mánadagur 25. mai 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 25. mai 2009
19
tíðindi
Fríggjadagin fingu
føroyskir útisetar
í Esbjerg eina frá
greiðing um sjúkuna
Carnitin Transport
er Defekt, sum er
nógv meiri vanlig
í Føroyum enn
aðrastaðni
Heilsumál
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað var heimasandsmaðurin
John Jensen, sum býr í
Esbjerg, ið hevði fingið
tann fremsta danska ser
frøðingin á økinum, gen
granskaran og professaran
Flemming
Skovby,
til
Esbjerg at greiða føroying
um har frá teirri lúnsku
sjúkuni. Sjálvur hevur John
Jensen mist tvey børn í 30
og 21 ára aldri av Cernitin
Transporter Defekt, og í
hesum
sambandi
hevur
hann fleiri ferðir havt sam
band við Flemming Skovby,
sum dagliga arbeiðir á
Ríkissjúkrahúsinum
í
Keypmannahavn.
Tað serliga við Carnitin
Transpoter Defekt er, at
hendan sjúkan hevur nógv
fleiri berarar í Føroyum enn
ankra aðrastaðni. Kanningar
hava víst, at í Avstralia er
ein CTDberari fyri hvørji
37.000 100.000 fólk og í
Japan ein fyri hvørji 40.000
fólk. Men í Føroyum er ein
berari fyri 560 5.700 fólk,
og blóðroyndir av føroysk
um nýføðingum hava víst,
at tað rætta lutfallið er helt,
at tað er ein berari fyri
hvørji umleið 700 fólk í
Føroyum.
Sambært danska gransk
aranum er frágreiðingin um
tann óvanliga títtleikan í
Føroyum rættiliga einføld:
Siga vit, at tað vóru 20
fólk úr Vesturnooregi, sum
búsettu Føroyar, so er
niðurstøðan tann, at eitt av
teimum tjógu bar Carnitin
Transpoeter Defekt við sær
til Føroya, sigur Flemming
Skovby.
Hann vísir í hesum við
fangi á, at tað er væl kent í
øðrum fjarløgdum sam
feløgum, at fólk hava eitt
ella annað eyðkenni, sum
er sera vanligt samanborið
við samfeløg, sum hava
havt meiri samband við
onnur fólk. Í so máta hava
Føroyar ligið einsamallar
úti í havinum uttan stórvegis
samband og tískil eisini
uttan stórvegis íblanding
frá øðrum fólki.
Útisetarnir
Fundurin í Esbjerg fríggja
dagin vísti týðiliga, at
føroyskir útisetar kenna seg
ikki heilt tryggar eftir tað,
sum er komið fram um
Carnitin Transporter Defekt
ta seinastu tíðina. Tað kom
eisini fram, at nøkur hava
longu verið hjá lækna ella á
sjúkrahúsi og tikið blóð
roynd fyri at fáa at vita, um
tey bera sjúkuna. Onkur
vísti á, at børn hjá føroying
um í Danmark verða ikki
skrásett sum føroyingar og
"hvørva" tí í skipanini sum
donsk børn og danir.
Flemming Skovby greiddi
frá, at í dag fáa allir nýføð
ingar tilboð um blóðroynd,
sum kann avdúka, um teir
eru CTDberarar. Framman
undan hevur Serumstovnur
in blóðroyndir av øllum,
sum eru fødd aftan á 1982.
Men hvussu við teimum,
sum eru fødd fyri 1982,
vildi onkur hava at vita.
Flemming Skovby segði, at
fólk kunnu sjálvboðin fara
til lækna at fáa eina blóð
roynd. Ein annar møguleiki
er, at teir føroysku myndug
leikarnir gera av, at øll
skulu kannast. Men tað er
ein spurningur um pengar.
Danski granskarin nevndi
í hesum viðfangi, at hann
hevur
mælt
danska
Heilsustýrinum til at kanna
allar danir fyri psystiska
fibrosu,
sum
er
nógv
vanligari í Danmark enn í
øðrum londum, men at
myndugleikarnir høvdu víst
uppskotinum aftur. Hann
vildi ikki taka støðu til, hvat
føroyskir politikarar eiga at
gera í sambandi við CTD,
men nevndi, at øll bera eina
ella aðra sjúu, so tað er ein
spurningur um raðfesting.
Tekniskt er tað gjørligt
at kanna allar føroyingar
fyri CTD, men tað mugu
føroysku myndugleikiarnir
gera av, segði Flemming
Skovby.
Útisetar óttast eisini CTD
John Jensen, sum hevur mist tvey børn av Carnitin Transporter
Defekt, hevði fingið Flemming Skovby til Esbjerg
Mynd: Árni Joensen
Carnitin Tronsporter Defekt er ongastaðni so vanlig sum í Føroyum
Mynd: Árni Joensen
Flemming Skjovby er gengranskari á Ríkissjúkrahúsinum í
Keypmannahavn
Mynd: Árni Joensen