mánadagur 25. mai 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 97 - 25. mai 2009 ]
– Vit fingu fýra væl
uppborin mál, men tað er
øgiliga keðiligt, at teir fáa
tvey mál, tí vit vóru betra
liðið í dag, segði Andrew av
Fløtum, sum sjálvur gjørdi
sín part, tí hann skoraði
tvey av málunum hjá HB í
Gundadali ímóti KÍ.
– At Símun Rógvi bjarg
aði brotssparkinum hjá teim
um, var sum ein útpurring
fyri okkum, tí vit høvdu
spælt rættiliga væl, men
komu ikki til teir heilt stóru
møguleikarnar. Men at vit
so fáa tvey mál fyri steðgin,
er øgiliga avgerandi.
HB er eftir fyrsta trið
ingin av landskappingini
fimm stig framman fyri
nummar tvey, og Andrew
fegnast um, at liðið í ár
hevur fingið eina góða
byrjan, tí so plagar ikki altíð
at vera hjá HB:
– Tað hevur fløskað seg
øgiliga væl hjá okkum, og
vit hava fingið eina øgiliga
góða byrjan. At hini liðini
so hava verið ófør at sett
stig til, ger ikki støðuna
verri hjá okkum, so vit eru
væl nøgdir við, hvussu tað
hevur gingist higartil, segði
Andrew.
– Í dag kundu vit fegnast
um, at vit spældu rættiliga
væl í dag, so áskoðararnir
fingu nakað fyri pengarnar.
hil
At tað ikki er av til
vild, at HB er oddalið
í Vodafonedeildini,
setti liðið eina tjúkka
striku undir í gjár,
tá KÍ var á vitjan í
Gundadali. Í løtum
sá tað út sum »men
against boys«, men
tað tók tíð hjá HB
at fáa hol á. Áðrenn
tað hendi, mátti KÍ
brenna eitt brots
spark, men so hugdi
HB heldur ikki aftur
um seg aftur í hasum
dystinum
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fortreytirnar hjá liðunum
vóru sera ymiskar undan
dystinum. HB var oddalið
og KÍ botnlið, og tann støð
an hevði ikki flutt seg nakr
an veg, tá dysturin var lið
ugur – heldur tvørturímóti.
HB styrkti sína støðu sum
oddalið, tí NSÍ samstundis
tapti, og hjá KÍ gjørdist
vegurin upp um niðurflyt
ingarstrikuna enn longri, tí
ÍF á triðniðasta plássi fekk
stig. Og so hjálpti tað einki,
at 07 Vestur heldur einki
fekk hetta umfarið.
At hetta skuldu verið tey
bæði størstu feløgini í før
oyskum fótbólti gjøgnum
allar tíðir, sást slett einki til.
Ikki tí, HB livdi upp til, ið
væntast kundi av odda
liðnum, hóast verjuspælið
enn kann gerast munandi
meira sannførandi, men KÍ
livdi ikki upp til annað enn
tað, liðið er: Eitt botnlið!
Tað gingu 41 minuttir,
áðrenn nakað mál kom,
men afturfyri fingu heima
áskoðararnir tvey at fegnast
um, so tí var dagsskráin
endaliga skorin út í relieff
longu fyri steðgin. Áðrenn
tað hendi, mátti KÍ brenna
eitt brotsspark, men so
hugdi HB heldur ikki aftur
um seg aftur í hasum dyst
inum.
Fylgdu lagdari ætlan
Besta spælið hjá HB var
henda dagin ta fyrstu løt
una, tá spælararnir sóu út til
at fylgja til fulnar einari
lagdari ætlan fyri, hvussu
trýst skuldi leggjast á KÍ.
Bólturin var alla tíðina inni
á hálvuni hjá gestunum og
var fluttur skjótt aftur og
fram, út í síðurnar, inn á
miðjuna aftur og so enn
eina ferð út í vøllin, so KÍ
liðið ta fyrstu løtuna einki
annað gjørdi, enn at renna
aftaná.
Tað einasta, sum ikki
kom hesa løtuna, var eitt
mál, tí innleggini vóru ov
óneyv og tí annaðhvørt ein
fótur ella eitt høvd hjá KÍ
kom fyri, tá avgerandi spark
ið ella skallarin skuldi
gjøgnumførast. So við og
við linkaði HBtrýstið, og
menn sóu út til at leita sær
eftir øðrum møguleikum,
enn avtalað hevði verið
frammanundan.
Hetta gjørdi samstundis,
at KÍ fekk fleiri og fleiri
høvi at sleppa upp í part, og
tað tænir gestunum til rós,
at teir eftir besta førimuni
royndu at taka av. Eftir ein
hálvan tíma broyttist mynd
in í eina løtu, har KÍ hevði
bóltin nógv, og burtur úr tí
spurdist eisini størsti møgu
leikin higartil í dystinum,
tá Erland B. Danielsen var
feldur í HBbrotsteiginum
og KÍ fekk brotsspark.
