Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 25. mai 2009 13 ina væl væl. Føroyska økið er alla tíðina í kapping við onnur øki, og í hesum tíðum við heimsfevnandi fíggjar­ kreppu og lutfalsliga lágum oljuprísum, er minni pen­ ingur til leitivirksemi, og kappingin um peningin tí enn størri. Tað eru framvegis olju­ feløg, sum síggja møguleik­ ar her, umenn váðin er lut­ falsliga stórur. Okkara egnu jarðfrøðingar síggja eisini nógvar møguleikar, sum enn ikki eru troyttir. Við egnari gransking gera teir sínar sjálvstøðugu metingar av ymsum leitiviðurskiftum á føroyska økinum, og tað er av stórum týdningi, at tann granskingin heldur áfram. Ein avbjóðing er at halda teimum feløgum til, ið eru her, og at vekja áhugan hjá enn fleiri at koma henda vegin. At fáa fleiri hendan vegin er kanska nakað, ið vit eiga at gera meira við. Tí hóast tað kundi verið áhugavert hjá fleiri feløgum at komið hendavegin, so er tað kortini ikki vist, at tey koma. Tingini hanga ikki saman á tann hátt, at Før­ oyar standa og blunka á ljós­ talvuni hjá øllum leitistjór­ um runt um í heiminum. Vit mugu áhaldandi kunna um, at vit eru til, og fáa teir áhugaðar at brúka orku til leitivirksemi í føroyska økinum. Føroysk vinna upp í part Ein annar táttur við olju­ vinnu, er møguleikin hjá føroyskari vinnu at veita oljuvinnuni vørur og tæn­ astur. Føroysk vinna hevur gjørt sínar royndir at sleppa uppí part. Hjá summum hevur hetta hepnast væl, meðan aðrar ikki hava fing­ ið tað burturúr, tær vónaðu. Tað er kortini hugaligt at frætta, at tær fyritøkur, ið hava megnað at fáa sátt­ málar, hava til fulnar livað upp til krøvini, ið sett verða. Og tey eru ikki lítil! Hetta er nakað, ið byggjast kann víðari á. Leitivirksemið á føroysk­ um øki er ikki nóg mikið til at vera eitt javnt íkast hjá før­ oysku vinnuni, og tí kundi verið umhugsað, hvørt tað eisini ber føroyskum fyritøkum til at koma sær framat í útlendskum høpi. Og hví skuldi tað ikki borið til, tá tær hava víst síni evni her heima? Møguleikar eru beint eystanfyri markið, t.d. hevur franska oljufelagið Total boðað frá, at tað hevur ætlanir um at útbyggja gass­ leiðing vestanfyri Hetland fyri einar 20 milliardir krón­ ur. Hetta er afturat tí leiti­ virksemi, ið annars er vestanfyri Hetland. Eg eri tó fullgreiður yvir, at tað er ikki bara sum at siga tað, at sleppa framat. Mugu skilja mentan Í tí stóru myndini, er tað sjálvandi fyrst og fremst prospektiviteturin á før­ oyska landgrunninum, ið ger av, hvørt feløg hava áhuga at koma hendavegin. Men eisini onnur viðurskifti spæla ein leiklut. Higartil hevur oljuvinnan og teir persónar, ið arbeiða í vinnuni, verið væl móttikin av føroyingum. Tað er í hvussu so er mín fatan. Ein leggur hetta kanska ikki so væl til merkis í tí dagliga, men týdningurin av tí, skal ikki undirmetast. Tað hevði kanska verið sjónligari, um samspælið var minni gott. Viðvirkandi til hesa støðuna er m.a. tann umboðan, ið oljufeløgini hava í Føroyum, tí tað er heilt vist, at tað er ótrúliga týdningarmikið, at feløgini leggja seg eftir at skilja føroyska mentan og føroysk viðurskifti annars. Góða samspælið, hevur verið til fyrimuns fyri báðar partar, og vónandi kann henda gongd halda fram, har báðir partar sýna hvørjum øðrum virðing. Við hesum fáu orðum fari eg at takka fyri og ynskja tykkum øllum eina góða ráðstevnu. ” Vit kunnu ikki og skulu ikki seta okkum afturá, og bara vænta, at alt gongur av sær sjálvum. Vøran selur seg ikki sjálv, men má seljast. Tað gera vit partvís longu við, at dátur, ið ikki longur eru heftar av trúnaði, verða seldar fyri ein kostnað, ið bara er ein lítil brotpartur av tí, sum tað upprunaliga hevur kostað feløgum at fáa tær til vega. Tankin við at selja tær bíliga er, at tær skulu koma flest møguligum til góða og verða við til at fremja leitivirksemið” Kaj Leo Johannessen, løgmaður Morten Hahn-Pedersen, stjóri á „Søfartsmuseet“ í Esbjerg greiddi sera livandi og professionelt frá kolvetnistilgongdini í Danmark Vinnulívið var væl umboðað á oljuráðstevnuni