mánadagur 25. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 97 - 25. mai 2009
Tað kom dátt við um dag
arnar at frætta, at Hanna
Lisberg var farin, 82 ára
gomul. Tað er ikki langt
síðani, at vit bæði tosaðu
saman, og tá tyktist hon at
vera
tann
góða
gamla
Hanna, sum hon eg altíð
hevði kent við tí positiva
lyndinum.
Hanna var vágbingur. For
eldur hennara vóru Elisa
Bæk, ættað úr Hovi, og Joh
an Toftum, sum var vág
bingur.
Fyrst og fremst kann sigast
um Honnu, at hon var ein
partur av okkara fakfel
agssøgu. Hon var sera ung,
tá hon fekk politiskt og fak
ligt medvit. Hetta var í 1939,
tá hon var 13 ára gomul. Hon
mintist eina stóra mannfjøld
á bryggjuni í Vági. Ferðaskip
var komið úr Danmark og
hevði lagt at á Tvøroyri og
sett av tey ferðafólkini, sum
skuldu til Suðuroyar. Tey,
sum so skuldu longur suður í
oynna, fóru umborð á mjólk
arbátin
„Sigmund“,
sum
sigldi tey til Vágs. Umborð
var ein serligur danskur gest
ur, sum var orsøkin til hesa
stóru
mannamúgvuna
á
bryggjuni. Tað var nevniliga
arbeiðaraverkfall í Vági tá, tí
arbeiðsfólkið kravdi at fáa
eina løngjaldsstovu, so lønin
skuldi gjaldast kontant.
Arbeiðsgevarar í Vági
noktaðu í fyrsta umfari at
eftirlíka kravinum um løn
gjaldsstovu, hóast arbeiðs
mannafelagið Fylking á
Tvøroyri hevði fingið løn
gjaldsstovu frammanundan.
Í Vági stóð tískil í botni,
og tað stóð eisini á hjá fólki
at fáa mat. Søga var um
onkran arbeiðsgevara, sum
sníkti seg inn í sín egna
handil at taka sær sjálvum
okkurt til matna. Men tað
var ikki talan um. Verkfalls
fólkið hótti við at blaka
hann á sjógv.
Hanna segði, at hóast alt
var virðing fyri arbeiðsgev
arunum, tí á mangan hátt
vóru teir ikki so galnir, men
í málinum um løngjaldsstovu
vildu teir ikki geva seg.
Danski gesturin var eitt
umboð frá tí danska Sam
virkende Fagforbund, í dag
LO. Hann kom upp at stuðla
arbeiðarunum og eisini at
royna at fáa semju millum
partarnar. Hetta eydnaðist
eisini, og vágbingar fingu
sína løngjaldsstovu.
Hetta stríðið birti ein
neista í Honnu, og hon fekk
tá bæði politiskt og fakfel
agsligt medvit. Í fyrsta um
fari var tað kanska ikki tað
stóra, hon fekk gjørt. Men
hon hevði gott samband við
forkvinnuna í arbeiðskvinnu
felagnum
Fjallbrúður,
Mikalu Midjord, sum eisini
var fastur Ingeborg Vinther.
Hanna plagdi at ganga við
fundarboðum, tá ið fundur
var í felagnum. Vanligt var
at lýsa við uppslagi á einum
pela, men boðskapurin kom
betri fram, um gingið varð
hús úr húsi. Fjallbrúður varð
stovnað 13. september 1937,
so sigast kann, at Hanna
nærum var við frá byrjanini.
Sum frá leið gjørdist
Hanna skrivari í Fjallbrúður.
Í hesum sambandi plagdi
hon at fara til Havnar á fund
hjá Føroya Arbeiðarafelag,
har Gunnar Petersen var
formaður.
Gekk á odda at
fáa líka løn
Hanna segði, at Fjallbrúður
var tað arbeiðskvinnufelag,
sum gekk á odda at útvega
líka løn til kvinnur og menn.
Hetta arbeiði gav eisini tað
úrslit, at fyrst gjørdust dýr
tíðarviðbøturnar tær somu
hjá monnum og kvinnum,
og gjørdist sjálv lønin tann
sama.
Ein politikari frá teirri tíð
ini, sum Hanna setti høgt,
var Johan Danbjørg úr Pork
eri. Hann var álitið hjá
verkafólki í sunnaru helvt
av Suðuroynni.
Danbjørg arbeiddi eisini
á øðrum økjum enn á teim
um reint politisku. M.a.
arbeiddi hann íðin við at
fáa eina keypssamtøku, har
arbeiðarar kundu fáa bílig
ari mat. Her kom hann tó
ikki á mál.