Heðin á Lakjuni var sett
ur at skjóta, men tað eydn
aðist ikki at lumpa Símun
Rógva Hansen í HBmál
inum, sum tveitti seg rætta
vegin og fekk vart fyri.
Hetta tók sjónliga pippið
frá KÍarunum, og so hendi
tað, sum so ofta er sæð fyrr,
at fáar minuttir seinni hevði
hitt liðið lagt seg á odda –
ikki bara 10, men enntá 2
0.
Greiður klassamunur
Sum nevnt omanfyri, livdi
HB stórt sæð upp til tað, ið
ein kann vænta sær av
einum oddaliði á heimavølli,
men verjuparturin var ikki
nøktandi alla tíðina. Eitt
dømi um tað var støðan, tá
KÍ fekk brotssparkið, men
eisini í øðrum førum kundi
KÍ, uttan at vera so øgiliga
álopshugað, seta eitt ávíst
trýst á aftastu ketuna hjá
HB.
Hetta sást millum annað,
tá KÍ fekk minkað um mun
in, og eisini í øðrum førum
tóktist verjuparturin hálv
hjartaður hjá heimaliðnum,
ið tó kundi dúva søttliga
upp á álopspartin, ið var
fleiri ljósár framman fyri
tann hjá KÍ. Og tað er eing
in ivi um, at høvuðsorsøkin
til, at HB er oddalið, er ein
arbeiðssamur miðvøllur og
eitt avgjørt álop, ið megnar
at skjóta málini, ið krevj
ast.
Málini kundu enntá verið
fleiri í tali, um álopsparturin
gjørdi sær størri ómak, men
hetta var helst heldur ikki
dysturin, har tað kravdust
so nógv fleiri mál, tí tey
fýra vóru ríkiligt til at vinna
dystin, hóast KÍ tvær ferðir
fekk spílað HBmeskarnar.
Eftir stóðst tú við kensluni
av, at hóast KÍ mynstrar við
sínum kanska yngsta liði
nakrantíð, so var hetta í
yvirskipaða høpinum eitt
møti millum framtíð og for
tíð, har HB sær meira út til
at vera á veg fram sum upp
aftur størri stórmakt í før
oyskum fótbólti, meðan
dagarnir hjá KÍ á tí økinum
munnu vera taldir. Í øllum
førum var hesa ferð greiður
klassamunur á liðunum í
gamla klassikaranum, ið
nokk seint aftur verður tað,
hann eina ferð var.
So vann Aarhus Fremad
Tað hevur gingið heilt illa hjá Aarhus Fremad seinastu
vikurnar. Liðið hjá Krzysztof Popczynski tapti heili 70
seinasta vikuskiftið, men í gjár gekk betur, tá ið Aarhus
Fremad hevði vitjan av teimum næstbestu hjá AaB. Eitt mál
kom í dystinum, og tað skoraði Brian Johansen fyri Aarhus
Fremad, tá ið eitt korter var eftir at spæla.
Ronaldo: Ferguson
er sum ein pápi
Cristiano Ronaldo staðfestir nú enn einaferð, at hann
ætlar sær at halda fram við at spæla fyri Manchester
United, hóast hann javnan verður settur í samband við
Real Madrid. – Manchester United mítt heim. Hjartað hjá
mær liggur her, og tað er her, eg vil spæla. Venjarin hevur
verið sum ein pápi fyri meg, síðani eg flutti til United at
spæla, sigur Ronaldo við News of the World.
HB-KÍ 4-2 (2-0):
Klassamunur í klassikara
KÍ
HB
Brotssparkið vakti okkum
Málini
1-0, 41. min.: Fróði Benjaminsen smekkar á stongina, og
tá bólturin kemur útaftur, er Hans á Lag fyrstur á og sendir
í málið.
2-0, 45. min.: Andrew av Fløtum verður sendur avstað í
vinstru síðu og letur bóltin springa eina ferð, áðrenn hann
smekkar til úr lutfalsliga spískum vinkli.
3-0, 49. min.: KÍ-verjan er um ein háls og sendir bóltin inn
fyri aftur egið mál, og so er Páll Mohr Joensen avgjørdur, tá
bólturin støkkur til hansara.
3-1, 53. min.: Innskifti Kristoffur Jacobsen rennur HB-ver-
juna av og er ósvikaliga tryggur, tá hann verður einsamallur
við HB-málverjanum.
4-1, 68. min.: Andrew av Fløtum temur eina góða, langa
sending við bringuni og fluktar bóltin flott undir yvirleg-
gjaran, úti við stongina. Ein sonn perla!
4-2, 84. min.: Eftir hornaspark kemur Sørmund Kalsø í
góða skotstøðu og fær avgjørdur pyntað um úrslitið.
Andrew av Fløtum skoraði tvey av málunum hjá HB ímóti KÍ, harav tað seinna var ein perla,
ið veruliga staðfesti, at maðurin dugir meira enn teir flestu, tá umræður at gera arbeiðið til lítar
sum áleypari
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir