Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 211 - 1. november 2001 Heiðurin og minnið um slóðbrótandi arbeiðið Haldor Holm, sáli gjørdi fyri billardspælinum her á landi var fullgjørt, tá tað seinasta vikuskiftið eydnaðist klaksvíkingum at gerast bæði nr. 1, 2 og 3 í kappingini um Haldor Holm steypið. BILLARDKAPPING Hóast kappast hevur verið um heiðurin at fáa sítt navn innskrivað í stóra steypið í meira enn 12 ár, so hevur tað ikki fyrr enn nú eydnast nøkrum klaksvíkingi at vinna kappingina. Og tá sigurin loksins skuldi fara til heimplássið hjá Haldor Holm, sála, so var tað ein av slitmonnunum í billard- spælinum, Kristian Suni Høgnesen, sum vann bæði virðiliga og greiddliga. Kristian Suni hevur spælt billard fyri Klaksvíkar Klubba í meira enn 15 ár og hevur hesa tíðina verið við til at vinna FM heitið fyri lið. Tað hevur tó ongantíð eydnast honum at vinna stórar einstaklingakapping- ar. Men nú skuldi tað so verða, og tað var eisini við maner, tí hesin gløggi og stríðshugaði billardspæl- arin vann so dyggiliga við meira enn 30 eygum í meðal. Kristian Suni hevur verið við til fleiri FM kappingar fyri einstaklingar, men har hevur eydnan ikki verið við honum – enn. Tað skilst, at størsta ynskið hjá Kristiani er at seta krúnuna á verkið og gerast FM-meistari komandi. Fyrsti klaksvík- ingurin, sum gjørdist før- oyameistari var Sonhard Johannesen, sum tók táver- andi meistaran Henrik Ped- ersen á bóli í avgerandi dysti á Tvøroyri fyri tveim- um árum síðani. Í løtuni eigur Max Rasmussen FM- heitið. Verður Kristian Suni at vísa slíkt spæl hann gjørdi seinasta vikuskiftið til komandi FM kapping fyri einstaklingar, so er hann heilt greitt ein av favorittunum. Nr. 2 í kappingini var heldur ikki til at “kimsa” at. Sonhard Johannesen hevði tá avtornaði 24 eygu í meðal, meðan enn ein klaksvíkingar, Niklas Heri Jákupsson gjørdist nr. 3 við umleið 18 eygum í meðal. Tað var sum ikki einaferð Føroya Bjór, sum stuðlaði hesi 12. kappingini um Haldor Holm Steypið við steypum til nr. 1,2 og 3. Føroya Bjór hevur verið høvuðssponsor hjá hesi kapping øll árini umframt at lata steyp til aðrar FM- kappingar í billard, sum verða leiktar í Klaksvík. FM-kappingarnar í billard byrja annars kom- andi vikuskiftið. Klaksvíkingar ruddaðu borðið Kristian Suni feldi túsundtals keylur á borðinum í Klaksvíkar Klubba seinasta vikuskiftið Mynd jan Kristian Suni Høgnesen uttast til vinstru gjørdist vinnari av stóru billardkappingini um Haldor Holm steypið og er hann fyrsti klaksvíkingur, ið vinnur kappingina. Sonhard Johannesen varð nr. 2 og Niklas Heri Jákupsson nr. 3 Mynd jan C M Y K 22 Nr. 211 - 1. november 2001 23 VETRAR- DEKK Allar støddir av vetrardekkum við ella uttan píkar á goymslu. Ókeypis ásetan FO-900 Vágur Tlf. 373680 - 373660 223380 Fax 374680 Ringi og fái meira at vita Dagrøktari Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftir dagrøktarum at byrja skjótast gjørligt. Vit sóknast eftir fólk, sum: • er áhugað í arbeiðinum sum dagrøktari • er sinnaður at samstarva við sosialu deild • fyritakssamur og skapandi • kann geva barninum ein tryggan og fjøl- broyttan gerandisdag • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum • kann samskifta við foreldrini Dagrøktarskipanin er í eini broytingartíð, hvar dentur verður lagdur á at menna tann einstaka dagrøktaran við ráðgeving og skeiðum. Vit kunnu somuleiðis bjóða eitt spennandi arbeiði, har møguleiki er fyri at vera saman við øðrum dagrøktarum í nýggjari spælistovu. Meira fæst at vita við at venda sær til Jórun Nicla- sen, samskipara, ella Sigrun Vágstún, dagrøktar- leiðara, á telefon 456388. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. november 2001. Klaksvíkar Kommuna Postsmoga 2 700 Klaksvík Lágargarður søkir eftir sjúkrasystur til kvøldvakt Eitt starv sum sjúkrasystur til kvøldvakt á Mið- stovu, lønarbrøkur 0,5 ella 0,7, er leyst at søkja skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Starvið er lønt sambært sáttmála ímillum Sjúkra- systrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Meira fæst at vita um starvið við at ringja 316788. Skrivlig umsókn við neyðugum prógvum skal sendast til leiðaran á Lágargarði Stoffalág 84 Boks 1188 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er til 19.11.01. F O O D A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Kunnandi fundur um Lokal Agenda 21 Fríggjadagin 2. november kl. 19.00 verður ein røð av kunnandi framløgum um Lokal Agenda 21 á Landsbókasavninum í Havn. Agenda 21 (sum merkir skrá fyri 21. øld) er skjalið, sum varð undirskrivað á ST-ráðstevn- uni í Rio í 1992, har heitt varð á øll lond um at arbeiða fyri einum reinari umhvørvi og eini betri umsiting av náttúrutilfeinginum. Lokal Agenda 21 vendir sær til kommunurnar fyri at fáa tær at taka lut í hesum arbeiði. Tað verður Landsstýrismaðurin við umhvørv- ismálum, Eyðun Elttør, sum byrjar við at greiða frá ætlanunum at seta á stovn eina um- hvørvisskrivstovu í Føroyum. Síðani koma umboð frá smærri kommunum úr Noregi, Ís- landi og Svøríki at greiða frá teirra arbeiði við Lokal Agenda 21. Harafturat kemur Finnbogi Joensen úr Vestmanna at greiða frá arbeið- inum við at gera skúlan í Vestmanna til »grønan skúla«. Nógvar kommunur, serliga í Norðureuropa, arbeiða við Lokal Agenda 21, og eisini smá- tjóðirnar rundan um okkum eru væl við. Framløgurnar eru almennar, men eru serliga ætlaðar kommunum, skúlum o.ø., sum eru áhugað í Lokal Agenda 21 og umhvørvisspurn- ingum sum heild. Heilsufrøðiliga starvsstovan Falkavegur 6, 2. hædd FR-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: feagency@hfs.fo www. hfs.fo Góður diesel bilur Ein reyður Nissan Primera diesel 2,0 við el-rútum og alu-felgum, árg. 6/95, í góðum standi, nýsýnaður, bíliga til sølu. Tlf. 217406 - 213388 Útgávan av nýggju ferða- ætlanini hjá Strandferðsluni er útsett í 2 mánaðir. Hósdagin 1 . november verður tí farið yvir til vetrarferðaætlanina í verandi ferðaætlan. Víst verður til heimasíðuna ssl.fo Vetrarferðaætlan Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutn- ingurin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. veitst tú ikki tað? 23