mánadagur 25. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 97 - 25. mai 2009
Fyri eini tveimum árum
síðani skrivaði eg grein
um framtíðar pensións
viðurskifti. Onkrir batar
eru hendir á økinum
síðani, men ikki nakað
slóðbrótandi. Nú ljóðar,
at ein reformur skal
leggjast fyri tingið í
heyst. Tí kundi eg
hugsað mær at koma
aftur við greinini í eini
»reformeraðari« útgávu
Vælferðarsamfelagið
Stórur dentur verður í fleiri
londum lagdur á verjuna av
vælferðarsamfelagnum, ikki
minst í Norðurlondum. Í
Danmark hevur ein »Vel
færdskommission« skrivað eitt
stórt verk um, hvussu vælferðin
kann bjargast í framtíðini.
Ymiskt er, sum hetta verk hevur
verið móttikið, men politikarar
eru samdir um, at ein kann ikki
bara lata standa til. Í ávísum
førum er farið út um mark við
almennum útreiðslum,
samstundis sum færri fólk eru á
arbeiðsmarknaðinum. Í
Danmark hevur orðaskiftið
serliga snú seg um sokallaðu
»efterlønnen« (ikki at blanda
saman við tað, sum vit rópa
eftirløn ella pensión). Hendan
danska »efterløn« hevur eftir
ávísum treytum kunnað verða
útgoldin til fólk, sum gevast
við at arbeiða, tá tey fylla 60 ár.
Tað hevur havt við sær eina
rúgvu av fólki, sum gevast á
arbeiðsmarknaðinum, sjálvt um
tey eru arbeiðsfør, og taka sær
av løttum við hampuliga góð
ari úrtøku. Fyri nøkrum árum
síðani settu danir eisini
fólkapensiónsaldurin niður frá
67 árum til 65 ár. Fleiri røddir
eru nú frammi aftur um, at
seta fólkapensiónsaldurin upp
aftur til 67 ár og samstundis
avtaka ella minka um
eftirlønarskipanina, í øllum
førum hækka aldurin frá 60
árum til 62 ár ella hægri.
Til alla lukku hava vit ikki í
Føroyum havt hesa
»efterløn«, tvørtur í móti hava
arbeiðsfør fólk roynt at
arbeiða sum longst. Sam
stundis hevur fólkapensións
aldurin alla tíðina verið 67 ár.
Eisini hevur vanligur
pensiónsaldur annars sum oftast
eisini verið 67 ár og við hvørt
70 ár. Hetta hevur havt positiva
samfelagsliga ávirkan. Fyri
persónar undir 67, sum ikki
hava verið førir fyri at veri á
arbeiðsmarknaðinum hava vit
skipanir við fyritíðarpensión og
Arbeiðsloysiskipanina.
Pensiónsskipanir, núverandi
Núverandi føroyska
pensiónsskipanin er í
høvuðsheitum hendan:
Fólk undir 67 ár (ikki á
arbeiðsmarknaðinum):
1 Fyritíðarpensión
2 Ymiskar almannaveitingar
3 Arbeiðsloysisskipanin
Fólk yvir 67 ár:
1 Fólkapensión, grundupphædd
2 Fólkapensión, ymisk ískoyti
3 Samhaldsfasti
4 Ymiskar individuellar ella
fakfelagsavtalaðar pensións
ella uppsparingarskipanir
Vert er at leggja dent á, at
fólkapensións grundupphæddin
og ávís ískoyti eru skattafrí.
Hetta hevur stóran týdning og
hevur við sær, at hendan
pensiónin er nógv drúgvari enn
til dømis í Danmark, har hon er
skattskyldug. Ein dani, sum fær
fólkapensiónsgrundupphæddina
pluss kanska eitt sindur av
ískoytum, fær ikki stórt meira
burturúr enn ein føroyingur við
somu veitingum, sjálvt um
bruttoupphæddin er væl størri.
Tað er tí av størsta týdningi,
at skipanin við skattafríari
grundupphædd verður
varveitt. Hetta hevur stóran
positivan týdning fyri
fólkapensionistin, men eisini
fyri landskassan, sum harvið
hevur lægri útgjaldingar.
Pensiónsskipanir í framtíðini
Tað orðaskifti nú snýr seg um,
bæði í Føroyum og aðrastaðni,
er um framtíðarviðurskiftini.
Tað ræður um at gera
skipanirnar so einfaldar sum
møguligt, samstundis sum
inntøkurnar hjá teim aldrandi
eru so góðar, rættvísar og
nøktandi sum møguligt. Tað
framkomna samfelagið skal
duga at vísa, at møguleikarnir
fyri einum góðum og
fíggjarliga tryggum aldurdómi
eru til staðar. Fyrst av øllum
eiga umstøðurnar hjá teimum,
sum áðrenn pensiónsaldur
koma illa fyri, at vera nøktandi.
Her er helst ikki neyðugt við so
nógvum prinsipiellum
broytingum, men heldur eini
eftiransan av, at verandi
skipanir sum fyritíðarpensión
og arbeiðsloysisstuðul eru
nøktandi og svara til
samtíðarviðurskiftini. Leggjast
kann afturat, at bæði fyri løn
takaran og fyri tað almenna sær
út til, at føroyska
arbeiðsloysisskipanin virkar
betur enn í grannalondum
okkara. Serliga aftaná
nýggjastu broytingarnar av
ALS, er skipanin ein altjóða
fyrimynd.
Hinvegin eiga skipanirnar
fyri tey, sum náa ein vissan
aldur, og her haldi eg, at tað
eigur at vera hildið fast við 67
ára aldursmarkið, verða
eftirhugdar og gjørdar so væl
skiljandi sum møguligt.