Fór at arbeiða
hjá Kaaber
Sum ung var Hanna heldur
heilsuveik.
Hon
hevði
„smittuna“, sum tað kallað
ist, og hon lá á sjúkrahúsi í
eitt heilt ár. Hon helt seg tí
ikki til at fara at arbeiða í
fiski, sum tá í tíðini var tað
vanliga arbeiði hjá gentum.
Hon fór tí at hjálpa til
heima hjá Onnu Katrinu
Nolsøe, sum var mamma til
millum onnur Eli Nolsøe,
fyrrverandi
landsstýris
mann í fiskivinnumálum.
Ein dagin meðan hon
skúrar úthurðagáttina kem
ur ein dani framvið. Hesin
var
tannlæknin
Kaaber,
sum annars arbeiddi í Havn.
Hann plagdi eisini at fara
sum tannlækni til tær bygd
irnar, sum høvdu ravmagn,
og har greiðirnar hjá tann
læknum kundu nýtast. Vág
ur var ein av hesum fáu
bygdunum, har hetta bar til.
Kaaber steðgaði á og bjóð
aði
Honnu
starv
sum
klinikkdama á tannlækna
stovuni, sum var úti í Tinga
nesi, har løgmaður í dag
heldur til. Hanna gjørdist
kløkk, tí hetta var jú nakað,
sum hon als einki kendi til.
Men hetta var skjótt at læra,
og Hanna kundi byrja dagin
eftir, um hon hevði hug.
Hanna tók av og kom at
arbeiða hjá Kaaber í 1945
48. At koma til Havnar var
sum at koma til eina aðra
verð. Hanna búði í KFUK,
har nógv fólk komu. Hon
byrjaði eisini at ganga á
javnaðarfundir, og í Havn
kom hon at kenna ein hóp
av fólki. Ein av teimum var
Jona Henriksen okkara
felags vinkona, sum doyði í
2006. Av øðrum persónum,
sum hon lærdi at kenna
vóru pápa Jonu, Palli Henr
iksen, Hans B. Arge, Esmar
Fuglø, Dia í Funningsstovu
og Mourentius við Stein.
Hanna vildi eisini her stuðla
javnaðarflokkinum, og hetta
varð m.a. gjørt við at fáa fólk
at geva pening til Sosialin,
sum ofta lá tungt í sjónum
fíggjarliga. Men tað gekk, og
teir vóru nógvir, sum veruliga
rindaðu heilt fitt av peningi til
hetta endamál.
Tannlæknastovan
hjá
Kaaber var tá tann einasta í
landinum. Hanna lat ótrú
liga væl at Kaaber. Hann var
ein sera dugnaligur tann
lækni, og fleiri av teimum
plumbum, sum hon fekk,
meðan hon arbeiddi fyri
hann, hevði hon framvegis.
Ein sum kom at arbeiða sum
tannlækni hjá Kaaber var
Esther Djurhuus, sum doyði
í fjør. Hon hevði alt gott at
siga um Honnu, og segði, at
Hanna var sera røsk og eitt
rættiligt álitisfólk.
Hanna
var
ikki
bert
klinikkdama, tí her var eis
ini nógv skrivstovuarbeiði,
sum skuldi gerast. Hon
lærdi seg tí eisini maskin
skriving. Kaaber vildi hava,
at ordan skuldi vera í. M.a.
skuldi Hanna altíð vera í
væl bustaðum skóm, tá hon
kom til arbeiðis. Eina ferð
hevði Hanna verið heilar
tveir dagar í einum brúd
leypi og hevði gloymt at
busta skógvarnar. Fyri hetta
fekk hon ein slíkan umgang,
at hon alla sína tíð ikki fór
út fyri dyr uttan at hava
bustað skógvarnar!
Hanna hevði ymisk smá
arbeiði afturat. Eitt av hesum
var at vera barnagenta hjá
børnunum hjá Jákupi Joen
sen, prósti. Hetta var um ta
tíðina, tá ið hann skrivaði
bókina „Víkingasynir“ um
teir sum fórust undir krígn
um, og tí ikki mátti órógv
ast.
Í Føroya
Arbeiðarafelag
Í 1949 giftust Hanna og
Jens Lisberg, og tey búsett
ust í Vági. Nú kemur Hanna
aftur upp í fakfelagsarbeiði
hjá Fjallbrúður, og í 1958
varð hon vald inn í nevndina
í Føroya Arbeiðarafelag,
har hon gjørdist skrivari. Á
aðalfundinum varð nevni
liga samtykt at hava eina
kvinnu afturat, og tað gjørd
ist Hanna.
