Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 • 22. mai 2009 Vikuskifti 16 Magnus í Hjøllum í Saltnesi, vanliga róptur Maggi, er vaksin upp við, at bátur er í húsinum. Pápin, Jacob og teir fýra synir hansara, Maggi, Óli, Eli og Súni, høvdu í nógv ár maskinbát, til teir seinni lótu yvirdekkaðan bát smíða í Fuglafirði. Uppaftur seinni varð nýbygdi báturin úr Fuglafirði skiftur út við deksbát og 20-tonsara. Tá 20-tonsarin varð seldur í seinnu helvt av nítiárunum, fóru teir líka sum hvør til sítt. Nú høvdu synirnir hjá Jacobi sjálvir vaksnar dreingir, sum eisini høvdu hug at søkja sjógv og útróður. Ella vit kunnu siga - sum faðir, so synir, sum tikið verður til, og nú var knappliga hesin brennandi hugur til útróður longu í triðja liði. Longur aftur skulu vit ikki fara á hesum sinni. Raskir menn Tað áhugaverda við Magga og brøðrum hansara er, at teir allir hava havt onnur størv, samstundis sum teir høvdu ein ótrúligan áhuga fyri útróðri. Teir tríggir, Óli, Eli og Súni, hava allir starvast sum lærarar í mong ár, meðan Maggi, sum eisini er útbúgvin útbeinari av kjøti, starvaðist hjá Eysturoyar Heilsølu í út við 30 ár. Eftir drúgvu tíðina og tænast- una í starvi hjá heilsøluni, var hann í smá trý ár í starvi hjá MBM-Kjøti í Hósvík, sum P/F Poul Hansen í dag eigur. Maggi og konan, Annie, eiga vaksnar tvíburðar, Rúna og Regin, sum teljast millum dugnaligastu fiskimenn í landinum. Vit kunnu siga, at teir eru føddir við saltvatni í blóðinum. Dóttirin er ein. Tað er Heidi, sum glas- trevjabáturin, ið Maggi og synir hansara hava í dag, er uppkallaður eftir. Men hetta er ikki hin fyrsta Heidi hjá teimum. Gamla navnið gjøgnum mong ár var Hjøllubáturin, men tá Maggi og synir hansara fingu sær sín egna bát, varð dóttirin uppkallað. Rúni og Regin hava eins og pápin og abbin verið nógv á báti, og síðan teir sum ungir fingu góðar skipskjansir, hava teir eisini róð út saman við pápanum, tá teir hava verið heima millum túrar. Annars er Maggi fyri tað mesta einsamallur á báti. Eitt, sum eisini telir við í, at Maggi á ymiskan hátt er ein áhugaverdur persónur, er, at hann gjøgnum mong ár hevur starvast sum eykaløgreglumaður við vaktum annaðhvørt vikuskifti, og hesa uppgávu røkir hann framvegis. Aftrat regluligu vaktunum, verður hann tilkallaður av og á, tá ymisk tiltøk eru í økinum – ella, tá okkurt er áfatt, sum krevur, at løgreglan er betri mannað. Aðrar orsøkir kunnu vera, at fólk eru í summarfrí, og brúk er fyri eyka fólki til ymisku upgávurnar, sum løgreglan hevur. Vit kunnu tí í stuttum siga, at Maggi er útbúgvin slaktari – ella útbeinari, løgreglumaður og nú seinastu seks árini eisini fulltíðar útróðrarmaður. Veldugur áhugi Maggi sigur sjálvur, at tey árini, teir vóru mest ágrýtnir at rógva út, hendi tað meira so, at báturin hjá teimum gjørdi tveir fylgjandi túrar, sama dag ella dag um dag, tó at hetta tá bara var frítíðarvinna hjá teimum. - Saman við pápa kundi ein av brøðrum mínum fara til útróðrar um dagin, og tá teir so komu aftur, stóðu tveir aðrir okkara klárir at fara í bátin. Hetta hendi ikki so sjáldan – og ikki minst, tá vit fingu 20-tonsaran seint í áttatiárunum. Hjøllumenninir hava fyri tað mesta roynt við línu gjøgnum øll hesi mongu ár, men teir hava eisini roynt við snellu og gørnum. - Tað var longu í 1966, at vit brøður saman við pápa okkara keyptu seksæringin Vaðið og góvu honum navnið Hjøllubáturin. Vit royndu nógv við línu, og tá sild var á fjøðrinum, royndu vit við gørnum. Vit vóru javnan á útróðri eftir arbeiðstíð, í vikuskiftinum og tá vit høvdu feriur. Allir vóru vit bitnir av hesum, og á odda gekk pápi. Tá teir høvdu havt seksæringin í nøkur ár, lótu faðir og synir innilokaðan bát smíða í Fuglafirði, og hendan bátin høvdu teir eisini í fleiri ár. Útróður í kreppu Seint í áttatiárunum keyptu faðir og synir sær 20-tonsara, og í byrjanini var útróðurin hampiligur. Tíðliga í nítiárunum gjørdist Útróðrarmaður er løgreglumaður og útbúgvin útbeinari Maggi, sum hann vanliga verður róptur av teimum, sum kenna mannin, er útróðrarmaður, men annaðhvørt vikuskifti er hann í løgreglubúna. Hann er eisini útbúgvin útbeinari hjá Eysturoyar Heilsølu, har hann starvaðist í næstan 30 ár. Áhugin fyri útróðri hevur altíð verið stórur, og í dag hevur hann saman við synum sínum ein 34 fót stóran útróðrarbát Heidi er 34 fót stórur Starlet-bátur, sum Maggi og synir hansara, Rúni og Regin, eiga í felag. - Hetta er ein góður og rúmligur bátur, sigur maðurin, sum í sløk 30 ár starvaðist hjá Eysturoyar Heilsølu Mynd: Vilmund Jacobsen Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo