mánadagur 25. mai 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 97 - 25. mai 2009 ]
Drogba vil halda fram
í Chelsea
Didier Drogba hevur havt ein misjavnt kappingarár í enska
felagnum Chelsea, og móti endanum gjørdi hann vart við seg á
heldur óhepnan hátt. Síðani hava søgur gingið um, at Chelsea
vil sleppa av við Drogba, men sjálvur hevur álopsspælarin hug
at halda fram í Chelsea. – Eg eri errin av at spæla fyri Chelsea,
og eg haldi fram so leingi, sum felagið vil hava meg, sigur
Drogba við Sporting Life.
Xavi: Carrick er størsta
hóttanin
Barcelona-spælarin Xavi Hernandez heldur, at tann størsta
hóttanin hjá Manchester United er miðvallarspælarin, Michael
Carrick. Tað sigur Xavi undan finaluni í Champions League-
finaluni mikukvøldið. – Carrick er ein sera týðandi spælari fyri
United – bæði í álopsspælinum og í verjuspælinum. Eg haldi, at
hann er tann mest kompletti spælarin hjá United, sigur Xavi.
Ahmed Keita átti
avgerandi leiklut, tá
B68 í gjár otaði seg
nærri oddanum við
sigri á uppflytarunum
úr 07 Vestur. Tofta
menn hava nú ikki
tapt síðan fjórða
umfar
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað var ein lættur og glaður
Bill Mc.Leod Jacobsen,
venjari hjá B68, sum eftir
dystarlok í gjár takkaði
mótstøðuliðnum fyri dystin.
Hann og toftamenn eru nú
ósigraðir í síðstu fimm
dystunum, og sum úrslitini
lagaðu seg í gjár, er B68 nú
á fjórða plássinum. Og tað
fegnast tey sjálvsagt um á
Toftum.
Ahmed Keita var aftur í
gjár ein støðug hóttan hjá
toftamonnum. Hann átti
uppleggið til fyrsta málið,
og stóð sjálvur fyri tí seinna,
tá B68 fekk fult á Svanga-
skarði ímóti 07 Vestur. Gest-
irnir høvdu bóltin nógv,
men høvdu ikki neyðuga
framherjan,
sum
skapti
møguleikararnar. Men tað
høvdu toftamenn í Keita.
Stóð seg væl
Keita skjeyt í gjár sítt mál
nummar fimm í hesum kapp-
ingarárinum. Tað er ein
triðingur av málunum, B68
higartil hevur skotið. Fram-
herjin er væl fyri kropsliga,
og serliga á fyrstu metrunum
hevur hann ein fyrimun ímóti
fleiri av tungu føroysku verju-
spælarunum. Tað var dysturin
í gjár fleiri ferðir dømi um.
Hann stríddist fyrst væl,
áðrenn Jóan Símun Edmunds-
son í brotsteiginum legði
heimaliðið á odda, og tá ein
tími var leiktur, var hann
fyrstur á returbólti, tá hann
skjeyt sigursmálið.
Í løtum sást ikki nógv til
Keita, men hann var við í
báðum málunum. Og tað
var nóg mikið.
Løgdu bragdliga fyri
07 Vestur byrjaði annars
væl. Tór-Ingar Akselsen
hevði eina roynd beinan-
vegin, sum Vlada Filipovic
í málinum fekk trupulleikar
av. Men tað vendi skjótt.
Tá Jóan Símun Edmunds-
son legði heimaliðið á odda,
tóktist tað sum at toftamenn
tordu betur. Bæði liðini
trýstu í løtum, men tað var
uttan nakað sum helst úrslit.
Møguleikarnir kundu teljast
á aðrari hondini, og tað átti
avgerandi leiklut í, at dyst-
urin var einum av teimum
keðiligu higartil í hesum
kappingarárinum.
Óli Olsen átti stutt fyri
hvíldina vandamestu roynd-
ina, tá hann rakti í stólpan.
B68 er við
Tað eru fleiri ymiskar typur
av fótbóltsleikarum, sum
manna plássini hjá tofta-
monnum í ár. Ein væleydnað
blanding av yngri og eldri,
stríðshugaðum og luksus-
spælarum og sterkum og
skjótum leikarum. Í gjár
prógvaðu teir sítt virði bæði
í álopspartinum og verju-
spælinum. Serliga seinastu
løtuna í aftastu ketuni, tá ges-
tirnir royndu at trýsta fyri
útjavnandi málinum, riggaði
samstarvið væl. Hópurin er
áhugaverdur,
og
sleppur
venjarin undan ov nógvum
skaðum og leikbannum, er
líkt til, at B68 fara at kappast
um evropeisku plássini.
Tað eydnaðist aftur í gjár
hjá 07 Vestur at skjóta mál,
men heldur ikki hesa ferð
gav tað stig. Teir hava skotið
mál í hvørjum dysti, men hig-
artil sæst tað ikki aftur á stiga-
talvuni. Liðið liggur undir
niðurflytingarstrikuni, tvey
stig frá bjargingini. Tað er
serliga á heimavøllinum, at
uppflytararnir skulu fáa síni
stig, og tað er høvið til longu
komandi sunnudag, tá EB/
Streymur vitjar í Sørvági.
Leikliga stóðu teir seg
kanska betur enn B68 í gjár,
men tað hjálpir lítið, tá liðið
í verjustøðu ikki heldur mót-
støðuni burtur frá møgu-
leikum. Og tað var munurin
í gjár.
Skjóta
neyðugu
málini
Øssur Hansen var ikki við
í gjár vegna skaða. Men
hann frøddist sjálvsagt um
tey trý stigini, sum lið-
felagararnir vunnu í gjár.
– Tað var uppiborið,
haldi eg. Vit spældu ikki
serliga væl í stórum løtum
av dystinum, og veðrið
ávirkaði eisini spælið. Men
vit skjóta neyðugu málini,
sum skulu til fyri at vinna
fótbóltsdystir, segði Øssur
Hansen, sum rósti Ahmed
Keita fyri sítt avrik.
Hvussu eru tit nøgdir
við fyrstu níggju dyst
irnar?
– Tað sær í øllum før-
um spennandi út. Vit eru
nú á fjórða plássinum,
men tað er langur vegur
eftir á mál. Komandi viku-
skifti vitjar HB her á
Svangaskarði, og tá mugu
vit fáa fult, um vit skulu
hanga í, segði Øssur
Hansen.
uni
Stigini
koma skjótt
– Vit vóru omaná í fyrra
hálvleiki, men vit skaptu
ikki stórvegis. Og tá hjálp-
ir tað lítið at vera á bólt-
inum, segði Tór-Ingari Aks-
elsen eftir dystin á Toftum
í gjár. Hann staðfesti, at
toftamenn ikki stóðu seg
betur enn uppflytararnir.
– Keita er altíð ein hóttan,
og tað var einki undantak í
gjár. Í fyrsta málinum hjá
teimum missa vit bóltin í
uppspælinum, og síðani
gera teir skjótt av. Og tað
vóru tílíkar støður, sum teir
vóru
vandamiklir
uppá.
Stutt eftir, at vit hava javnað,
var Jens Erik Rasmussen
feldur á brotsteigarmark-
inum, men dómarin dømdi
ikki. Tá Keita fekk avger-
andi málið, hildu fleiri, at
Jóan Símun Edmundsson
framdi fríspark ímóti Sjúrði
Ellefsen.
Tílíkar
støður
kundi havt við sær, at úrslitið
var eitt annað, tí marginalar
skiltu liðini. Men vit eru við
gott mót og ivast ikki í, at
stigini fara at koma skjótt,
segði Tór-Ingar Akselsen.
uni
B68-07 Vestur 2-1 (1-1):
Keita var munurin
07 Bestur
B68
Í løtum – sum her – sást ikki nógv til Keita, men
hann legði upp til fyrra málið hjá B68 og skoraði
tað seinna. Og tað var nóg mikið til, at hann fekk
avgerandi týdning fyri úrslitið
Mynd: Álvur Haraldsen