Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 25. mai 2009 15 M annakroppurin endurbyggir seg hvønn dag, og tí er tað sjálvsagt okkara uppgáva at veita honum bestu orkuna. Tað gera vit við at eta heilsugóð­ an kost og drekka nógv vatn. Heilsu­ góður kostur økir eisini um lívsgóðsku okkara og betrar um sálarheilsuna. Vit hava ongantíð áður havt so stóra vitan um týdningin av sunnum kosti, góðari heilsu, rørslu og vælveru sum nú. Dagliga verða vit undirdíkt við harra­ boðum um, hvussu týdningarmikið tað er at eta sunnan kost. Gandaorðið vælvera er blivið barometur fyri, hvørt vit hava eitt gott og virkið lív. Men samstundis økjast tilburðirnir av lívsstílssjúkum. Vælferðarsjúkur sum strongd, ovurfiti, ov høgt blóðtrýst, sukursjúka, hjarta­ og æðrasjúkur eru vorðnar alt meira vanligar. Spurningurin er, hvussu fyribyrgja vit hesum lívsstílssjúkum. Fyrsta stigið er, at gerast meira tilvitað um, hvat vit eta. Steinaldarkroppur Kroppurin er eitt fantastiskt amboð, sum vit skulu nýta og hava gleði av alt lívið. Tí er tað av størsta týdningi, at vit fara væl við honum. Íhesum sambandi koma vit ikki uttanum heilsugóðan kost. Hvat er so heilsugóður kostur, kunnu vit spyrja. Ein sera nógv viðgjørdur spurningur, ið sýnist at hava óteljandi svar. Hetta kann hava við sær, at vit lætt villeiðast. Vit hava so nógvar valmøguleikar í dag, at torført kann vera at síggja tað, sum er so eyðsæð og natúrligt. Vit eiga at hava í huga, at í veruleikan­ um liva vit framvegis í einum steinaldar­ kroppi. Tíðin er bara ein onnur. Kroppur okkara hevur sama tørv nú sum tá. Hjá forfedrum okkara var hetta so einfalt. Ì steinøldini livdu vit av: Kjøti, fiski, grønmeti, fruktum, nøtum og kornúr­ drátti, ið alt varð skolað niður við reinum vatni. Hvørki meir ella minni. Orkugevandi keldur Kroppurin hevur í høvuðsheitum tørv á teimum trimum orkukeldunum protein­ um, kolvætu og feitti fyri at virka til fulnar. Eisini hava vit dagligan tørv á kostfibrum og fullkorni ­ hetta fáa vit úr kornúrdrátti, frukt og grønmeti. Protein Fyri at fáa neyðugu proteinurnar er skilagott at eta bæði soltnan og feitan fisk, soltnan flogfenað, soltið kjøt, egg, soltnar mjólkarúrdráttir og bjølgfruktir, sum til dømis kikertrar, linsir, nýrabønir og soyabønir. Best er at skifta ímillum ymisku proteinkeld­ urnar, sum hvør í sínum lagi tryggja, at kroppurin fær lívsneyðugu byggisteinarnar. Kolvæta Mest vanligu kolvætukeldurnar finna vit í eplum, rísi, pasta og breyði. Hesar keldur eru góðar, men tær gerast enn betri og sunnari, um vit velja grov rís, groft pasta og groft breyð. Eisini finnast aðrir spennandi kornúrdráttir, ið kunnu nýtast ístaðin fyri eplir, rís og pasta. Til dømis quinoa, fullkornsbulgur, fullkornsnudlur, fullkornscouscous og fullkornsspelt. Tað er ikki av tilvild, at man sigur fullkorn er gullkorn. Tí fullkorn mettar meira, fitar minni, inniheldur fleiri vita­ minur, er gott fyri hjarta, fyribyrgir krabba, gagnar sodningina og gevur okkum ein sterkan maga. Fullkornsmerkið Um tú ert í iva, um vøran er grov, kann appelsingula fullkornsmerkið vera ein sera góð hjálp. Fullkornsmerkið tryggjar okkum nevnliga, ikki bara at vøran er grov, men eisini heilsugóð. Fyri at vøran kann fáa fullkornsmerkið, skulu fylgjandi krøv lúkast: ­ Mesta lagi 7 g/100 g feitt ­ Mesta lagi 5 g/100 g sukur ­ Mesta lagi 0,5 g/100 g salt ­ Minsta lagi 5 g/100 g kostfibur Feitt Tað er umráðandi ikki at eta ov nógv feitt. Men heldur