mánadagur 25. mai 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 97 - 25. mai 2009
løgregluni. Tað er heldur
ikki óvanligt, at løgreglan
tekur fólk, sum kanska hava
fingið ein dramm ov nógv
niður um, og tí fáa onkra
revsing, fyri at koyra við
kenning. Men leygardagin
var løgreglan ikki úti fyri
tílíkum støðum.
Grind seinastu árini
Seinasta grindin, sum hevur
verið, var í Hvannasundi 5.
januar í ár, tá 90 hval løgdu
beinini. Í 2008 var ongin
grind, og leitast skal heilt
aftur til august 2007 til
næstu grindina. Hon gjørdi
landgongd í Sandágerði.
Hetta merkir í øllum før
um, at kaggarnir hava staðið
rættiliga tómir í stórum
pørtum av landinum, so
helst er hendan grindin kom
rættiliga væl við hjá nógv
um, hóast onkur helt dráps
partarnar
vera
nakað
smáar.
Grønari flogfeløg
Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA hevur sett sær fyri, at
flogfeløgini skulu ganga undan í arbeiðinum við at avmarka CO2
útlátið. Giovanni Bisignani, sum er stjóri í IATA, segði í einum
fyrilestri í Keypmannahavn í gjár, at flogfeløgini fara at seta sær trý
greið mál. Tað fyrsta er, at innan 2020 skal brennievnið hjá
flogførunum gerast 20 prosent betri. Annað málið er, at í 2020 skulu 10
prosent av brennievninum skulu koma frá alternativum orkukeldum, og
í triðja lagi skal CO2útlátið frá altjóða flogferðsluni skerjast 50 prosent
innan 2050. Í fyrilestrinum mælti Giovanni Bisignani politikarunum til
at taka stig, sum skulu eggja flogfeløgunum til at leggja seg eftir at
rækka málunum hjá IATA.
Oljudálking í Eystrasalti
Um middagsleitið í gjár sá eitt danskt umhvørvisflogfar ein
stóran oljublett í Eystrasalti einar 10 fjórðingar sunnan fyri
Bornholm. Tað dálkaða økið var einar 25 fjórðingar langt,
men myndugleikarnir vænta ikki, at oljan fer at reka inn á land
á Bornholm, men at hon verður upployst rættiliga skjótt. Ein
talsmaður fyri myndugleikarnar sigur við DR, at enn vita teir
ikki, hørjum skipi oljan stavar frá, og at roynt verður at fáa
staðfest, hvørji skip hava siglt tann vegin. Myndugleikarnir
hava tí ikki illgruna til nakað ávíst skip enn, sigur talsmaðurin
við danska kringvarpið.
Tað spruttar, tá skotið verður á háls
Sóknaronglarnir komu veruliga til sín rætt í Hvalvík
Drápið vardi bara eitt korter
Skerast skal væl niður fyri, tá skorið verður
á háls
Tað er rættiliga grunt langt út í Hvalvík
Blóðið spruttaði í Hvalvík. Helst
ein góð mynd til felagsskapir ímóti
hvalaveiðu