Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 97 - 25. mai 2009 ] Við einum brotsparki og einum máli, har EB/Streymsverjan sá veik út, var ÍF tvey mál frammanfyri, tá farið var til hálvleiks. EB/Streymur fekk tó gyppað seg til javnleik í seinna hálvleiki og kundi við hepni og dómaraavgerðum vunnið dystin FÓTBÓLTUR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Stórt trýst er á bæði EB/ Streymi og ÍF. ÍF meldaði seg við kappingarbyrjan við í meistarastríðið, men nú ein triðingur av kappingini er spældur, sær meiri út sum at yvirliving aftur í ár verður málsetningurin. EB/Streymur er hinvegin meistari í løtuni, og ætlanin var at endurvinna heitið, men stigatalvan sigur, at EB/Streymur hevur uppi­ borið eitt fimtapláss. Áðrenn dystin í dag var tí stórt trýst á liðunum, og við javnleikinum er trýstið tað sama, hóast fuglfirðingar helst eru fegnari um hetta eina stigið, hóast teir vóru omaná í hálvleikinum, og kunnu iðra seg, at teir ikki kláraðu at halda leiðsluni. Men EB/Streymur hevði bóltin væl meiri, og hevði eisini fleiri møguleikar. Magni Mohr var ovasti maður í skýlinum í dag, tí Sigfríður Clementsen er bannaður fyri at úttala seg um dómara. Og aftur hesa ferð vóru støður, har felagið í Sundalagnum og Eiði kendi seg snýtt fyri brots­ spørk, so tað er kanska líka frægt, at tað var Magni Mohr, sum tosaði við mið­ larnar í gjár. Gjørdu skjótt av Hóast EB/Streymur hevði bóltin meira fyrstu løtuna, so dugdu fuglfirðingar bet­ ur at nýta bóltin enn EB/ Streymur, tí áðrenn 40 minuttir vóru spældir, hevði ÍF tvey mál og EB/Streymur onki. Fyrsta málið kom eftir brotsspark. Ein ÍF­leikari var vorðin rættiliga leysur og royndi at leggja innfyri ella skjóta. Hvat av hesum tað var, fáa vit ikki at vita nakrantíð, tí armurin hjá Pæturi Dam Jacobsen var fyri, og so var Páll August­ inussen eirindaleysur og dømdi brotspark, sum Andy Olsen legði trygt í málið, tí Gunnar á Steig blakaði seg til vinstru og bólturin sang í netinum høgru megin mál­ verjan. Brotsspark? Hósdagin kendi Sigfríður Clementsen, at okkurt brot­ spark ikki var dømt, sum átti at verið dømt. Í dag var tað ikki bara hann, tí stutt eftir málið hjá ÍF kendu flestu leikararnir hjá EB/ Streymi seg snýttar fyri brotspørk, tí teir mettu, at ein ÍF­leikari ikki var ordi­ liga liðugur við flogbóltin og nýtti hondina í brotsteig­ inum. Í seinna hálvleiki var ein líknandi støða, har Páll Augustinussen og serliga Leif Niclasen vóru ósamdir, um ein ÍF­leikari nýtti hondina ella síðuna inni í brotsteiginum. Ótrygg verja Hóast serliga Arnbjørn Hansen fekk æruna av meistaraheitinum hjá EB/ Streymi í fjør, so var søgu­ liga heitið hjá EB/Streymi eisini fingið í hús av eini øgiliga tryggari verju. Men í ár er øðrvísi. Arnbjørn skorar ikki, og verjan hevur ofta sæð rættiliga ótrygg út eisini. Tað var júst av einum tílíkum verjumistaki, at seinna málið hjá ÍF kom. Ein bóltur kom innfyri úr høgru síðu hjá EB/Streymi, har Bárður Olsen nú var komin inn fyri Pætur Dam Jacobsen, og ongin dekkaði heldur upp í brotsteiginum, og so var lagað manni hjá Dánjali á Lakjuni at sparka bóltin inn av strikuni, eftir at Høgni Zachariasen hevði roynt seg við skoti. Lossaðu tað heim Tá komið var út í seinna hálvleik, sat EB/Streymur á tí mesta. ÍF legði seg aftur at verja leiðsluna, meðan EB/Streymur flutti fleiri og fleiri stórar leikarar fram í álopið, so at bæði Dánjal Davidsen og Egil á Bø vóru partur av álopinum. EB/ Streymur fekk eisini tvey mál í seinna hálvleiki, men tað vóru ikki hesi sats, sum vóru orsøkin, tí fyrsta málið fekk 171 sentimetrar lági Levi Hanssen beint í málið við høgra fóti eftir innlegg, og hitt skjeyt Brian Olsen eftir eitt langt innkast, sum at enda lendi fyri føturnar á honum. Nú ein triðingur er spæld­ ur, byrjar trýstið helst at merkjast hjá bæði Sigfríði Clementsen og Jóni Simon­ sen. ÍF EB/Streymur Jón Simonsen var vón­ brotin av, at ÍF ikki megn­ aði at vinna við Margáir, eftir at hava verið á odda í hálvleikinum. – Eitt stig fingu vit so, men vit føla, at vit missa tvey stig í dag. Vit hildu okkum hava stýr á støðuni, tí vit leggja varið út og fáa teir at gera, sum vit vilja. Men mann er eitt sindur skuffaður, segði Jón Simonsen eftir dystin. Somuleiðis var hann vónbrotin av úrslitinum, ið hava verið, men hann roknaði við, at ÍF klárar at klóra seg longur upp eftir stigatalvuni og burtur frá triðaftasta plássi. -eij Magni Mohr, sum í dag var leiðari á bonkinum hjá EB/Streymi, var fegin um, at liðið kom aftur í aftur, eftir at hava verið aftanfyri 2­0 í hálvleikinum. – Vit megnaðu at fáa javnleik og kunnu fegnast um at vera komnir afturí­ aftur. Vit komu eisini til fleiri vandamiklar støður, so vit áttu kanska at havt fingið eitt sindur aftrat, og í seinna hálvleiki domi­ neraðu vit heilt, so tað var kanska eitt sindur spell, segði hann. Hóast fleiri leikarar vóru ónøgdir onkrar støð­ ur hjá dómaranum, vil Magni Mohr ikki siga so nógv um tað. – Tað er blivið soleiðis, at mann ikki má siga nakað. So eg vóni bara, at sjónvarpið klippir ordiliga, og fólk kunnu eisini fara inn á kykmyndir á Portal­ inum, so síggja tey, hvat var í Klaksvík, segði hann eftir dystin í gjár. -eij Forlan hevur einki tilboð Diego Forlan hevur nógv mál í beinunum, og í hesum kappingarárinum hevur hann skotið heili 31 mál fyri Atletico Madrid í Spania. Nú seta fjølmiðlar Forlan í samband við ensk feløg sum Liverpool og Manchester City, men sambært álopsspælaran sjálvan, er einki um hesar søgur. – Eg havi ongar ætlanir um at fara úr Atletico, og umboðsmaður mín hevur eingi tilboð fingið frá enskum feløgum, sigur Forlan við Setanta Sports. Rangers er meistari Um vikuskiftið tryggjaði Glasgow Rangers sær skotska meistaraheitið. Rangers var undan seinasta dystin tvey stig á odda, og skuldi bara vinna sín dyst fyri at tryggja sær gullið. Og tað gjørdi Rangers. Celtic, sum var í hølunum á Rangers, megnaði ikki at vinna sín dyst, og tí endaði tað við, at fýra stig vóru á muni millum Rangers og Celtic í toppinum. EB/Streymur-ÍF 2-2 (0-2): Loss og javnleikur Bárður Olsen var ikki einasti leikarin hjá EB/Streymi, sum royndi at lossa bóltar fram ímóti fuglfirðingum í seinna hálvleiki. Hanus Eliasen og restin av ÍF-liðnum lógu nevniliga langt afturi og satsaðu upp á mótálop Mynd: Sofus D. Johannesen Flott komið aftur Mistu tvey stig