fríggjadagur 22. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 • 22. mai 2009
Vikuskifti
6
Beinta Laursen er 39 ára gomul
og eigur tvær døtur. Annika er
níggju ára gomul og lítla Bjørg
hálvtannað ár.
Tá hon í síni tíð skuldi fara
undir útbúgving, ætlaði hon at
lesa sjúkrarøktarfrøði fyri seinni
at fara út í heim at arbeiða.
Tíverri dámdi henni ikki at síggja
blóð, og fór hon undir at lesa til
fysioterapeut í Keypmannahavn.
Hon var liðug útbúgvin í 1994,
men í útbúgvingartíðini setti hon
seg í samband við leiðaran av
hjálparfelagsskapinum “Læknar
uttan landamørk”. Tað førdi hana
í 1996 til Bosnia. Seinastu 10
árini hevur hon búð og virkað í
Grønlandi.
Eftir lokna útbúgving fór Beinta
Laursen í starv á Hvidovre
sjúkrahúsi, har ein deild júst
var stovnað fyri sjúklingar við
heilabløðing og blóðtøppum. Á
deildini vóru talipedagogar og
ergo – fysio terapeutar. Deildin
var stovnað fyri at kanna, hvussu
væl sjúklingar kundu koma fyri
seg, um teir fingu bráfeingis hjálp
og venjing. Úrslitini vóru sera
góð, og tað vísti seg, at nógv fólk
komu væl frá sjúkutilburðunum.
Starv í Bosnia
Tá Beinta á fyrsta sinni vendi sær
til felagsskapin “Læknar uttan
landamørk”, hevði hesin ikki
royndir at senda aðrir fakbólkar
enn læknar og sjúkrasystrar út
í onnur lond at arbeiða, men í
1996 vendi leiðarin fyri deildina í
Danmark sær til hennara. Hon tók
av tilboðinum at fara til Bosnia at
arbeiða. Beinta fekk til uppgávu
at stovna fysioterapi í Gorazada,
einum lítlum býi við 5000
íbúgvum, umleið tveir tímar frá
Sarajevu. Hospitalið í býnum var
bumbað, og nógv fólk vóru komin
til skaðis, sigur Beinta Laursen og
heldur fram:
- Endamálið við felagsskapin-
um var m.a. at læra upp íbúgvar
á staðnum, sum kundu halda
fram við virkseminum, tá ið vit
fóru avstað aftur. Eg lærdi eina
bosniska gentu arbeiðið.
- Hetta var eftir, at Dayton
avtalan varð undirskrivað, og har
var rættiliga friðarligt. Í landinum
búðu mest muslimar, men eisini
serbar í einum øki. Høvdu vit
ørindi eitt nú í Sarajevu, sum var
ein koyritúrur umleið tveir tímar
burturi, skuldu vit gjøgnum eitt
øki, har serbar búðu. Tá noyddust
vit at koyra í konvoy fyri at
sleppa higar, sigur Beinta
Laursen.
- Í Gorazade vóru psykiatarar
og sálarfrøðingar, sum góvu
bráfeingis hjálp, og síðani annað
starvsfólk, eitt nú fysioterapeutar,
sum kundu venja og styrkja
sjúklingarnar upp aftur.
- Vit fingu stovnsett eina góða
og væl virkandi fysioterapideild.
Umframt tað fóru vit eisini út á
bygdir, sum lógu avbyrgdar frá
hinum partinum av landinum.
- Tá vit fóru út, høvdu vit tulk
og vegleiðara við okkum. Bilurin
varð settur einar tveir tímar
frá eini bygd, og so fóru vit til
gongu eftir einari smalari rípu í
landslagnum, av tí at landminur
vóru í økinum.
- Sum flest allastaðni, so
vóru smábygdirnar ikki so væl
útbygdar sum inni í býnum.
Eitt nú tá eg vitjaði ein 12 ára
gamlan brekaðan drong, var tað
avmarkað, hvat vit kundu gera.
- Tey brekaðu á bygd vóru
fyri tað mesta hildin innandura.
