fríggjadagur 22. mai 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 96 - 22. mai 2009 ]
Fýra dystir í níggj
unda umfari verða
spældir sunnudag
in og tann fimti
mánadagin. Tá
teir eru av, er fyrsti
triðingurin av kapp
ingini í Vodafone
deildini avgreiddur
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast mong munnu halda,
at tíðin er flogin avstað, nú
fyrsti triðingurin av lands
kappingini skjótt er lagdur
aftur um bak, so er enn
nógv eftir at spæla um. Und
an dystunum í níggjunda
umfari er framvegis høvi
hjá øllum at fáa fullan posa,
um væl hepnast í restini av
kappingini, tí spælast skulu
19 dystir aftrat – og teoret
iski møguleikin hjá øllum
er at fáa 57 stig aftrat!
Tá teir fýra dystirnir
sunnudagin og tann eini
mánadagin eru spældir, fara
fleiri óivað at gera upp,
hvussu hilnast hevur, tí tá
hava øll spælt eina ferð
ímóti øllum. Og hóast nógv
kann henda, so gevur fyrsti
triðingur av kappingini ofta
eina rættiliga góða ábending
á, hvussu tað fer at síggja
út, tá alt er liðugt í heyst.
HB-KÍ
Hóast talan er um gamla
klassikaran í Gundadali
sunnudagin millum HB og
KÍ, eru fortreytirnar undan
dystinum sera ymiskar. HB
er oddalið og KÍ botnlið,
men hjá báðum ræður um
at fáa stig. Eingin ivi er um,
at her er HB stórfavorittur,
og megnar KÍ at fáa enn ein
javnleik, er tað mestsum at
rokna fyri eitt bragd.
EB/Streymur-ÍF
Ikki hevur tað lagað seg hjá
greipuvinnarunum,
sum
sunnudagin taka ímóti ÍF
við Margáir. EB/Streymur
er sjey stig frá toppinum,
men hevur her dyst ímóti
einum svongum ÍFliði,
sum tvær ferðir upp í slag
hevur tapt heima. EB/
Streymur er favorittur, men
heldur ikki meira enn tað, tí
ÍF kann bíta frá sær.
NSÍ-AB
Talan hevur verið um eina
sera
góða
byrjan
hjá
runavíkingum,
men
tað
hevur
ikki
verið
á
heimavølli, at eydnan hevur
verið við. Liðið hevur
vunnið allar útidystirnar,
men
bert
vunnið
ein
heimadyst. NSÍ man tó fara
at leggja meira fyri, nú AB
sunnudagin kemur á vitjan
sum eitt slag av »underdog«,
ið tó ikki skal forsmáast.
B68-07 Vestur
Toftamenn hava í síðstu
dystunum víst styrki, og
nógv bendir á, at B68 er við
at fóta sær aftur í bestu
mansdeildini. Ikki minst
var sigurin á B36 sann
førandi, so tí er B68 greiður
favorittur, nú 07 Vestur,
sum liggur niðan fyri niður
flytingarstrikuna,
vitjar.
Heima eru vágamenn betri
enn á útivølli, so tí er B68
greiður favorittur sunnu
dagin.
Víkingur-B36
Hóast
dysturin
millum
Víking og B36 ikki er fyrr
enn mánakvøldið, er lítið at
ivast í, at bæði lið fara at
fylgja sera væl við, hvat
hendir í hinum dystunum.
Víkingur sær út til at vera
komið í gongd, meðan B36
er steðgað upp, so tí talar
alt fyri einum heimasigri
mánakvøldið.
Fyrsti triðingurin skjótt avgreiddur
AaB hevði heldur ikki
eydnuna við sær hesa
ferð, tí fyri sjeyndu
ferð í 22 ár taptu
norðurjútlendingarnir
eina steypafinalu
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tað er ikki eydnan hjá
norðurjútska stórfelagnum,
AaB, at koma í donsku
steypafinaluna. Síðani 1987
hevur AaB verið í sjey
steypafinalum, og hevur
liðið tapt allar sjey finalur
nar. Søguliga hevur liðið
verið
í
12
donskum
steypafinalum, og bert tvær
eru vunnar. Seinast AaB
vann donsku steypakapp
ingina, var afturi í 1970, tá
teir vunnu 21 á Lyngby í
finaluni.
Verjumistak
Tað kom bert eitt mál í
steypafinaluni millum FC
Keypmannahavn og AaB,
sum var spældur í Parkini í
gjár. Tað málið fall til FC
Keypmannahavn, sum so
statt á fjórða sinni kann rópa
seg danskan steypavinnara.
