Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 96 - 22. mai 2009 ] Høvdu takið á teimum – Tað stóð nógv á ímóti endanum, men eg haldi, at vit høvdu takið á teimum allíkavæl, sigur málskjúttin hjá Víkingi, Finnur Justinussen. – Serliga í fyrra hálvleiki spældu vit væl saman og fingu eisini málið. Í seinna hálvleiki hildu vit fram upp á sama máta, men ímóti endanum løgdu vit okkum ov langt aftur at verja. Í seinastu minuttunum høvdu tit fleiri góðar kjansir at økja um leiðsluna? – Ja, teir satsaðu, og so fingu vit kontra­ møguleikar, sum kundu givið okkum okkurt mál aftrat, um vit høvdu havt hepni við okkum, staðfestir Finnur Justinussen. hil Tað fyrsta heimatapið Ikki fyrr enn í áttanda umfari fekk AB sítt fyrsta tap á heimavølli, og tað iðraði verjuspæl­ aran, Kenneth Jacobsen, seg um. – Tað er altíð keðiligt at tapa, og serliga, nú vit ikki hava tapt her á Argjum higartil í ár, sigur hann. Kenneth Jacobsen var annars eftir dystin nøgdur við innsatsin hjá liðnum, men helt, at tað var tungt hjá AB at koma longur fram á vøllin ímóti Víkingi. – Vit detta ov langt aftur í fyrra hálvleiki og koma ikki ordiliga fram á vøllin fyrr enn síðstu løtuna. Tað sama var í seinna hálvleiki, tá tað heldur ikki eydnaðist ikki fyrr enn síðstu 20 minuttirnar. hil Við útisigri á Argjum er Víkingur á trið­ fremsta plássinum og sær út til at seta ferð á uppeftir. Men hóast gøtumenn og leirvíkingar høvdu tamarhald á tað mesta av tíðini, var sigurin ímóti AB smalur og dysturin ikki avgjørdur, fyrr enn dómarin blásti av FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað skuldu fýra landskapp­ ingardystir og tveir steypa­ dystir til, áðrenn AB visti, hvat tað var at tapa á heima­ vøllinum inni í Vika í hes­ um kappingarárinum. Men tá samanlagda felagið úr Gøtu og Leirvík vitjaði í gjár, gjørdist tað so til fyrsta heimaósigurin hjá argja­ monnum í ár. Sigurin var eisini uppi­ borin, tí tað mesta av tíðini hevði Víkingur tamarhald á spælinum og ikki minst AB, sum tó megnaði at sprutta so mikið ímóti endanum á báðum hálvleikunum, at tú ikki ordiliga tordi at gita um endaliga úrslitið, fyrr enn síðsta bríksl hevði verið. Tá so avtornaði, kundi Víkingur saktans havt útbygt sær leiðsluna fleiri ferðir í allarseinastu min­ uttunum, tá fyrst Magnus Skoralíð skjeyt langt við síðuna av úr sera leysari støðu og Martin Olsen síðani skjeyt beint við síðuna av, tá hann ikki ordiliga fekk kraft í skotið, áðrenn Zoltán Bukszegi, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, eisini megnaði at senda við síðuna av í góðari støðu. Hesir tríggir møguleikar­ nir komu innan fyri tveir minuttir, tá klokkan næstan var og síðani var farin um teir 90 minuttirnar. Og so var tað enntá eftir hetta, at AB hevði sín besta møgu­ leika, tá fyrst Nikolaj Eriksen skallaði innlegg frá Janusi Joensen á yvirliggj­ aran og Høgni M. Joensen síðani skallaði uppum. Uppiborin leiðsla Hevði tað bragdað hjá AB í seinasta málkjansinum í dystinum, høvdu tey í Vík­ ingi helst kent tað sum órættvísi, men hóast Vík­ ingur stýrdi fyri tað mesta og heldur ikki var so øgiliga ofta í vanda fyri at fáa mál ímóti sær, var 1­0 leiðslan, sum kom í 25. minutti, ikki størri enn so, at hon meiri enn ta einu ferðina stóð fyri falli. At Víkingur kom á odda og var á odda eftir fyrstu 45 minuttirnar, var fult uppi­ borið. Fyri tað nógva dugdu gestirnir væl at brúka breiddina á vøllinum og at koma ígjøgnum síðurnar, fyri síðani at senda innfyri, og eisini átti Víkingur einastu veruligu málroynd­ irnar í fyrra hálvleiki. Uppspælið til einasta málið í dystinum var sera gott. Zoltán Bukszegi fekk bóltin beint framman fyri miðjuna í vinstru síðu, spældi síðani stutt til Hans Jørgen Djurhuus, fyri síðani at renna seg leysan og leggja innfyri, har Finnur Justinussen vísti íborna máltevið og setti fótin á. Heðin Stenberg í AB­máli­ num fekk hondina á bóltin, men kundi annars ikki forða fyri, at bólturin endaði í málinum. Bæði undan málinum og eftir málið hevði Víkingur eisini atsóknir. Fyrst hevði Bukszegi eina góða skot­ roynd, sum Heðin Stenberg akkurát fekk beint út um stongina til hornaspark, og síðani hevði eisini Sølvi Vatnhamar eitt gott skot, sum tó kanska var úr í so stórari fjarstøðu. AB sínar kjansir Eitt sindur meira av veiggi var í AB í seinna hálvleiki, og serliga ímóti endanum var trýstið á Víking sera stórt. AB legði so nógv fyri, at Tehe Aristide onkra løtu næstan einsamallur mann­ aði verjuna hjá heima­ liðnum, sum tó av tí sama eisini mundi brent seg uppaftur verri, sum fyrr­ nevndu kjansir fortelja. Burtur sæð frá tí seinasta kjansin, ið AB fekk langt inn í yvirtíðina, vóru tveir rímiliga góðir í fyrra helmingi av seinna hálv­ leiki. Fyrst var tað Tummas Hans Rubeksen, sum slapp fram við Súna Olsen, ið hesa ferð spældi í mið­ verjuni fyri karantenurakta Atla Gregersen. Skotið frá AB­framherjanum var gott og Geza Turi noyddist heilt upp undir yvirleggjaran at bjarga út til horna. Og tá eitt gott korter var farið, stóð Rasmus Nielsen fyri tørni, tá hann kom at standa púra leysur mitt inni í brotsteiginum hjá gestun­ um. Men hann mundi ikki vita, hvussu leysur hann var og hvussu góðar stundir hann hevði, tí hann skundaði sær at smekka til, og so fór skotið beint uppum. Samanumtikið var talan um ein undirhaldandi dyst, ið nú hevur flutt Víking upp á bronsuplássið, uttan at hava nakran undir liðini á sær. AB fekk fyrsta heima­ tapið, men sær kortini framvegis út til at hava gott tamarhald á samlaðu støð­ uni, og nógv bendir á, at tað hjá AB ikki aftur hesa ferð verður til bert tað eina árið í bestu deildini. AB-Víkingur 0-1 (0-1) Víkingur jagstrar oddaliðini Víkingur AB AB og Víkingur spældu ein góðan og undirhaldandi dyst á Argjum, har Víkingur hevði tamarhald á tí mesta, men uttan at kunna tryggja sær, at nakað var avgjørt, fyrr enn alt var liðugt Mynd: Álvur Haraldsen Kappróðrarstevna í Keypmannahavn Tvørábátastevna ljóðar sum nakað, ið verður hildið í Føroyum, men leygardagin 30. mai verður henda stevna hildin í Norðhavnini í Keypmannahavn. Tað er Útisetafelagið Tvørábáturin, sum heldur til í Norðhavnini, ið skipar fyri árligu stevnuni. Í ár eru tilsamans 22 bátsmanningar tilmeldaðar til kappróðurin, og eftir róðurin verður undirhald við kajakkum. Harumframt verður eisini møguleiki at keypa mat og drekka, umframt at dansur við eitt nú Ragnari í Vík verður seinni um kvøldið. Fleiri upplýsingar um Tvørábátastevnuna 2009 eru at finna á www.tvorabaturin.dk.