mánadagur 25. mai 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 97 - 25. mai 2009
- At talið av
umsóknum um
leitingarloyvi hevur
verið minkandi,
og at onkur feløg
fyribils hava tikið
seg úr føroyska
økinum, hevur
kanska fingið
onkran at ivast
í, hvussu bjarta
framtíð oljuvinna
í Føroyum nú man
hava. Tað dugi
eg onga orsøk at
síggja til at seta
spurnartekin við. Tí
vit hava eina “vøru”
at selja segði Kaj
Leo Johannessen,
løgmaður,
tá hann setti
oljuráðstevnuna í
Havn
Oljuráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Góðu fyriskiparar, góðu
áhoyrarar.
Hetta at varpa ljós á olju
virksemið við einum tiltaki
sum hesum, er avgjørt við
komandi. Ikki minst í hesum
tíðum, tá avbjóðingarnar eru
stórar bæði hjá okkum
sjálvum og úti í heimi. Hóast
tað ofta hevur verið nevnt,
at viðvíkjandi hesum at
finna olju, mugu vit geva
tol, so kann tað vera vert at
minna á tað enn einaferð.
Dregur tað út at finna oljuna,
skulu vit ikki sita hendur í
favn,
men
framhaldandi
stremba ímóti at brúka teir
møguleikar,
sum
eisini
leitivirksemið gevur.
Eg fari at takka tykkum,
ið hava tikið stig til at skipa
fyri hesum tiltaki, sum eitt
gott íkast til framhaldandi
at hava fokus á hetta
virksemið.
Ikki óvæntað
Nú fara at verða 9 ár síðani
fyrstu oljuleitingarloyvini
vórðu latin. Í løtuni eru 16
oljufeløg virkin á føroyska
økinum, og slakir 18.000
ferkilometrar av landgrunn
inum eru í løtuni lutaðir til
oljuleiting. 6 brunnar eru
boraðir, og 1 verður boraður
fyrst í komandi ári.
Tá bjóðað varð út fyrstu
ferð, var áhugin ovurhonds
stórur at fáa leitingarloyvi,
meðan talið av umsóknum
hevur verið lægri í báðum
teimum seinastu umførun
um. Tann gongdin er hvørki
óvæntað ella ónatúrlig, tí í
fyrsta útbjóðingarumfarin
um vórðu flestu økini, ið
mest vitan var um, latin.
Síðani hevur leitingin flutt
seg meira spakuliga inn á
nýggj øki.
Eitt endamál við at hava
útbjóðingarumfør er nevni
liga at hava gongd í leit
ingini, soleiðis at virksemið
alla tíðina flytur seg – eisini
tá eldri loyvi verið latin inn
aftur. Seinasta útbjóðingar
umfar, ið varð hildið seint í
fjør, var talið av umsóknum
ikki høgt. Men vit eru kort
ini nøgd við, at vit fáa leiti
virksemi ymsa staðni á
landgrunninum. Bæði sunn
anfyri, og ikki minst, at eitt
stórt økið afturat norður
við markinum eystanfyri
verður kannað tey næstu
árini.
Eg havi skilt, at sera nógv
vitan um undirgrundina, er
løgd afturat hesi árini, leiti
virksemi hevur verið.
Eina eina “vøru”
at selja
At talið av umsóknum um
leitingarloyvi hevur verið
minkandi, og at onkur feløg
fyribils hava tikið seg úr før
oyska
økinum,
hevur
kanska fingið onkran at iv
ast í, hvussu bjarta framtíð
oljuvinna í Føroyum nú
man hava. Tað dugi eg onga
orsøk at síggja til at seta
spurnartekin við. Tí vit
hava eina “vøru” at selja.
Men vit kunnu ikki og
skulu ikki seta okkum aft
urá, og bara vænta, at alt
gongur av sær sjálvum.
Vøran selur seg ikki sjálv,
men má seljast. Tað gera vit
partvís longu við, at dátur,
ið ikki longur eru heftar av
trúnaði, verða seldar fyri
ein kostnað, ið bara er ein
lítil brotpartur av tí, sum
tað upprunaliga hevur kost
að feløgum at fáa tær til
vega. Tankin við at selja tær
bíliga er, at tær skulu koma
flest møguligum til góða og
verða við til at fremja
leitivirksemið.
Vit hava enn áhugaverd
øki og jarðfrøðiligar fláir,
ið antin als ikki eru kannaði
ella eru ikki kannað nóg
Løgmaður:
-Vit mugu marknaðarføra undirgrund
-Vit hava enn áhugaverd øki og jarðfrøðiligar fláir, ið antin als ikki eru kannaði ella eru ikki kannað nóg væl.
Fv. Árni Olafsson, fyrrv. formaður í Oljuráðleggingarnevndini, Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi og Morten Hahn-Pedersen,
serkønur í oljusøgu