mánadagur 25. mai 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 97 - 25. mai 2009 ]
Bragdligu argja
menninir megnaðu
at halda tætt, og so
vigaði málið hjá Jobin
Drangastein trý stig
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gongur ikki væl hjá
NSÍ á heimavølli. Eftir 1-0
tapið ímóti AB í gjár siga
tølini higartil í ár, at NSÍ í
fimm heimadystum bara
hevur vunnið fulla úrtøku
ímóti oddaliðnum HB. Í
hinum
fýra
royndunum
hevur NSÍ tapt ímóti AB og
Víkingi og spælt javnt ímóti
B68 og KÍ.
At NSÍ – í hvussu er til í
kvøld – er næstfremst,
kemst av góðari úrtøkan á
útivølli,
har
allir
fýra
dystirnir eru vunnir.
Soleiðis hevur tað ikki
lagað seg undanfarnu árini
hjá teimum í Runavík. Men
í gjár sást, at teir hava
ógvuliga ilt við at spæla seg
til upplagdar málmøguleik-
ar, og tá tað endiliga eydn-
ast, so gongst heilt illa at
fáa mál.
AB góðan hugburð
Argjamenn hava nógvar
spælarar við lítlum og
ongum royndum í bestu
deildini, men tað tóktust
teir ikki serliga darvaðir av
í gjár, og stutt undan hvíld-
ini eydnaðist teimum at
skjóta málið, sum eftir
síðsta bríksl vísti seg at
vera nóg mikið til sigurs.
Alex Mellemgaard lyfti
frísparkssending úr høgru
og í brotsteigin, bólturin
varð beindur út frá aftur, og
so smekkaði 18 ára gamli
verjukendi
miðvallarin,
Jobin Drangastein, til av
brotsteigarmarkinum. Bólt-
urin streyk í málið aftan
fyri sakleysa NSÍ-málverj-
an, og so vóru fyritreytirnar
hjá
gestunum
uppaftur
betri.
Hugburðurin var fínur,
teir arbeiddu nógv, vóru
avgjørdir í nærdystunum og
vunnu nógvar returbóltar,
og so megnaðu teir fult og
heilt at byrgja fyri, at Károly
Potemkin,
sum
fyrstu
umførini skoraði so nógv,
upp á nakran máta gjørdist
vandamikil.
Rói Danielsen og Tehe
Aristide vóru sannir brandar
í miðverjuni, og tað kom
ikki óvart á, tá ið NSÍ venj-
arin miðskeiðis í seinna
hálvleiki gjørdi av at skifta
toppskjúttan út.
Thomas Hans í mál!
Tá Klæmint A. Olsen og
Øssur Dalbúð vórðu settir
inn, tóktist tað, sum at tað
skuldi eydnast heimaliðnum
at koma úr hálvhjartaðu og
lítið sannførandi ringrásini
og at seta meiri ferð á.
Framvegis vóru uppløgdu
málmøguleikarnir fáir, og
tað bøtti ikki um, at Bogi
Løkin
varð
fluttur
frá
sentralum miðvallarplássi
og út í høgru.
Sum tíðin leið, øktist
trýstið á AB-málið, sum
innskifti
álopsspælarin
Thomas Hans Rubeksen
noyddist at verja í yvirtíðini,
tá Heðin Stenberg var farin
skaddur av vøllinum. Stutt
frammanundan hevði Øssur
Dalbúð sent á tvørtræið, og
tá ið AB-málverjin og Jann
Ingi Petersen brustu saman,
endaði
bólturin
í AB-
málinum,
men
dómarin
kolldømdi, og tá Óli Hansen
eftir innlegg stútaði fram
við
málinum,
var
tað
fráboðan um, at hetta var
ikki dagurin hjá NSÍ.
AB við at fóta sær
Tað var ikki frítt, at tað
kendist sum um, at tað
kundi eydnast heimaliðnum
at skora fleiri mál, um teir
høvdu havt fingið hol á.
Tað eydnaðist ongantíð, og
gestirnir vóru eins vanda-
miklir, tá teir fóru í mótálop.
Nikolaj Eriksen dugdi væl
at varðveita bóltin, meðan
hann bíðaði eftir, at við-
spælararnir skuldi flyta seg
fram á vøllin og bjóða seg
til, og hóast heimaliðið var
nærri við, so var tað avgjørt
ikki soleiðis, at AB ongar
aðrar málmøguleikar hevði
enn tann eina, sum teir
vunnu uppá.
Evrard Blé var eyðsýndur
á miðvøllinum, har hann
skavaði nógv til sín, John
Hansen og vongverarnir
vóru raskir og knáir, og
liðavrikið vísti sum heild,
at AB er væl á veg at fóta
sær í fremstu røð.
Eftir góðu gongdina á
útivølli hevur verið roknað
við, at NSÍ skuldi fara at
verða
millum
fremstu
avbjóðararnar hjá oddaliðn-
um. Um tað skal eydnast,
so skal úrtøkan á heimavølli
vera væl betri, enn hon var
í gjár, og enn hon hevur
verið higartil í ár.
Verjurnar eru ov tættar
NSÍ miðvallarin, Bogi Løkin, var vónbrotin um, at tað heldur
ikki hesa ferð eydnaðist at vinna á heimavølli:
– Eg haldi, at vit vóru eitt sindur óhepnir, men samstundis
mugu vit ásanna, at vit ikki megna at spæla okkum til nógvar
upplagdar møguleikar, tá mótstøðuverjan er stór og tjúkk.
Fyrsta hálva tíman gekk spælið væl, men vit fingu ikki mál, og
tá teir so hava skorað eftir deyðbólt, verður tað uppaftur
torførari.
Nú dragnaðu tit í toppstríðnum?
– Vit hugsa ikki so nógv um, hvussu tað gongst hjá hinum
liðunum. Hjá okkum er neyðugt at fokusera upp á ein dyst í
senn. Um vit hesa ferð høvdu havt skorað beinanvegin, so
hevði tað ivaleyst tørnað øðrvísi út. Men vit skoraðu ikki, og
argjamenn vóru skilagóðir, hóast tað ikki var teirra uppgáva at
skapa dystin, staðfestir Bogi Løkin, sum saman við
liðfeløgunum nú fer at fokusera upp á dystin í Klaksvík annan
hvítusunnudag.
jh
AB
NSÍ
NSÍ-AB 0-1 (0-1):
NSÍ trívist illa heima
Einar T. Hansen og hinir
í NSÍ formáddu sær á
heimavølli í gjár lítið ímóti
Kenneth Jacobsen og hansara
liðfeløgum í AB, sum kundu
fara suðuraftur við trimum
stigum í viðførinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Svongdin og viljin bóru langt
Allan Mørkøre, sum saman við John Petersen er venjari á
Argjum, var sjálvandi ógvuliga fegin um úrslitið í Runavík:
– Ungu menninir hava ikki nógvar royndir, men teir hava
stóran vilja, og teir eru svangir eftir at spæla og vinna. Avrikið
vísti, at vit hava møguleika ímóti øllum hinum liðunum. Vit
stóðu einki aftan fyri mótstøðuliðið, og tað var einki forgjørt í,
at tað vóru vit, sum vunnu, helt Allan Mørkøre.
– Eg eri errin av okkara monnum. Vit vóru hepnir, at teir
ikki skoraðu, tá teir í seinna hálvleiki løgdu trýst á, men vit
kundu frammanundan havt økt um leiðsluna.
Í samanbresti við Jann Inga Petersen varð AB-málverjin,
Heðin Stenberg, so illa skaddur, at hann noyddist av vøllinum.
Hann verður ikki tøkur, tá AB hósdagin fer at spæla seinnu
hálvfinaluna í steypakappingini í Streymnesi:
– Vit arbeiða við at finna ein avloysara, men tað verður ikki
Magnus Poulsen, sum hevur verið á Argnum. Hann er
burturstaddur, sigur Allan Mørkøre.
jh
Knæskelin fór úr lið
Heðin Stenberg noyddist í gjár av
vøllinum í Runavík, tá hann brast
saman
við
mótstøðuleikara.
Málverjin
var
fluttur
á
Landssjúkrahúsið alt fyri eitt, og í
gjárkvøldið var staðfest, at hann
neyvan fer at verja málið hjá AB
aftur undan summarsteðginum.
Heimasíðan hjá AB skrivar, at
knæskelin fór úr lið, og annað slit
er í knænum. Hann verður tí ikki
dystarklárur
komandi
fýra
vikurnar.
-uni
Balling skoraði tvey mál
Fyrrverandi NSÍ-framherjin lá enn eina ferð framvið, tá
Næstved um vikuskiftið spældi ímóti Hvidovre í
næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Næstved vann dystin
3-0, eftir at tað hevði verið málleyst í fyrra hálvleiki. Í
seinna hálvleiki legði Henrik Madsen Næstved framum
beinanvegin, og síðani økti Ulrik Balling tvær ferðir.
Tem aftur á blettinum
Tem Hansen, sum nakrar ferðir hevur spælt á føroyska
fótbóltslandsliðnum, hevur skorað nøkur mál fyri
Søllerød-Vedbæk í triðbestu donsku fótbóltsdeildini
seinastu vikurnar. Og Tem var aftur á rætta staðnum um
vikuskiftið. Søllerød-Vedbæk spældi ímóti Skovlunde, og
Tem Hansen skoraði seinasta málið í 3-1 sigrinum.