ikki einki feitt. Mannalikamið skal brúka feitt til grunnleggjandi funktiónir. Øll sløg av feitti innihalda tvær ferðir so nógvar kaloriur sum protein og kolvæta. Ì høvuðsheitum verður feitt býtt í tveir bólkar, mettað og ómettað feitt. Òmettað feitt er tað sunna feitti. Ómettaða feittið finst millum annað í alskyns plantum, nøtum, oljuberum og feitum fiski, til dømis laksi, síli, makreli, sild og álli. Hetta slagi av feitti økir ikki um vandan fyri at fáa áður­ nevndu lívsstílssjúkurnar. Mettað feitt er tað ósunna feitti, og tí skulu vit hava tað í smáum nøgdum. Etur tú ov stórar nøgdir av mettaðum feitti, økir tú millum annað um vandan at fáa lívsstílssjúkur. Mettað feitt finna vit vanliga í kjøti, mjólkarúrdrátti, margarin, kokusolju og palmin. Frukt og grønmeti Ein sera góð og fiburrík orkukelda er frukt og grønmeti í alskyns litum. Flest øll frukt og grønmeti kann etast sum hon er, og er sera gagnligt fyri magan. Vistfrøðiligar útgávur kunnu etast við fyrimuni vegna vandan fyri sprænieitran. Orkunøgdin er oftast sera lág orsaka av tí høgu vatnnøgdini. Frukt og grøn­ meti er ein sera góð vitamin­ og mineral­ kelda, sum eisini hevur góða ávirkan á okkara immunskipan, ið verjir okkum ímóti sjúkum, bakterium og virus. Tað er vert at hava í huga, at fryst grønmeti og frukt kunnu vera eins góð og í summum førum betur enn tað grønmetið og fruktin, sum vanliga er til keyps. Orsøkin er, at frysta útgávan verður heystað í besta blóma, tá føðslu­ evnini eru í hæddini, fryst umgangandi og missir tískil ikki nógv føðsluevni. Tann fríska útgávan skal fyrst ein langan flutingsveg til Føroya, áðrenn hon kemur í handlarnar at liggja. Frá keypi til nýtslu av vøruni kunnu ofta ganga dagar. Alt hetta kann hava við sær, at føðsluvirði minkar munandi. Lívsins vatn Vatn er lívsneyðugt og kroppur okkara skal hava reint vatn hvønn dag. Kranavatni í Føroym er púra ókeypis, inniheldur ongar kaloriiur og sløkkir tostan betri enn nakað annað. Vatn kann snilt njótast í kannum við ískubbum, frystum berum í alskyns litum, mint­ bløðum, sitrón, lime ella við appelsin skivum í. Hetta eggjar eisini børnunum at drekka reint og leskiligt kranavatn. Rørsluárið 2009 Tað er at fegnast um, at árið 2009 er gjørt til rørsluár. At landsmyndugleikar, stovnar, kommunur, skúlar, arbeiðspláss, frítíðarfeløg og onnur taka fólkaheilsuna í álvara, kann gera sítt til, at vit øll – hvør í sínum lagi – fara væl um kropp og sál okkara, við heilsugóðun kosti og rørslu. Góða útiviku øll somul! Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Hugsa einfalt Tíðargreinin tíðargreinin Snorri Patursson snorripatursson@hotmail.com Lesandi í Ernæring og Sunnheit við sergrein í Human Ernæring Tey átta kostráðini • Et frukt og grønmeti – seks um dagin • Et fisk og fiskaviðskera fleiri ferðir um vikuna • Et eplir, rís ella pasta og grovt breyð hvønn dag • Minka um sukri serliga sodavatn góðgæti og køkur • Minka um feittnýtsluna serliga frá mjólkaúrdrátti og kjøti • Et fjølbroytt og halt normalu vektina • Sløkk tostan við vatni • Ver í rørslu í minsta lagi 30 minuttir um dagin Tey, ið ikki eiga at fylgja teimum átta kostráðunum eru: børn undir 3 ár, eldri fólk, ið hava lítlan matarlyst, og fólk við sjúkum, ið seta serlig krøv til matin. Morgunmatur: Grovvalsaði havragrýn við fruktum, mandlum og frísktpressaðum djúsi afturvið Døgurði: Tvinni sløg av sild við fullkornsbreyði Nátturði: Wok við høsnarunga og fullkornsnudlum