið omma var ung og pen”.
“Og rík!” smekkaði ommu-
dótturin til. Hon hevur tað
ikki frá fremmandum. Og
rík vart tú, og eins og sólju-
gentan og Karin, so gavst
tú, - gavst av tínari tíð, tín-
um tolni og tínum talent-
um. Tú hevur ríkað okkum
so tað forslær, bæði í fyrsta
og annað og triðja lið ...
Hvønn dag, mamma,
rammaði tú lívið inn hjá
mær, - morgun og kvøld.
Hvønn morgun ferðaðist
hond tín fyri eygum mínum
á ytstu gátt, meðan tú mutl-
aði nøkur orð, tey somu
hvørja ferð. Eg upplivdi
tað altíð eitt sindur sum
eina flugu sum surraði fyri
andlitinum, men samstundis
sum nakað blítt og unniligt
og gott. Ongantíð fekk eg
við, hvørji orðini vóru, og
ongantíð síðani havi eg
spurt teg heldur. Men enn
føli eg tær kærleikans hend-
ur og enn síggi eg fyri mær
tey kærleikans eygu, sum
sleptu mær út í dagin. Og
tá ið dagurin var at enda
komin, so sangst tú “Góða
mamma, eg vil sova ...”.
Altíð. Helst hevur tú mang-
an verið nógv móðari enn
eg. Eg má siga akkurát sum
er, mamma, men skomm at
siga frá, so veit eg ikki, um
tú sang væl. Men einki
hoyrdi eg vakrari, inniligari
og eymligari enn hendan
sangin, sum bar meg inn í
svøvnin hvørt kvøld.
Men nú skal eg gevast at
tosa, mamma! Tú skalt hið-
ani, og sjálvt um síðsta tár-
ið ikki er felt, so er hettar
akkurát sum tað eigur at
vera. Og eg veit akkurát
hvussu tú hevur tað: Tú
vilt vera betíðs! So nú
skalt tú sleppa hiðani ...
Men eg haldi, at eg tosi
fyri okkum allar, tá ið eg
sigi, at tú sleppur ikki hið-
ani uttan at vit hava sungið
“Góða mamma, eg vil
sova” fyri tær”. Tað skuldi
bara mangla!
Hvíl í friði, mamma, og
takk fyri alt ...
Ólavur
Lina Høgnesen
19. septembur 1927 – 24. apríl 2009
Dagurin
22. mai. Castus, deyður umleið ár 250. Saman við
øðrum brendur á báli í Kartago.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
nøvn
Mikudagin 20. mai varð
nýggja fløgan ”FJAKKARI”
hjá Regini Guttesen pre-
senterað á móttøku á Hotel
Djurhuus í Havn.
Tólv spildurnýggj løg eru
á fløguni. Talan er um sang-
ir við føroyskum tekstum,
sum Regin, fyri stóran part,
sjálvur hevur skrivað, með-
an hann og familjan hava
verið búsitandi í Italia - har
tey búgva enn.
Fløgan er innspæld í Kris-
Stuff Studio í Havn og Fix-n-
Mix Studio í Danmark. Óli
Poulsen hevur framleitt, og
framleiðslustjóri var Jákup
Zachariassen.
mg
Regin Guttesen
við nýggjari fløgu
Regin Guttesen er komin út við nýggjari fløgu
Mynd: Magnus Gunnarsson