fríggjadagur 22. mai 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 96 - 22. mai 2009
tíðindi
Nú kanst tú uppliva
Føroya søgu í Vest
manna. Nýggja savnið
inni á Fjørð syrgir
fyri, at tú kanst síggja
og hoyra Føroya søgu,
uttan at stríða teg
niður í bøkurnar. Tú
sært persónarnar og
hoyrir søgurnar í lítla
oyrasniglinum
Savn
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
- Søga er rotin, tí har hendir
ongantíð nakað nýtt, hava
fleiri sagt millum ár og dag,
men í Vestmanna er øðrvísi,
tí har er søgan sanniliga liv-
andi og í einum nýggjum
hami.
Tú leitar tær inn í myrku
rúmini uppi á loftinum í
Vestmanna Tourist Centre.
Tú hevur fingið ein oyra-
snigil og verður boðin væl-
komin á málinum, tú ynskir.
So hvørt tú sært Trónd í
Gøtu, Sigmund Brestirsson
og húsfrúnna í Húsavík fært
tú at vita, hvørji tey vóru, og
hvat tey gjørdu. Tú luktar
enntá torvið í eldstaðnum,
so tað er ein sansauppliv-
ing.
Eitt nýtt tilboð
Gunnar Skúvadal, stigtak-
ari, er sera fegin um hetta
nýggja tilboðið, tí hetta kann
geva teimum eitt tilboð
afturat matstovuni, sølubúð-
ini og bátatúrunum, ið hava
verið gjørdir í nógv ár.
- Eg fekk hugskotið í
Íslandi, har vit vóru á einum
savni, sum líkist hesum. Og
tað eru eini fýra ár síðan, at
vit byrjaðu at hugsa um at
gera hetta savnið. Seinasta
árið hava vit arbeitt meiri
intenst við savninum, eftir
at vit høvdu fingið fígging
og so framvegis. Vit eru eis-
ini greið yvir, at ferðavinna
ikki er nakað at flenna at,
og vit fara heilt víst at
síggja, at ferðavinnan fær
meiri at siga, greiðir Gunnar
Skúvadal frá.
Lótu upp dýra
biðidag
Dýra biðidag lat søgusavnið
upp, og samkoma var í sam-
band við hetta. Helena Dam
á Neystabø, mentamálaráð-
harri, lat savnið upp, og hon
fegnaðist, at tað nú er møgu-
leiki at uppliva Føroya søgu
á ein øðrvísi hátt.
- Eg fari at takka fyri inn-
bjóðingina at lata hetta
áhugaverda søgusavnið upp.
Søgusavnið er eitt spennandi
íkast, ið kann miðla og
siga Føroya søgu á ein øðr-
vísi og livandi hátt. So at upp-
aftur fleiri lurta, fáa áhuga og
skilja torførar samanhangir,
greiddi hon frá.
Hon segði somuleiðis, at
søgusavnið lýsir brot úr
Føroya søga úr hesum drúgva
tíðarskeiði, soleiðis at vit her
- lið um lið - hitta Trónd í
Gøtu og Sigmund Brestisson,
Anniku í Dímun og húsfrúnna
í
Húsavík,
sjórænaran,
seyðatjóvin og onnur við.
Hetta eru søguligir persónar,
ið vit øll hava hoyrt og lisið
um. Vit síggja og hoyra brot
úr dramatiskum frásagnum
um vald, harðskap og deyða,
og pallmyndirnar gera, at vit
kunnu
ímynda
okkum,
hvussu livikorini hava verið í
Føroyum
upp
gjøgnum
tíðina. Savnið ger Føroya
søgu livandi fyri eitt nú
skúlabørnum, ferðafólki og
er eitt aktiv fyri bygdina.
Hon siteraði somuleiðis
Jóannes Patursson, fyri at
hava sagt, at óvitskapur
føroyinga kann hava við sær,
at vit verða skolaði út av látri,
áðrenn søgan verður kunnug
føroyingum,
men
hon
staðfesti at enda, at hetta ikki
verður veruleiki.
