Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 211 - 1. november 2001 Nr. 211 - 1. november 2001 13 Gamla ynski hjá Bjarningarfeløgunum í Føroyum er nú gjørt til veruleika. Tríggir ikki heilt nýggir bilar eru komnir úr Danmark at hjálpa bjargingarfeløgunum við teirra arbeiði kring landið BJARGING Heri á Rógvi Myndir: Jens Kr. Vang Tað eru 10 bjargingarfeløg kring landið. Hesi bjarging- arfeløg eru savnaði í eitt landsfelag, sum kallast fyri LSB. Bjargingarfeløgini í Føroyum fáa umvegis stýri játtan á fíggjarlógini. Játt- anin hevur verið umleið 18.000 fyri hvørt felagið, men alskurin til bjargingar- feløgini er eftir øllum at døma vaksin, tá ið játtanin í ár liggur um 30.000 fyri hvørt bjargingarfelag. Ein forkláring uppá øktu játt- anina kundi eisini verið, at landsins myndugleikar hava skipað eina sokallaða tilbúgvingarætlan, sum eis- ini skal setast í samband við vaksandi oljuvinnuna í Føroyum. Bjargingar feløgini í Havn, Vágunum og Suður- oyar norðara bjargingarfel- ag fingu týsdagin hvør sín bil til útgerð og annað. Tal- an er um Mercedez 911 bil- ar, sum eftir hvat skilst hava verið rættiliga væl umtóktir í seksti- og sjeytiárunum. Tað er í veruleikanum rætt at siga, at tey fingu bil- arnar, hóast tey hvør í sær máttu lata 35.000 kr. fyri hesar. Bilarnir hava fyri so vítt eitt nógv hægri virði enn hetta, og teir eru eisini nýgjørdir fyri munandi meira enn 35.000. Tað er Beredskabs Korpset, sum hevur selt føroysku feløg- unum bilarnar. Bilarnarnir eru millum 32 og 34 ára gamlir... Tilbúgving Ætlanin er, at bilarnir skulu nýtast í sambandi við til- búgving. Tað vera ikki hesir bilarnir, sum fara at rykkja út við tí rúkandi ferð, tá ið tað mestir verður trupult at ota seg upp um teir 60 kilometrarnar um tíman. – Ætlanin er at hava út- gerð í bilinum, soleiðis at vit eru betri førir fyri at fara út, sigur Tórhallur Simon- sen, formaður í Vága bjarg- ingarfelag. Vága Bjargingarfelag hevur eitt limatal áljóðandi einar 330 limir, og hetta má sigast at vera eitt rættiligur fittur biti av vágafólki. Støðan hjá Vága bjarging- arfelag hevur higartil verið, at einasta akfarið teir hava kunna nýtt til flutning hev- ur verið ein viðfestisvogn- ur. Hetta er ikki nøkur góð loysn í longdini, so Tórhall- ur fegnast um, at teir hava fingið henda nýggja bilin. Hann væntar ikki, at aldur- in verður nakað trupulleiki. Eisini Rógvi Finnsson Johansen, samskipari av til- búgvingarætlanini, fegnast yvir, at tað hevur eydnast at fingið bilarnar til landið, og fyri ein so høgligan prís. Hann greiðir frá, at hóast bilarnir eru í tí eldra endan- um, so hava teir koyrt ógvuliga lítið. Somuleiðis vísir hann á, at bilarnir hava allir tann bláa tríkantin sett- an á bilin, og hetta er tann altjóða viðurkenda frá- merki fyri bjarging. Jens Hansen, sum er for- maður fyri bæði Havnar bjargingarfelag og LSB, heldur, at teir í Havn hava mist líka stóran á hesum bilunum sum aðrastaðni. Hann vísir á, at teir í sam- bandi við tunnililin millum Kollafjørð og Kaldbak skulu vera við í einari til- búgvingarætlan. Hóast teir í løtuni ikki hava teir nógvu limirnar, so væntar teir, at fleiri fara at leggjast aftur- at. Bjargingin komin Umboð fyri bjargingarfeløgini vóru komin at hyggja nærri at bilunum týsdagin. F.v. Regin Jespersen, Jens Hansen, Tórhallur Simonsen, Rógvi F. Johansen og Dánjal Pauli Poulsen. Bilarnir hjá bjargingarfeløgunum eru millum 32 og 34 ára gamlir. Markið fyri, nær ein jólagáva frá arbeiðsgev- ara verður skattað, er hækkað úr kr. 500 upp í kr. 1.500. Hetta stendur at lesa í nýggjasta tíð- indabrævinum frá grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe. Hetta merkir, at starvsfólk kring landið óivað kunnu byrja at gleða seg til at arbeiðs- gevarin fer at geva teim- um ein serliga stóran og góðan pakka í ár. Í tíð- indabrævinum stendur víðari at lesa, at eftir lógini eru gávur skatt- skyldugar, og verður gáva latin í peningi ella gávukorti, er hon skatt- skyldug uttan mun til upphædd. Tað eru gávur við ser- støkum høvi í naturalia frá arbeiðsgevara, sum eru skattskyldaður, tá ið prísurin ikki fer upp um 1.500 íroknað Mvg. Fer prísurin upp um 1.500 íroknað, skal øll upp- hæddin skattast. Av øðrum forvitnislig- um í tíðindabrævinum kann eisini nevnast, at skattastigin frá 1. januar 2001 er broyttur. Hetta merkir, at Botnfrádrátt- urin, t.e. tann parturin av inntøkuni, sum ikki verður skattaður, verður hækkaður frá 17.000 til 19.000. Komandi ár verður botnfrádrátturin 21.000 kr. Eisini aðrar broytingar eru gjørdar. Í Tíðindabrævinum hjá Rasmussen og Weihe verður roknað við, at hetta fer at kosta komm- unum 50 mío í ár og 30 næsta ár. Størri jólagávur í ár SØLUSTEVNAN SØLURÁSIN 2001 í Ítróttarhøllini á Skála 3. og 4. november Vælkomin inn á ólvið! Ragnar í Vík · Eg eri ein "K" - barnakór · Jónsvein og Birgir Vørutombola · Gandakallar og búktalari · Mótasýningar Frásøgumaður: Magni Poulsen Opið er: Leygardagin 3. november Sunnudagin 4. november kl. 15.00-22.00 kl. 15.00-21.45 C M Y K 13 12