Hanna varð vald í nevnd
ina um tað mundið, tá Havn
ar Arbeiðsmannafelag var
farið úr Føroya Arbeiðara
felag, og Havnar Arbeiðs
kvinnufelag hevði boðað
frá tí sama. Tí komu Hanna
og hitt kvinnuliga umboðið
í nevndini Andrea Árting
bert at vera saman í nevnd
ini heilt stutta tíð. Seinni
fóru feløgini í Klaksvík eis
ini burturúr. Hanna var í
nevndini inntil 1966, og
hon kom tí at uppliva tað
split, sum var úrslitið av, at
hesi feløgini vóru farin
burtur úr. Hetta harmaði
hana nógv.
Fjallbrúður var framvegis
á odda, men nú á einum
øðrum øki. Tær komu í
1959 við einum uppskoti
um, at hjún skuldu skattast
hvør sær. Føroya Arbeiðara
felag tók undir við hesum,
og mong mundu tá hava
roknað hetta sum ørvitistos,
meðan tað í dag er ein
sjálvfylgja at soleiðis er.
Tað var ymiskt, hvussu
tað gekk við samráðingum
hesi árini. Viðhvørt varð
samráðst saman við hinum
feløgunum
og
viðhvørt
ikki. Hetta gav eisini ósemj
ur millum feløgini.
Mótpartarnir vóru arbeiðs
gevarafelagið við t.d. Esmar
Fuglø, Aksel Hansen og
Páll á Dul. Serliga gav
Hanna Páll á Dul eitt gott
ummæli. Hann var tann
mest
semjusøkjandi,
og
hann fekk forðað verkføll
um, sum annars vandi var
fyri. Tey bæði vóru annars í
nevndini fyri Føroya Hand
ilsskúla í 18 ár, og hon tók
til, hvussu góður Páll var at
samstarva við.
Stríðið fyri
teimum veiku
Hanna var annars mest kend
fyri sína verju av tey veiku í
samfelagnum. Longu í 1969
gjørdi hon í eini blaðgrein
vart við tær vánaligu umstøð
ur hjá teimum menningar
tarnaðu á Rødbygaard í Dan
mark. Tað vóru ikki øll, sum
tóku hetta væl upp, men
tíbetur er tað nú viðurkent í
okkara samfelag, at nærum
eingin er so illa fyri, at hann
skal sendast av landinum.
Størsta virksemi innan
hetta øki kom hon at gera
sum lærari. Hon var í bún
um aldri, tá hon í 1960 fór á
læraraskúla, har hon gjørd
ist liðug í 1964. Tá var hon
38 ára gomul. Hon fór tá at
arbeiða
á
skúlanum
á
Trøðni, og hevði serlig evni
at læra frá sær til fólk við
ymiskum brekum, eins og
hon hevur verið støðugur
talsmaður fyri at bøta um
korini hjá teimum, sum
gingu á skúlanum.
Sum bólk hevur hon havt
serligan tokka til tey deyvu.
Hetta kemur ikki minst av
teimum fimm deyvu systkj
unum í Norðragøtu, sum øll
máttu fara av landinum í
skúla. Hetta var beinleiðis
orsøkin til, at deyvaskúli
kom í Føroyum.
Hanna fór ikki úr starv
inum, fyrr enn hon var 70 ára
gomul. Orsøkin var tann, at
hon skuldi læra Jónsvein
Bech deyvamál, so hann
kundi virka sum deyvaprest
ur. Hetta riggaði eisini sera
væl, og á eini royndarguds
tænastu í Danmark vóru tey
ovfarin um, hvussu skjótt
Jónsvein var komin eftir at
prædika á deyvamáli.
Jens doyði í fjør. Hetta
var ein smeitur hjá henni.
Hanna plagdi at taka til, at
uttan eitt slíkt bakland,
hevði hon als ikki kunnað
verið við í øllum hesum
virkseminum.
Tey bæði fingu tveir
synir. Teir eru Eli og Dánjal
Johan, sum er giftur við
Maluni úr Rituvík.
Vit eru mong sum minn
ast Honnu við virðing.
ó.
Hanna Lisberg:
Ein stríðskvinna
farin
Jens og Hanna Lisberg
Skrivað verður undir sáttmála. F.v. Hanna Lisberg, Hans Jacob
Johansen úr Klaksvík og Andrea Árting.
Hanna hevur framløgu á
fundi hjá Heilafelagnum
nøvn