Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 211 - 1. november 2001 Nr. 211 - 1. november 2001 25 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn C M Y K 25 24 Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn Umsóknarbløð til grunnin fáast við at skriva til: Postboks 2114, FO-165 Argir, ella at ringja á tlf. 316089 (svarar eftir arbeiðstíð) ella leggja boð á telefonsvararan. Umsóknir til hjálpargrunnin mugu vera grunnin- um í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7.desemb- er 2001. Hjálpargrunnurin nógv um rationalisering á ein skipaðan hátt – og hví loyvir hann tá slíkum? - Tað er ein spurningur tit eiga at seta løgmanni. Eg kann bert siga, at tað po- litiska orðaskifti um, hvussu, hví og hvørjar stovnar man kann flyta hevur ongantíð verið í landsstýrinum, meðan eg havi verið har. - Men er tað so, at tá landsstýrismenn bara so- leiðis hissini kunnu taka og velja og vraka og á til- vildarligan hátt flyta al- mennar stovnar, í veru- leikanum misbrúka stovn- arnar til sín egna politiska vinning? - Tá landsstýrismenn flyta stovnar á henda hátt so gera teir tað uttan, at tað er partur av eini heild, og tá kann man so kalla tað tað ein vil. Mangla sakligar grundgevingar - Verða stovnar fluttir uttan, at starvsfólkini eru tikin við uppá ráð, er so ikki vandi fyri, at stovnarnir missa fólk við neyðugu vitanini og royndunum, soleiðis at endin kann verða, at stovnurin verður ambuteraður? - Sum útgangspunkt haldi eg tað vera skeivt at flyta stovnar, bara tí tað er eitt politiskt ynski. Tað má vera ein saklig grundgev- ing fyri tí sigur Bjarni Djurholm, sum eisini held- ur, at tær 6-7 flytingarnar, sum hava verið í hesum valskeiðnum, eru allar grundaðar á politisk ynski og ikki á eina sakliga menning. - Tað er politiskt ynski um at flyta stovnar út um landið, men eg dugi ikki at síggja, at man sakliga hevur havt eina viðgerð av tí. Og hetta kann vera orsøkin til, at ístaðin fyri at tú skapar eina einkult funktión eina staðni so fær tú dupultfunktiónir burtur úr tí. Tvs. at tú fær í veruleikanum eitt samfelag, sum verður dýr- ari og meira óhøgligt. - Hví hevur tú sum landsstýrismaður og partur av samgonguni ikki mót- mælt hesi gongdini? - Í sambandi við ta politisku viðgerðina havi eg fleiri ferðir sagt mína hugsan um, at hetta er ein skeiv gongd? - Sær tú tað sum ein trupulleika, at tann per- sónurin, sum kanska átti at stýrt hesi gongdini skila- gott og rætt, nevniliga løg- maður, er inhabilur, tí hann eisini fegin sær stovnar fluttar í sítt valdømi – eitt nú skal umsitingin av kol- vetnisskatti flytast av Argjum til Norðoyggjar og ein partur til Suðuroyar? Bjarni Djurholm heldur fyri, at hetta at tú stovnar deildir uttan fyri hana á Argjum, má vera eitt klassiskt dømi um, at tú ikki bara fær eina dupult- funktión men eina trí- dupulta funktión burtur úr. Og tað er so enn eitt dømi um, at man ger hetta meira fyri at signalera ein po- litiskan vilja heldur enn at vísa á sakliga grundaðar avgerðir. Um løgmaður er samdur í hesum sigur landsstýrismaðurin ikki vita. Bjarni Djurholm sigur víðari, at tá Skipasýnið og aðrir stovnar vórðu fluttir so skuldi tað verið partur av eini samlaðari heild og tað heldur hann ikki, at tað hevur verið. - Verður henda gongdin tískil meira regulin heldur enn undan- takið so kanst tú fáa eina spjaðing í tann almenna sektorinum, sum ger, at hann fer at virka verri, verður dýrari og ikki kann veita tær vørur, sum brúk- arin hevur tørv á. - Poul Mohr, stjóri metir avgerðina hjá Jørgen Niclasen at vera misnýtslu av sínum politiska valdi! - Tá tú ikki ger flytingar av stovnum eftir einum yvirskipaðum málsetningi, so er tað skjótt at blíva ákærdur fyri slíkt. Og tað er sera óheppið. ∆ Framhald av síðu 6