mánadagur 25. mai 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 97 - 25. mai 2009
heilsukostur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Í blaðnum í dag hevur
Snorri Patursson tíðargrein
um heilsugóðan kost, við
heitinum Hugsað Einfalt.
Hann er lesandi í Ernæring
og Sunnheit við sergrein í
Human Ernæring og er
fegin um, at fyribyrgingar
ráðið hevur tikið stig til úti
vikuna, ið kann eggja fólki,
til at fara betur um heilsuna,
við vón um at minka um
vælferðarsjúkurnar.
Upprunaliga vóru kost
ráðini sjey, men vórðu til
átta, tá motión fyri nøkrum
árum síðan varð talt við
sum heilsuráð, sigur Snorri
Patursson.
Úrslitini av kanningum
av vælferðarsjúkum í heim
inum hava seinastu tíðina
verið fallandi. Men serfrøð
ingar á økinum rokna við
enn einum boosti, tá nýggj
astu úrslitini fyriliggja.
Eitt nú rokna tey við
einum boosti millum etnisk
ar minoritetir, har tey hava
eitt annað forhold til sjón
varp enn vit, og har upplýs
ingin um sunnan kost er
lítil, sigur hann.
Gullkornið í kostinum
Tíðin er farin frá ræðsluher
ferðum í samband við upp
lýsing. Nógv kjak hevur eitt
nú verið um ávaringar á sig
arettpakkum, og tað sama
ger seg galdandi, tá tað snýr
seg um sunnan kost. Tað
snýr seg um at seta fokus á
tað positiva við at fáa fólk
at leggja kostin um, og ikki
at mála ræðslumyndir. Her
fyri varð spildurnýggj her
ferð skotin í gongd, sum
skal fáa fólk at eta meir full
korn, sum Snorri Patursson
í síni tíðargrein rópar gull
korn.
Tað er Sundhedsstyrel
sen, ið er stigtakari til lýs
ingarherferðina viðvíkjandi
fullkorninum, og í lýsingar
herferðini eru tað sokallaðir
ambassadørar, ið lýsa fyri
fullkorni. Ambassadørarnir
eru ymisk ítróttarfólk í Dan
mark, sum síggjast í sam
band
við
appilsingula
merki, ið stemplar vørurnar
sum fullkornsvørur, greiðir
Snorri Patursson frá.
Aftan fyri lýsingarher
ferðina standa Kræftens
Bekæmpelse, Diabetesfelag
ið og onnur, og er heimasíða
gjørd í samband við her
ferðina, www.fuldkorn.dk,
har meir fæst at vita um
fullkorn.
Fullkorn
fyribyrgir
krabbamein og vælferðar
sjúkur. Tað liggur longri á,
og gevur eina økta mett
heitskenslu. Tað kann vera,
at fullkornsvørurnar eru
nakrar krónur dýrari, men
tá tú etur minni, av tí at tú
ert mett longri, loysir tað
seg tá alt kemur til alt, sigur
Snorri Patursson.
Hugsa einfalt
Fullkornið er eisini gott fyri
magan, sum ber meginpartin
av immunverjuni hjá okk
um.
Vit fáa ein sterkari
maga, og ikki at gloyma,
minkar fullkornið um vand
an fyri at fáa sukursjúku.
Tíðargreinin, sum Snorri
Patursson seinastu tíðina
hevur arbeitt við, er ætlað
vanliga brúkaranum. Ætlan
in er at eggja vanliga brúk
aranum, sum í dagsins sam
felag ikki gevur sær stundir
til, at hugsa einfalt.
Tíðin vit liva í í dag ger,
at vit ikki hava tíð til nakað.
Tí skulu broytingar í mat
vanum leggja seg tætt uppat
okkara lívsstíli. Men tað
ber til at gera mun við bert
at velja eitt sindur øðrvísi,
sigur Snorri Patursson.
Í tíðargreinini, ið er prent
að aðra staðni í blaðnum,
gjøgnumgongur
Snorri
Patursson heilsugóðankost
og kemur við tilmælum og
hugskotum til, at eta sunnari
og hugsa meira einfalt.
Eg haldi sjálvur, at tað
er gleðiligt at so nógvar
ymsar bøkur um heilsugóð
an kost verða útgivnar í løt
uni. Harafturat er tað bara
gott at skera niður á mettaða
feittið í okkara kosti og
royna at eta vistfrøðiligt í
so stóran mun, tað er gjør
ligt, eru nøkur av ráðunum
frá Snorra Paturssyni.
Fullkorn er
gullkorn
Her fyri varð spildurnýggj herferð skotin í gongd, sum skal fáa fólk at eta meir fullkorn, sum
Snorri Patursson í síni tíðargrein rópar gullkorn. - Vit fáa ein sterkari maga, og ikki at gloyma,
minkar fullkornið um vandan fyri at fáa sukursjúku, sigur hann millum annað um gullkornið
Snorri Patursson er lesandi í Ernæring og Sunnheit
við sergrein í Human Ernæring. Í samband við
útivikuna nýtir hann høvi til, at varpa ljós á stóru
munirnar, smáu broytingarnar, ið kosturin kann
gera fyri kroppin. Í løtuni er eitt nú fullkorn
nýggjasta heilsuráðið, og er lýsingarherferð um
gullkornið skotin í gongd í Danmark
Funnu 24 tons av hassji
Í Marokko hevur løgreglan lagt hald á 24 tons av hassji, sum vóru
á veg til Evropa, og er hetta næststørsta nøgd, sum marokkansku
myndugleikarnir nakrantíð eru komnir fram á. Løgreglan kom
fram á hasjið á havnarlagnum í býnum Casablanca. Tað var fjalt í
bingjum. Í fylgiskjølunum stóð, at bingjurnar, sum skuldu til
Evropa, vóru fullar av maskinlutum. Fyri einum góðum mánaði
síðani legði løgreglan í Marokko hald á meiri enn 32 rons av
hassji í bingjum, sum stóðu í havnini í Casablanca, og sum skuldu
til Spania. Í 2008 legði marokkanska løgreglan hald á næstan 111
tons av hasji, skrivar AFP.
Góðtekur ikki 1967-markið
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, fer ikki at lata seg
trýsta til nakra avtalu við palestinar, sum ber í sær, at Ísrael skal taka
seg av teimum økjunum, sum landið hersetti í krígnum í 1967. Aftan
á ein stjórnarfund um vikuskiftið segði Lieberman, at ein loysn við
markinum frá 1967 fer ikki at gera enda á kreppuni í Miðeystri og
fer heldur ikki at veita nakra trygd fyri friði. Undir krígnum í juni í
1967 flutti Ísrael sítt mark við at innlima Sinai, Gaza, Vestara
Áarbakka og Golanherurnar. Í 1978 gjørdu Ísrael og Egyptaland
friðaravtalu, sum bar í sær, at Egyptaland fekk Sinai aftur.