Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 25. mai 2009 17 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 23. mai fylti Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Javnaðar­ floksins, fimmti. Eyðgunn Samuelsen er ættað úr Sørvági, dóttir Ann og Anton Henriksen. Hon er gift við Jóan Hendrik Svabo Samuelsen úr Klaksvík, har tey búgva. Tey eiga børnini Jógvan og Annu Kristinu. Eyðgunn er útbúgvin Cand. mag í samfelagsfrøði og søgu og hevur diplomleiðaraútbúgving. Eyðgunn kom á ting 4. februar 2008 sum varafólk, tá samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóð­ veldi og Miðflokkin – og gjørdist hon tá forkvinna í Fíggjarnevndini. Borgarliga starvið hjá Eyðgunn Samuelsen er økisleiðari fyri HT útbúgvingina á Tekniska skúla í Klaks­ vík. Umframt at vera løgtingsumboð hevur Eyðgunn Samuelsen seianstu tvær seturnar umboðað Javnaðar­ flokkin í Klaksvíkar býráð. Eyðgunn Samuelsen fimmti Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá ið elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Karl Johan Mikkelsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri góð og troystarrík orð og til sangarar. Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk til øll tykkum, ið hjálptu til og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kathrina, Eleina, Mikkjal, Elias, Høgni og Kári Dagurin 25. mai. Urbanus. Hann var Pávi, sum varð grivin henda dag í árinum 230. Eftir teimum gomlu álmannakkunum var Urbanus fyrsti summardagur. Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Hósdagin 21. mai fylti Ásvør Djurhuus í Havn 75 ár. Ásvør varð fødd á Viðar­ eiði, haðani bæði foreldur hennara vóru. Mamman var Maja Matras, eitt av systkj­ unum á Brekkumørk, og pápin Jógvan Joensen hjá Dála. Seinni fluttu tey til Klaksvíkar, tá Jógvan fekk fast starv sum lærari har. Ásvør tók læraraprógv í Havn í 1956. Hon var fyrst lærari í Klaksvík í tvey ár frá 1957, og frá 1959 til 1997 var hon lærari í Tórs­ havnar Kommunuskúla. Hon var á fleiri ársskeið­ um. Í 1965­66 var hon á Dan­ marks Lærerhøjskole og 1975­76 á Fróðskaparsetr­ inum. Hon hevur týtt fleiri barna­ og ungdómsbøkur. Umhvørvið hjá Ásvør hevur verið skúlin: pápin var lærari, mamman undir­ vísti nógv í hondarbeiði í Klaksvíkar Skúla, sjálv var hon lærari, og Absalon Djur­ huus úr Heiðunum, sum hon giftist við, hevur eisini verið lærari. Ásvør og Absalon eiga trý børn: Inga Malena, Jógvan og Einar. -red Ásvør Djurhuus 75 Frits Johannesen úr Fugla­ firði fylti 65 ár fríggja­ dagin. Frits er nú farin frá sum lærari, men tað merkir ikki, at hann liggur á tí latu síð­ uni. Hann hevur í mong ár stjórnað Fuglafjarðar sang­ kóri, og nú kirkjan í bygdini fyllir 25, hevur hann bílagt eina kantatu:”Yndislig, føg­ ur” frá vinmanninum, kenda danska kórleiðaran­ um og tónaskaldinum John Høybye. Kantatan skal framførast í Fuglafjarðar kirkju annan hvítusunnudag og kórið hevur, saman við góðari hjálp aðrastaðni frá, brúkt várið til at venja hetta verkið. Men til venjingina fyri tveimum vikum síðan undr­ aðist eg á, at Frits var ikki har. Spurdi í kaffisteðginum, hvussu hetta kundi bera til og fekk at vita, at hann var í Mentunarhúsinum til frum­ framførsluna av sangleiki sínum um listamálaran Pablo Picasso, sum fjórði flokkur í Fuglafjarðar skúla framførdi. Hetta er triði barnasangleikurin, sum Frits hevur skrivað, gjørt løg til og sett upp, og kanska eisini tann mest heilskapaði av teimum. Og gongur tú fram við Ribarhúsi, sært tú, at enn ein listaframsýning er kom­ in upp at hanga har; tað er Frits, sum sýnir fram. Kundi nevnt enn fleiri verkætlanir, sum Frits hevur í stoypi­ skeiðini, men hetta man vera nóg mikið til at vísa, hvussu stóran týdning Frits hevur fyri mentunarlívið í bygdini. Stórsta gávan hjá Fritsi man vera, at hann hevur so lætt við at undrast og gerast hugtikin og tað á ein slíkan hátt, at hetta smittar av sær á onnur, tað veri seg næm­ ingar í myndlist ella kórsang­ arar. Og so er hann altíð við tí góða orðinum og altíð fús­ ur at geva eitt herðaklapp, soleiðis at tað grør um gang­ andi fót, har sum hann er. Vil ynskja Fritsi hjartaliga tillukku við degnum og mong virkisár framyvir. n Frits Johannesen 65 ár