Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 97 - 25. mai 2009 Grind Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Seinastu árini hava ikki nógv­ ar grindir verið, og stór mót­ støða hevur verið ímóti at eta grind, tí tað skal vera so heilsu­ skaðiligt, men hetta forðaði ikki fólki at fara í grind leygardagin, nú kaggarnir kring landið hava verið rætti­ liga tómir seinastu tíðina. Heili 188 hval løgdu beinini, og bæði grindamenn og bygdirnar í økinum fingu hálvt skinn í part, av teimum umleið 1700 skinn­ unum, ið vórðu upptald. Grindin varð sædd úr Kollafirði og ein bátur úr Hósvík var tann fyrsti hjá grindini. Drápið Tað gekk rættiliga skjótt at reka grindina úr Kollafirði, har ein maður hevði sæð grindini úr heimið sínum, til Hvalvíkar, har hon varð hildin til. Sjálvt drápið tók umleið eitt korter, og seinni út á dagin vórðu nakrir hvalir funnir, men teir komu allir við í býtið. Tað vóru 188 hval, men nakrir springarar vóru eisini komnir upp í flokkin, og teir vórðu somuleiðis skorn­ ir á háls. ­ Tað var ikki meiningin, at springararnir skuldu takast, men royn tú at greiða monnum við stórum knív­ um og sjógvi upp undir øs frá tí, greiðir Andras Marr Poulsen, sýslumaður frá. Hann greiðir somuleiðis frá, at ein hvessingur var uppi í bólkinum, men Dorete Bloch fór við honum og ein­ um springara til kanningar. Býtið Tey umleið 1700 skinnini vórðu latin í drápspartar og heimapartar. 463 partar vórðu latnir bátsmanningum og 660 vórðu latnir fólki á landi. Drápspartarnir vóru hálvt skinn. Til samans vóru rættiliga nógvir heimapartar. 1660 til Sunda kommunu, 1250 til Vestmannar, Kvívíkar komm­ una fekk 605 partar, Kaldbak, Kaldbaksbotnur og Sund fingur 228 partar og Kollafjørður, Oyrareingir og Signabøur fingur 687 partar. Heimapartarnir skuldu vera 0,18 skinn fyri hvørt fólki. Eftirmeta meting Nógv tosaðu um, at skinnini vóru rættiliga lítil í Hvalvík, og hesum tekur sýslumaður­ in undir við. ­ Vit fara at hava ein eftir­ metingarfund, so vit kunnu finna útav, hvussu vit fáa metingina rættari. Tí sjálv­ andi kunnu vit gera tingini betri enn so, og kanska mann skuldi rundað niður, heldur enn at runda upp, staðfestir hann. Ein grindaskaði Í morgun er einasti fráboð­ aði skaðin frá grindini frá­ boðaður, men hesin verður avvístur, tí tað stendur í kunngerðini, at tílíkir skaðar skulu fráboðast beint eftir drápið. Sýslumaðurin í Streymoynni heldur tað vera eitt sindur óheppið. ­ Tað kann gott sýnast ólaga­ ligt, at skaðar skulu boðast frá beinanvegin, men soleiðis er kunngerðin, og soleiðis hevur hon verið frá gamlari tíð, tá mann seldi grind fyri at dekka skaðarnar. Nú er eitt sindur øðrvísi, tí umvælingar av bátum eru so dýrar, og tryggingin hevur seinastu árini ikki tikið við grinda­ skaðum, staðfestir hann. Ongin stuldur Ofta er komið fyri, at fólk hava hildið seg fingið ov lít­ ið av grind, og so eru hvalir blivnir burtur. Soleiðis var tó ikki hesaferð sambært 188 hval løgdu beinini í Hvalvík Áhugafeløg stýra ES Limirnir í Evropatinginum eru at kall ahvønn dag undir trýsti ella ávirkan frá fólki, sum vegna vinnulív ella áhugafelags­ skapir royna at ávirka avgerðirnar í tinginum. Danska Margrethe Auken, sum umboðar SF í Evropatinginum, sigur við DR, at næstan 80 prosent av broytingaruppskotunum, sum koma fyri tingið, eru ávirkað av áhugafelagsskapum. Annie Jensen, sum umboðar Vinstra í Evropatinginum, sigur við DR, at tað er hent, at hon hevur fingið millum 200 og 300 teldubrøv frá fólki í onkrum áhugafelagsskapi, sum royndi at ávirka hennara støðu til eitt ávíst mál. Nógvar fyritøkur í vanda Tað er líkt til, at nógvar danskar fyritøkur noyðast at gevast við virksemi sínum, áðrenn hetta árið er runnið. Greiningarfelagið Experidan hevur kannað viðurskiftini hjá 167.919 parta­ og smápartafeløgum, og kanningin vísir, at 20 prosent av feløgunum eru so illa fyri, at tey kanska noyðast at gevast í ár. Ringast stendur til í Keypmannahavn og har um vegir, har 20,2 prosent av feløgunum eru so illa fyri, at tey eru um at fara av knóranum. Aðrastaðni á Sælandi er talið 18,2 prosent. Experidan sigur, at støðan hjá teimum donsku vinnufeløgunum hevur ikki verið so ring tey seinastu tólv árini. Leygar­mor­gunin klokkan 9.07 komu gr­indaboð. Dr­ápið var­ um middag, og nú endaliga er­ talt upp er­ gr­eitt, at 188 hval vór­u í býtinum. Bæði dr­ápspar­tar­ og heimapar­tar­ vór­ðu latnir­ Grindin varð sædd úr einum húsum í Kollafirði leygar­ morgunin Tað var rokan í fjøruni í Hvalvík, nógvir báta og nógv fólk vóru til staðar