AaB tapti steypafinaluna
orsaka av einum verjumis
taki hjá Andreas Johanson,
tá hálvur tími var farin av
dystinum. Hann misti bóltin
uttan fyri egnan brotsteig
til Zdenek Pospech, sum
gjørdi skjótt av. Hann fann
uttan trupuleikar William
Kvist, sum skjeyt eitt gott
skot,
ið
sat
innanfyri
nærmastu stong til 10, og
tann leiðslan helt sær til
dystarenda.
Andreas Johanson var
sera
vónbrotin
aftaná
dystin: – Vanliga geri eg
ikki slík mistøk, tað átti eg
at verið ov rutineraður til,
og eri eg sera vónbrotin. Vit
megnaðu tíverri ikki at gera
skaðan góðan aftur í hinum
endanum
av
vøllinum,
segði hann.
AaB stríddist
AaB
stríddist
væl
í
dystinum, og liðið vísti ein
góðan vilja, men kom ikki
til nógvar málmøguleikar.
Jamaikanski
áleyparin,
Luton Shelton hevði ein
stóran málmøguleika í fyrra
hálvleiki. Tað eydnaðist at
lobba bóltin upp um FCK
málverjan, Jesper Christ
iansen, men ólukkutíð fyri
AaB, so fór bólturin eisini
upp um málið. Annars
spældi AaB seg ikki til
nógvar opnar málmøgu
leikar.
Nú má AaB vóna, at FCK
gerst danskur meistari, tí
tað er einasti háttur, at
felagið kann sleppa við í
Europa League, sum er
nýggja kappingin, ið kemur
ístaðin fyri UEFA Cup.
Gerst FCK meistari, so
sleppur AaB í Europa
League, sum steypavinnari.
AaB hevði annars eina
sera
góða
Champions
League og UEFA Cup
kapping í hesum kapping
arárinum, har teir spældu
seg í 1/8 finaluna í UEFA
Cup kappingini.
FCK danskur steypavinnari
Dystur/ár
2004
2003
2002
2001
2000
1999
v-j-t
mál
HB-KÍ
0-1
-
1-1
3-1
5-1
-
2-1
-
1-1
3-2
4-1
1-2
1-0
1-2
6-2-3
22-13
EB/S-ÍF
0-1
3-2
-
-
-
-
1-1
2-2
7-0
-
-
-
-
-
2-2-1
13-6
NSÍ-AB
-
-
2-1
2-1
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
2-0-0
4-1
B68-07 Vestur **)
-
-
-
-
-
-
-
-
-
0-1
-
5-1
2-0
-
2-0-1
7-2
Víkingur *)-B36
1-2
-
0-1
0-3
1-2
-
1-2
-
0-3
1-4
2-2
3-1
1-0
2-1
3-1-7
3-9
*) Fram til og við 2007 eru hagtølini hjá GÍ nýtt
**) Fram til og við 2008 eru hagtølini hjá FS Vágum nýtt
2008
2007
2006
2005
Soleiðis plagar at ganga
Á talvuni sæst, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini sunnudagin og mánadagin hava dystast í tilsvarandi uppgerðum síðstu 10 árini.
HB og KÍ hava spælt mangan klassikara sínamillum, men hesa
ferð eru fortreytirnar sera nógv øðrvísi, enn tær plagdu at vera,
tí liðini eru í hvør sínum enda á stigatalvuni
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Agger vil ikki rýma
úr Liverpool
Daniel Agger hevur gjørt nýggjan fýra ára sáttmála við
Liverpool, og hóast stórfeløg í Spania og Italia vildu
hava danska verjuspælaran, valdi hann at halda fram í
Liverpool. – Tað hevði verið eitt mistak av mær, um eg
rýmdi úr Liverpool. Vit byggja nakað stórt upp, og eg vil
gjarna vera partur av tí, sigur Daniel Agger.
Djemba-Djemba vil víðari
Fyrrverandi Manchester United spælarin Eric Djemba
Djemba hevur seinasta árið spælt fyri OB í Danmark. Har
hevur tað gingið væl hjá DjembaDjemba, og nú er spælarin
til reiðar at flyta til eitt størri land at spæla. – Eg veit um
áhuga frá fleiri feløgum, og um eitt felag frá einari sterkari
europeiskari kapping kann semjast við OB, so eri eg til reiðar
at skifta fyri at vísa mínar dygdir, sigur DjembaDjemba.