Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 96 • 22. mai 2009 í dýrara endanum hevur hann kortini fingið á føroyskum á matstovum. Og tað eru góðar upplivingar, har mann kennir, at ein kerlig hond hevur verið uppi í leikinum. Sambært Leivi Thomsen hoyrir ein góð fløska av víni til ein góðan døgurða, og gomlu vinylplátunum, ið hann ikki eigur so fáar av. - Vit fara faktiskt ikki so nógv út. Okkum dámar væl at vera heima. Vit eru glað fyri sofuna, og tað er altso ein herlig løta, tá eg seti eina góða plátu á, og seti meg aftur á við einum góðum glasi av víni. -Til ein døgurða er tað ein partur av máltíðini, haldi eg, og tað hevur einki við alkohol at gera. Tað skuldi bara verið at fingið í FK og øllum hinum matvøruhandlunum í Føroyum, sigur hann. Í stovuni stendur eitt sjónvarp, men tað er rættiliga sjáldan tendrað. - Tað er ikki ordiliga tað. Teldan er harafturímóti nógv í brúk, og hon skal vera ein Mac, sum sambært Leivi Thomsen eru tær bestu. - Eg brúki Mac til alt. Tær eru tær mest stabilu teldurnar. Eg havi ongantíð havt virus á míni teldu, og hon er ikki nýggj. Men eg eri ikki fanatiskur við at alt skal vera nýtt. Ein fartelefon skal bara kunna tað mest umráðandi, at ringja, sms’a, hon skal hava vekjara, kalendara og so framvegis. Mangul á mannfólkaklæðir Leivur Thomsen og konan hava eina sjey gamla dóttir. Hon gongur í frískúlanum á Velbastað. - Tað gjalda vit umleið 2000 krónur um mánaðin, og tað gjalda vit fegin. Sonurin hjá okkum, sum er 15, gekk á Freinetskúlanum í Keypmannahavn, sum eisini var privatskúli. Okkum dámar væl mátan, tey verða undirvíst á, at lærarnir hava góða tíð til hvønn einstakan næming, og at tey fara í dýpdina við evnunum. Úrvalið av klæðum er avgjørt ikki gott í Føroyum. - Eg sakni at finna klæðir, sum passa til ein persón. Tað eru umleið fimm ferðir so nógv klæðir at fáa til konufólk, sum til mannfólk. Tá eg keypi, er tað ofta á útsølu. Second hand handlar geri eg ikki stórt brúk av, men tað er ein góður møguleiki at hava. Klæðini eru ofta nýggj, sum mann fær har. Eg havi keypt onkran jakka í second hand handli. Men at brúka 2000 krónur uppá einar buksir, hevði eg ikki funnið uppá. Líka sum við matinum, ber heimið hjá Thomsen og teimum brá av tí urbana. Tað er ikki nýggjasta sniðið, ið verður proppað inn í heimið. Í staðin hava tey vaksnu í húsinum gjørt nógv við at umvæla møblarnar, sum eru funnir onkunstaðni, keyptir á brúktmarknaðinum ella goymdir arvalutir. - Til dømis havi eg goymt eina lampu úr húsunum hjá foreldrunum, og sum hevur eitt serligt affektiónsvirði fyri meg. Men annars skal innbúgvið bara vera smakfult og gjarna hava onkran genialitet. Tað noyðist ikki at hava nakað ávíst snið. Matgerðini stendur hann fyri tað mesta sjálvur fyri, og í um- vælingini av húsunum, er ein góður gassovnur fingin til vega. Eftir nógv ár í Keypmannahavn, er saknur í góðum matstovumati og bíligum matvørum. Føroyskt fastfood er reyvin av fjórðu deild