fríggjadagur 22. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 96 - 22. mai 2009
Ongar barnabilletir
eru i politikkið, og tað
ræður um at taka av
teimum møguleikum,
einum standast í boði.
Soleiðis ljóða boðini
frá Hans Engell,
fyrrverandi politikara
og blaðstjóra
Javnstøða
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Líka sum í Føroyum, er
ójavnstøða í donskum javn
støðupolitikki. Demokratia,
sum virkar fyri javnstøðu í
politikki, skipaði í gjár
kvøldið fyri kjakfundi í
Miðlahúsinum, har høvuðs
gestur var Hans Engell.
Hans Engell er fyrrverandi
floksleiðari í Konservativa
flokkinum í Danmark, og
hevur harafturat virkað sum
blaðstjóri á Ekstrablaðnum.
Í upplegginum til kjak
fundin greiddi hann frá
javnstøðugongdini í Dan
mark, og kom við ráðum til
kvinnuligar
politikkarar,
sum ætla sær fram í poli
tikki.
Tað er sera einfalt. Ein
skal
hava
eina
greiða
politiska
hugsjón,
ein
boðskap og standa fyri
onkrum. Tað eru ongar
barnabillettir í politikki.
Treytirnar eru tær somu
fyri menn og kvinnur. Um
ein heldur, at mennirnir ein
dag seta seg niður og avgera
at geva kvinnunum 20 av
plássunum, tekur ein so
dyggiliga feil, sigur Hans
Engell.
Kvinnurnar
arbeiða harðari
Hóast boðskapur kann ljóða
einfaldur, er tað als ikki
líka lætt hjá kvinnum, ið
ætla sær upp í politikk.
Miðlarnir kunnu til dømis
fara harðliga til verka, og
leggja ofta harðari eftir
kvinnunum
enn
monn
unum.
Miðlarnir hefta seg ikki
við hvussu ein mannligur
politikkari
sær
út
ella
hvussu hann klæðir seg.
Men
hetta
eru
ting,
kvinnuligir
politikkarar
kunnu rokna við at verða
útsettar fyri. Eg plagi at
siga, at tá menn skulu
arbeiða 100 prosent, skulu
kvinnurnar
arbeiða
110
prosent fyri at kunna fylgja
við.
Men júst tað, at kvinn
urnar arbeiða harðari enn
mennirnir, gera tær áhuga
verdar fyri ein floksfor
mann, sum eigur at leggja
seg eftir javnstøðu.
Kvinnurnar
arbeiða
harðari, tær gera sær meir
ómak, og møta sjáldan
ófyrireikaðar upp til ein
fund. Og tað gera tær
lokkandi fyri ein formann.
Sjálvur hevur Hans Eng
ell verið við til at ført fram
kvinnuligar politikkarar, ið
hava klárað seg væl í poli
tiska spælinum. Eitt nú
Lene Espersen, sum nú er
formaður í Konservativa
flokkinum,
Tað, sum sermerkti
teirra arbeiði, var ídni,
styrki at svara fyri seg, tá
orðaskiftið gongur harðliga
fyri seg, og slagkraft í mið
lunum.
Ábyrgdin liggur hjá
floksleiðarunum
Javnstøðan
í
donskum
politikki er batnað. Men
enn er nakað á mál. Næst
eftir Føroyar, er Danmark
tað landið í Skandinavia, ið
hevur vánaligastu umboð
anina í politikki.
Politikkurin broytist
ikki av at kvinnur koma
upp í politikk. Men hann
fær eina aðra dýpd. Eg vil
eisini siga, at Fólkatingið er
vorðið betur skipað, síðan
kvinnurnar eru vorðnar so
nógvar. Arbeiðslagið
er
vorðið meir effektivt.
Kvinnur halda seg aftur í
politikki, og eru skjótar at
takka nei til at taka við
ábyrgd. Men her eru tað for
mennirnir í teimum ymsu
flokkunum, ið hava ábyrgd
ina at fremja javnstøðu.
Eg vil siga, at fremsta
uppgávan
hjá
politisku
leiðarunum er at fáa kvinnur
at stilla upp. Tað vísir seg
ofta, at tá tær eru komnar
inn, dáma tær kortini væl
politiska spælið. Og so kem
ur ábyrgdin av sær sjálvum,
sigur Hans Engell.
Ongar
barna-
billettir í
politikki
Ísland kann vegleiða ES
Fiskivinnukommiserurin hjá ES, Jan Borg, skrivar í einari
blaðgrein, at Evropasamveldið eigur at lurta eftir øllum
góðum ráðum, nú arbeitt verður við at leggja ein nýggjan
fiskivinnupolitikk til rættis. Kommiserurin skrivar, at
fiskiflotin hjá ESlondunum er ov stórur, og at veiðitrýstið er
ov stórt. Tí er neyðugt við nýggjum reglum, og í hesum
sambandi noyðast londini at taka avgerðir, sum fara at níva,
skrivar hann. Jan Borg, sum er av Malta, heldur, at ESeigur at
taka ímóti øllum góðum uppskotum og ráðum, og hann
heldur, at samveldið eigur at fáa gagn av royndum íslendinga
á fiskivinnuøkinum.
Vil ikki til Danmarkar
Sviin Mikael Ljungman, sum sambært donsku løgregluni
hevur havt rættiliga nógv samband við tann
svikskuldsetta Stein Bagger, hevur ongan hug at gera eftir
ynskinum frá danska ákæruvaldinum, sum vil hava orð á
hann. Danska løgreglan vil vera við, at Michael
Ljungmann hevur verið við til at svika fyri 266 milliónir
krónur og hevur tí kravt at fáa hann útflýggjaðan úr
Svøríki. Tann 26. mai skal rætturin í Stockholm taka
støðu til, um Ljungmann skal sendast um Oyrasund.
Ætlanin er, at rættarmálið ímóti Stein Bagger skal byrja í
Lyngby tann 10. juni.
Hans Engell var í gjárkvøldið høvuðsgestur í Miðlahúsinum, tá Demokratia skipaði fyri kjakfundi. Hann segði millum annað,
at ongar barnabillettir eru í føroyskum politikki. Treytirnar eru tær somu fyri kvinnur og menn, men at kvinnur ofta noyðast at
arbeiða harðari enn mennirnir
Mynd: Jens Kristian Vang