Rættvísi má eisini við í
myndina, tí tað er órættvíst, um
fólk aftaná drúgt arbeiðslív í
samfelagsins tænastu og
skattgjalding ikki fáa løn í
sínum otium. Tær ymisku
eftirlønarskipanirnar eru ikki
ein olmussa, men tvørturímóti
ein uppiborin løn fyri væl útint
arbeiði.
Pensiónsskipanirnar eiga at
vera eitt samanspæl av
uppsparing av almennum
peningi, egnum inngjaldingum
og arbeiðsgevarainngjaldingum.
Tað hevur verið ført fram, at
persónligu eftirlønarskipanirnar
eru meira útbygdar í granna
londunum enn í Føroyum. Hetta
er partvíst rætt, men nógvar
privatar pensiónstryggingar eru
teknaðar seinastu árini í
Føroyum, verið tað seg ratu
ella kapitaltryggingar.
Lóggávuvaldið kann ongatíð
gera so góðar skipanir, at øll
fáa líka nógv. Ein slík útjavning
kann ikki gerast fyri eldri fólk,
líka so lítið sum fyri fólk í øðr
um aldursbólkum. Persónliga
valið hjá fólki, bæði tá tað snýr
seg um útbúgving, arbeiðsval
og uppsparingarval er fjølbroytt
og frítt.
Ávísir tryggleikar og reglur
eiga tó at vera skaptir, og tað er
hetta, sum politiski
myndugleikin skal royna at
útvega skjótast gjørligt. Tí júst
á hesum øki koma skipanirnar
at taka sína tíð, áðrenn tær
virka til fulnar fyri tey, skulu
liva undir teimum.
1 Fólkapensiónin, grund
upphæddin. Hetta er, og eigur
at vera, grundtrygdin hjá øllum,
sum náa fólkapensiónsaldur.
Hon er ikki stór, men av tí, at
hon er skattafrí, hevur hon eitt
størri virði fyri móttakaran, enn
ein hægri skattskyldug
upphædd vildi havt. Upp
hæddin eigur at vera regulerað í
samsvar við samfelagsins lønar
og búskaparvøkstur.
Grundleggjandi eigur at vera
hildið fast við, at øll, sum eru
vorðin 67 ár hava rætt til grund
upphæddina. Tað skal ikki
kunna mótroknast í grund
upphæddini við aðrari inntøku.
2 Ískoyti til fólkapensiónina.
Hendan veitingin eigur at verða
latin til tey, sum ikki gjøgnum
arbeiðslívið hava havt
møguleikar at spara saman
(lógarskyldugt ella sjálvviljugt)
til pensión. Ískoyti skal ikki
kunna niðurlagast fyrrenn í
minsta lagi 60.000 kr. er av
aðrari inntøku enn fólkapensión
(og samhaldsfasta) og tá eftir
skynsomum reglum.
3 Samhaldsfastið. Hendan
skipanin, sum hevði tungan
burð, vísir seg at rigga væl.
Hon eigur at útbyggjast innan
fyri rímuligt mark við gjøldum
frá arbeiðsgevara og
arbeiðstakara við helvtarbýti.
So vítt eg kann meta er hendan
skipanin væl betur enn til
dømis danska ATP skipanin.
Serliga aftaná nýggjastu útgjald
ingarreguleringarnar.
4 Aðrar lógarásettar skipanir.
Tær undir 13 nevndu skipanir
vilja, tá tær eru meira útbygdar,
vera ein góður
inntøkugrundvøllur fyri
pensionistar. Men í dagsins
samfelag, vil tað einsamalt
helst vera nakað lítið hjá flestu
fólkum. Neyðugt er tí við eini
lógarkravdari skipan afturat.
Eftir hesi eigur at kunna vera
kravt, at ein ávísur
procentpartur av øllum lønum
verður inngoldin til
pensiónsskipan hjá løntak
aranum persónliga. Ein eins
stórur partur skal gjaldast av
arbeiðsgevaranum. Har sum
pensiónsskipanir
frammanundan eru avtalaðar
millum arbeiðsgevara og
arbeiðstakara, eisini gjøgnum
fakfeløg, kann hetta gjald
roknast við í tí partinum. Sum
frá líður vil gott grundarlag
verða skapt undir eini
haldgóðari pensión fyri øll við
hesum 4 skipanum. Tað er
serliga nýggju skipanirnar undir
hesum 4. punkti, sum koma at
taka tíð, og sum ikki fáa
virknað fyrrenn nøkur ár eru
liðin. Men byrjast skal sum
skjótast.
Umframt hesar skipanir
kunnu persónar sjálvandi
individuelt ella avtalað við
arbeiðsgevara gera uppaftur
betur skipanir. Og sjálvandi
hava øll loyvi til eftir
persónligum umstøðum at spara
saman, sum tey altíð hava
kunnað.
Partur av teim her nevndu
skipanum (øking av
samhaldsfasta, lógarásett
pensiónsgjald) fer at kosta
nakað afturat fyri bæði
løntakara og arbeiðsgevara.
Men fyri løntakaran er tað ein
beinleiðis samansparing og fyri
arbeiðsgevaran fer tað væntandi
at skapa meira arbeiðsfrið og
betur umstøður á arbeiðsmarkn
aðinum í heila tikið. Annars
skulu útreiðsluhækkingarnar
ikki rindast í einum, men so
líðandi yvir nøkur fá ár. Ein
ávís hækking ella regulering av
sjálvari fólkapensiónini fer at
kosta landskassanum nakað,
men ikki tað ógvisliga.
Um einki verður gjørt verður
stórur stættarmunur millum
eldri fólk. Hetta fer at leggja
trýst á sosialu skipanirnar og
almennu útreiðslurnar og
harvið eisini økja skattatrýstið.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Pensiónsreformur
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jógvan Sundstein