mánadagur 25. mai 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 97 - 25. mai 2009 ]
Dómarin í dystin
millum KÍ og EB/
Streym, Petur Reinert,
viðgongur blankt,
eftir at hava sæð
støðuna umaftur,
at hann skuldi havt
givið Sorin Anghel
brotsspark: – Hatta
var ikki nóg gott,
viðgangi eg blankt,
sigur dómarin
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Av og á kunnu hendingar
vera í einum dysti, sum fáa
sinnini í kók, og hjá onkrum
kann enntá kóka yvir. So
var nokk eftir dystin Krists
Himmalsferðardag
í
Klaksvík, tá venjarin hjá
EB/Streymi tók munnin so
fullan, at tað kostaði honum
karantenu í tveir dystir.
Millum hendingarnar var
eitt føri, har Sorin Anghel
fór um koll inni í KÍ-
brotsteiginum, men í staðin
fyri brotsspark, fekk hann
gula kortið fyri at filma.
Dysturin var tikin upp á
sjónband og brot úr honum
hava verið at sæð bæði í 3-2
hjá Kringvarpinum og í kyk-
myndunum á Portalinum.
Millum teirra, sum hava
hugt at støðuni nú aftaná, er
eisini dómarin í dystinum,
Petur Reinert.
– Har er ikki nógv at rafla
um, tí nú eg havi hugt at
støðuna umaftur á Portal-
inum, síggi eg, at Sorin
Anghel heilt greitt skuldi
fingið brotsspark. Uppaftur
keðiligari er tað, at eg so
kryddaði tað heila við at
geva honum eitt gult kort,
sigur Petur Reinert, sum
tekur hetta fult og heilt á
sín egna kappa.
– Tað er munur á, hvussu
eg upplivdi støðuna undir
dystinum,
og
nú
á
kykmyndunum. Eg upplivdi
tað tá, sum at hann spældi
bóltin ov langt frá sær og
síðani datt, men har er altso
eingin ivi um, at eg skuldi
havt dømt brotsspark.
Petur Reinert harmast
mistakið, men má tíverri
bara ásanna, at í hasum
førinum var hansara avrik
ikki nóg gott, og at tað má
hann so royna at betra.
Hinvegin hevur hann ikki í
kykmyndunum sæð nakra
aðra støðu, har hann átti at
dømt brotsspark.
– Eg skal vera tann fyrsti
at viðganga tað, tá eg geri
ein feil, og hetta er ein av
teimum stóru, ið kann hava
verið avgerandi fyri úrslitið.
Tá vit døma, fara vit altíð
inn á vøllin fyri at gera okk-
ara besta, men eg má
ásanna, at hetta var bara
ikki nóg gott, sigur dóm-
arin.
– Sjálvandi kunnu feilir
altíð henda, men tað er sera
umráðandi, at tær kritisku
avgerðirnar
eru
rættar.
Hetta er so nakað, eg noyð-
ist at arbeiða við, tí eg vil
sjálvandi ikki hava, at hatta
endurtekur seg.
Venjarin hjá EB/
Streymi, Sigfríður
Clementsen, fekk kar
antenu í tveir dystir, tí
hann tók munnin ov
fullan eftir 00 dystin
ímóti KÍ hósdagin.
Men hann heldur fast
við, at Petur Reinert
»tók nakrar sera
óhepnar avgerðir í
støðum, sum kundu
havt avgerandi týdn
ing fyri úrslitið«
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
– Eg føli, at ein ávísur Petur
Reinert er ófatiliga óheppin
í einum trimum støðum. Eg
vil ikki siga fanansaktigur,
men tað er tætt við, segði
Sigfríður Clementsen í bein-
leiðis útvarpssamrøðu á
Rás 2 eftir 0-0 dystin ímóti
KÍ í Klaksvík hósdagin.
Henda útsøgn hevur nú
kostað honum karantenu í
tveir dystir, so hann slapp
ikki at sita sum venjari á
bonkinum, tá EB/Streymur
í gjár tók ímóti ÍF við
Margáir, og heldur ikki
sleppur hann tað hóskvøldið,
tá EB/Streymur í steypa-
kappingini á heimavølli
spælir seinnu hálvfinaluna
ímóti AB.
Kappingarnevndin hevur
tikið støði í tí, sum kallast
»Óhøviskur atburður/mál-
burður í sambandi við dyst
og venjing«, og sum kann
kosta karantenu í ein til
tríggjar dagar, »um tað ikki
er grundarlag fyri enn
longri banni«, sum sagt
verður í rundskrivi frá
2007.
– Eg haldi bara, at tað er
flott, at Fótbóltssambandið
nú ger skjótt av, tá karan-
tenur verða givnar, so slepp-
ast kann undan at bíða í
fleiri vikur, sum tað onk-
untíð hevur verið, sigur Sig-
fríður Clementsen í stuttari
viðmerking.
– Eg ásanni, at eg havi
uppiborið karantenuna, tí
eg nokk segði ov nógv. Men
eg haldi framvegis, at dóm-
arin í dystinum tók nakrar
sera óhepnar avgerðir í
støðum, sum kundu havt
avgerandi týdning fyri úr-
slitið.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Sorin átti brotsspark
Sigfríður fekk tveir dagar
Bóltarnir lógu eftir
Tá greinin um dystin
Krists Himmalsferðardag
millum B36 og B68 í
Gundadali kom í viku-
skiftisblaðið, var hent tað
mistak, at hvørki av liðu-
num fekk nakrar bóltar,
sum annars er vanligt.
Vit biðja lesarar okkara
halda okkum til góðar og
prenta her bóltarnar, sum
helst søgdu meira um
dystin enn úrslitið, ið
annars var at B68 vann
2-0.
Sigfríður Clementsen sleppur ikki aftur á bonkin hjá EB/Streymi fyrr enn næsta vikuskiftið, tí
hann fekk karantenu í tveir dystir fyri síni úttalilsi um dømingina í Klaksvík hósdagin
Mynd: Sofus D. Johannesen
Petur Reinert viðgongur blankt, at
hann skuldi havt dømt brotsspark
til EB/Streym í dystinum ímóti KÍ
Krists Himmalsferðardag, tá Sorin
Anghel var feldur
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
B68
B36