Tað bøtti heldur ikki um at geva
teimum ein koyristól, tá bert
moldvegir vóru í bygdini. Tað
besta, vit kundu gera, var at geva
teimum ein góðan stól at sita
í og tílík hjálpitól, sigur Beinta
Laursen.
- Henni dámdi væl í Bosnia og
umhugsaði at leingja um tíðina
har, men fór ístaðin til Grønlands
at arbeiða á sjúkrahúsinum í
Juleanehåb, har hon starvaðist í
tvey ár.
Úr Bosnia til
Grønlands
Í Bosnia hitti Beinta Laursen
fyrsta mann sín, sum var ættaður
úr Sweits. Tey giftust og fingu
dóttrina Anniku og fóru saman
til Grønlands og arbeiddu á
sjúkrahúsinum í Juleanehåb.
Árið eftir fóru tey hvør til
sítt, og maðurin fór heimaftur.
Beinta varð verandi í Grønlandi
og hitti har Ova Laursen. Hann
var dani, og hevði arbeitt sum
tryggingarmaður, áðrenn hann
keypti eitt hotell í Juleanehåb.
Tað kravdi stórar ábøtur, og
Beinta fekk til uppgávu at
innrætta og nútíðargera hotellið.
Hon gavst í sínum faki og fór tá
undir at arbeiða innan hotelyrki
tey næstu trý árini.
- Hotellvirksemi er eitt strævið
arbeiði, har tú ert til arbeiðis
at kalla allan sólarringin, sigur
Beinta og heldur, at hetta yrkið
meira er ein lívsstílur enn eitt
vanligt arbeiði.
- Tað var eisini strævið, av tí at
grønlendska arbeiðsmegin oftani
er so óálítandi. Tað tók mær trý ár
at fáa góð starvsfólk, sum kendu
ábyrgd og komu til arbeiðis eftir
avtalu.
- Ætlanin var, at eg sum
fráleið skuldi arbeiða hálva tíð
á hotellinum og hin partin við
fysioterapi, og tí innrættaði eg
eisini fysioterapi og wellness
stovu á hotellinum.
- Tíverri skuldi tað ikki ganga
eftir ætlanini, og alt broyttist eftir
lítlari løtu, sigur Beinta Laursen.
Boð um lív og
samstundis deyða
Eitt vetrarkvøld gleið 55 ára
gamli Ove Laursen í hálku og
meiddi seg í økslina. Tá hann fór
til kanningar á sjúkrahúsinum,
vísti tað seg, at hann hevði
krabbamein í lungunum, og at
sjúkan var so álvarslig, at tað
møguliga einki var at gera fyri at
fáa heilsubót.
- Vit høvdu leingi ynskt okkum
at fáa eitt barn, men eg hitti reis
tvær ferðir, áðrenn tað eydnaðist.
Hetta hendi alt um somu tíð. Vit
vóru ógvuliga fegin, men eg vildi
einki siga fyri familju og vinum, fyrr
enn eg hevði verið í skannaranum
og fingið vissu fyri, at alt var í lagi,
sigur Beinta Laursen.
- Tá eg kom til skanningina, og
alt var sum tað átti vera, hitti eg
Fekk eina dóttur
og misti mannin
Hvat er at gera, tá lívsinnihaldið broytist totalt, og tú stendur einsamøll eftir við tveimum
smábørnum? Tað sigur Beinta Laursen frá í samrøðuni. Hon hevur ferðast víða seinastu 15
árini. Eftir lokna útbúgving í Keypmannahavn gekk leiðin til Bosnia og haðani til Grønlands.
Nú hevur Beinta Laursen keypt hús í Havn og stovnað “fysioterapi við Havnará” í hugnaligu
sethúsunum við Hoydalsvegin
Samrøða
Dagny Joensen
Beinta Laursen: - Tað var so løgið, at eg ikki dugi at siga frá, hvussu tað
kendist – fyrst at hava fingið góð boð um barnsburðin og so í sama mundi at
fáa skelkandi vitanina um at maður mín ikki fór at liva