- Vit verða ikki skolað út
av látri, men hava úr Føroya
søgu aftur fingið miðlað
fólks okkara søgu, staðfesti
hon.
Hampiligt við fólki
Síðan savnið lat upp, hevur
verið heilt hampiligt við
fólki,
sambært
Gunnari
Skúvadal.
- Enn hava tað mest verið
føroyingar, men enn eru so
fáir útlendingar komnir til
landið, so tað verður helst
fleiri av teimum, sum summ-
arið líður, sigur hann.
Menn hann metir, at
savnið er vert at uppliva hjá
øllum.
- Vit hava frágreiðingar á
trimum málum, umframt
Føroyskum, so øll skuldu
havt møguleika at fylgja
við. Tú fært ein mp3-spæl-
ara, har alt verður greitt frá,
og verður okkurt brot ov
drúgt, so ber til at fara víð-
ari, staðfestir Gunnar Skúva-
dal.
150 krónur
Prísurin, um ein einsamallur
vaksin fer inn á Søgusavnið,
so kostar tað 150 krónur,
men tað eru eisini øðrvísi
tilboð, sum kunnu minka
eitt sindur um prísin.
- Sjálvandi kann prísurin
sýnast rættiliga høgur, men
tað eru heilt nógv, sum eru
farin inn allíkavæl, og tá
tey koma útaftur, so siga
tey, at tað er pengarnar vert.
Og sjálvandi klárar eitt priv-
at savn ikki at kappast í
prísi við tey almennu, har
prísurin er einar 20 krónur
fyri hvønn, greiðir Gunnar
Skúvadal frá.
Tað kostar ikki onki at
seta eitt savn á stovn, og
søgusavnið í Vestmanna
hevur kostað einar tríggjar
milliónir krónur. Av fígg-
ingini er ein triðingur egin-
fígging, ein triðingur er
komin í Framtaksgrunninum
og ein triðingur er lán.
Frá munkum til
spískastein
Partarnir, ið eru umboðaðir
á søgusavninum, eru líka
frá munkunum, ið sigast
vera teir fyrstu í Føroyum,
og fram til ein mann, sum
situr á spískasteini, og tað
er ikki so øgiliga langt síð-
ani. Men tað er greitt, at
nógvir partar av søguni ikki
eru við á savninum.
- Vit kundu sjálvandi havt
nógv annað við eisini. Vit
kundu til dømis havt bæði
brillumannin og floksmenn-
inar, so um onkur kemur
við krititikki av tí, so kann
eg væl taka undir við tí,
men tað verður altíð avmark-
að av fígging og plássi, og
tí er hetta komið við, greiðir
Gunnar Skúvadal frá, sum
er sera fegin um hjálpina,
tey hava fingið frá Herleifi
Hammer, søgufrøðingi og
pallsmiði.
Fingið góða hjálp
Hóast Gunnar Skúvadal er
stigtakari av tiltakinum, so
er hann sannførdur um, at
hevði tað ikki verið fyri
nógv góða hjálp, so hevði
savnið ikki verið veruleiki.
- Serliga Herleif Hammer,
Edward Fuglø og Pól Skarð-
enni, hava havt sera nógv at
siga, fyri at savnið nakrantíð
skuldi blíva til veruleika,
sigur Gunnar Skúvadal,
sum hevur góðar vónir fyri
savninum.
Livandi søgan í Vestmanna
Báturin eitur Froyur
Mikudagin skrivaði Sosialurin, at ein av bátunum, ið
flutti fólk hjá Strandferðsluni til Svínoyar seinasta leyg-
ardag, eitur froyu í hvørjumfalli. Skuldi hetta verið
rætt, so skuldi báturin itið Froya, men báturin eitur
Froyur, og tí skuldi tað verið »við Froyi.«
Helena Dam á Neystabø og Gunnar Skúvadal fegnaðust dýra biðidag, tá savnið lat upp
Vestmanna Tourist Center liggur inni á Fjørð í bygdini
Sjórænarar vóru eirindaleysir, tá teir vitjaðu í Føroyum
Sambært Føroya søgu vóru írskir munkar teir fyrstu íbúgvarnir
í Føroyum