fríggjadagur 22. mai 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 • 22. mai 2009
Um middagsleitið seinasta
leygardag í størsta keyps-
miðdepil í Norðanlondum,
Field’s við 150 handlum á
150.000 fermetrum, ljómaði
knappliga ein vælkendur
tónleikur úr hátalaranum
meðan eg hevði hondina langt
niðri í ein kølidisk. Hetta var
ikki vanligi keyps-stimulerandi
muzakkurin, men horn-ljómar
frá innganginum av lagnum
Catherine The Waitress hjá
okkara Teitur!
Størri viðurkenning kann
tónleikari neyvan røkka ☺
At koma í lið við stórar
komponistar sum Burt
Bacharach og James Last.
Ha…?
Nei, tónleik havi eg ikki skil fyri,
men Catherine The Waitress
fekk meg kortini at brellast eftir
einari stórari oksateik.
Seinni sama leygardag leitaði
eg mær út til Valby. Har
fór árligi Ølfestivalurin av
bakkastokki. Eitt humlunnar
tempul av øli frá allari verðini
og ein stór fjøld av fjepparum.
Bæði danir og monopol-raktir
føroyingar sóust at njóta
leskiligar og spennandi bjór,
eisini sterkari enn 5,8 % abv.
Føroya Bjór hevur stuðlað
mikla ølfestivalinum væl líka
síðan hann byrjaði fyri 10 árum
síðani sum ein fólkarørsla, ið
kravdi betri øl á handilshillarnar
í Danmark. Eisini í ár var
Føroya Bjór við og vísti fram
síni sløg og greiddi annars
frá um Føroyar sum góður
ambassadørur.
Øl-guru’in, Mikkel Bjergsø
frá Mikkeller, var eisini við
og tað munna vera nógv, ið
fingu skelk at smakka Black
við sínum 17 % alkoholi
og óhugnaliga samansetta
smakki. Heimsklassi! Og ikki
at gloyma Beer Geek Brunch
Weasel, ið er bjór tilsett
vietnamesiska kaffi-slagið
Ca Pe Chon, ið er rættiliga
serligt og heimsins dýrasta!
Eitt máraslag á Vietnam-leiðini
livur av serligum kaffibønum.
Skarnið undan hesum djóri fult
av kaffibønum verður síðani
hentað saman og viðgjørt til
kaffi, ið ikki kann samanberast
við nakað annað. Havi roynt
tað, og tað er sera gott.
Mikkeller letur hetta kaffið í
ølið hjá sær, Beer Geek Brunch
Weasel, og tað er bestemt ikki
lorta-øl. Tvørturímóti (sí mynd).
Ein annar forvitnisligur
bryggjari, ið var komin á
festival, var Jørgen Fogh
Rasmussen frá Hornbeer (sí
mynd). Um hann sær kendur
út, so er tað kanska tí hann
líkist beiggja sínum, ið skjótt
tekur við starv í Brússel.
At enda, nú er tað vist!
Vísindaligar kanningar hava
staðfest, at vistfrøðiligur
matur inniheldur upp til 70 %
meira av vitaminum og øðrum
góðum.
22
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
Øl, vistfrøði og horntónleikur