Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 97 - 25. mai 2009 ] FC Hoyvík var tað einasta av teimum fýra fremstu lið­ unum, sum vann leygardagin, og tað gav oddasessin í 1. deild hjá monnum, nú fyrsti triðingurin av kappingini er spældur FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Heili 20 mál vóru í teimum fimm dystunum í níggjunda umfari í 1. deild, sum allir vóru spældir leygardagin. Fýra mál í miðal er nú ikki so galið, men í fleiri av dystunum spældi vindurin ein størri leiklut, so tí var tað nokk so sum so við dystardygdini. Uppflytararnir úr Hoyvík eru á odda, nú fyrsti trið­ ingurin er farin av kapp­ ingarárinum, meðan TB og B71 eru einastu beinleiðis uppflytingarkandidatarnir, sum her og nú kunnu fáa FC Hoyvík aftur. VB/ Sumba er fimm stig aftan­ fyri, Skála 11 og MB heili 17 stig aftanfyri FC Hoy­ vík. Enn er tó nógv eftir av kappingini í næstbestu deildini, so alt møguligt kann henda, áðrenn tað í heyst er greitt, hvørji tvey lið flyta upp og hvørji tvey flyta niður. VB/Sumba-B68 3-3 Í Vági tók VB/Sumba ímóti næstbesta liðnum hjá toftamonnum í bestu líkind­ um, í mun til flestu av hin­ um dystunum. Her kom B68 best frá byrjan, tá Jon­ leif Højgaard skoraði til 1­ 0, men VB/Sumba kom afturíaftur, tá fyrst Jón Krosslá Poulsen javnaði og síðani Kenneth Kjærbo skoraði til 2­1. Men fyri hálvleik kom B68 aftur upp á javnt, tá Jonleif Højgaard enn eina ferð var upp á spæl. Hálvleiksstøðan var altso 2­2, men í seinna hálvleiki syrgdi Oddur Højgaard fyri, at B68 kom á odda 3­2, og tað sá eisini út til at gerast úrslitið – ikki minst eftir at Jón Krosslá Poulsen var útvístur fyri kjaftaslit. Men í yvirtíðini megnaði VB/ Sumba at javna, tá Henning Joensen í 92. minutti skor­ aði til 3­3. Dramatikkurin í dysti­ num, sum annars stundum var væl spældur og hevði rímiliga ferð, var kortini ikki heilt av, tí áðrenn dóm­ arin blásti av, var enn ein VB/Sumba­spælari, Sonni Kjærbæk, vístur út, tá hann feldi ein frían spælara hjá B68. Víkingur-HB 2-2 Var veðrið til vildar á Vágs­ eiði, var synd at siga, at tað sama gjørdi seg galdandi á vøllinum uppi á Brekkum í Leirvík, har Víkingur tók ímóti HB. Talan var bæði um vind og ælaveður, men kortini var dysturin settur í gongd og enntá fullførdur. Tróndur Sigurðsson legði mestsum beinanvegin HB á odda, men Martin Olsen, sum seinni mátti skaddur av vølli, javnaði fyri Víking miðskeiðis í fyrra hálv­ leiki. Venjararnir tosaðu sína­ millum um, at nú dysturin átti at verið avblástur í hálv­ 1. deild menn: FC Hoyvík tað besta næstbesta Bayern vil hava Gomez Mario Gomez hevur skorað mál á samlibandi fyri Stuttgart seinastu tvey kappingarárini, og nú vil týska stórfelagið, Bayern München, hava fatur í málskjúttanum. – Vit royna at styrkja liðið stig fyri stig, og Gomez er ein sera áhugaverdur spælari fyri okkum, sigur Uli Hoeness, manager í Bayern. Frammundan hevur Bayern álopsspælarar sum Luca Toni og Miroslav Klose í hópinum. Bordeaux kann gerast meistari Lyon hevur verið sterkasta felagið í Fraklandi seinastu árini, men nú eitt umfar er eftir at spæla av fronsku kappingini, er tað Bordeaux, sum stendur til at vinna meistaraheitið. Bordeaux skal bert hava eitt stig í seinasta dystinum næsta vikuskifti, so er felagið meistari. Einasta felag, sum kann hótta Bordeaux, er Olympique Marseille. – Einki av liðunum í 1. deild er nóg gott til at standa seg í Vodafonedeildini. Í øllum førum ikki, sum tey higartil hava spælt, sigur Helgi L. Petersen, ið sjálvur er spælandi venjari hjá oddaliðnum í næstbestu mansdeildini, FC Hoyvík FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í mong ár hevur 31 ára gamli Helgi L. Petersen spælt í bestu føroysku mansdeildini í fótbólti, umframt at hann eitt skifti var inni í hitanum á A­ landsliðnum. Hann hevur spælt við barndómsfelag­ num, NSÍ, og eitt skifti við GÍ, og so hevur hann eisini verið á besta liðnum hjá bæði B36 og ÍF. Nú er hann venjari hjá tí liðnum, sum í løtuni liggur best fyri at flyta úr 1. deild og upp í Vodafonedeildina, FC Hoyvík, men eftir dystin í Miðvági leygar­ dagin, sum gav oddasessin, helt hann speiskliga soleið­ is fyri, at »vit eru í vanda fyri at flyta upp«. Og vit bóðu hann síðani útdjúpa eitt sindur, hvat liggur í tí: – Nú hava vit spælt ímóti øllum liðunum í 1. deild, og út frá tí, sum eg havi sæð, hevði einki av øllum hesum liðunum – okkara egna íroknað – verið ført fyri at staðið seg í Voda­ fonedeildini. Skal nakað av teimum hava ein kjans, mugu tey gera sera nógv við tað, sigur Helgi L. Petersen. – Í deildini eru fleiri av næstbestu liðunum hjá Vodafonefeløgunum, og tey kunnu sjálvandi ikki flyta upp. Men tey seks liðini, ið kunnu roknast sum potentiellir uppflytar­ ar, eru ikki nóg góð til at flyta upp og standa seg har. Nógv restar í Umframt FC Hoyvík, sum nú er oddalið, er TB numm­ ar trý, B71 nummar fimm, VB/Sumba nummar seks, Skála nummar átta og MB nummar 10. Millum hesi eru so ávikavist HB, B68, NSÍ og Víkingur. Soleiðis er støðan, nú fyrsti trið­ ingurin av kappingini í 1. deild er farin aftur um bak. Helgi heldur, at skal nakar uppflytari finnast í heyst, sum hevur ein veru­ ligan møguleika at standa seg í bestu deildini í næsta ár, skal sera nógv henda við teimum liðum, sum vilja liggja framvið. – Tey mugu gera sera nógv við tað, skulu tey ger­ ast nóg góð. Í flestu førum vil tað snúgva seg um at keypa ið hvussu er ein ella tveir góðar spælarar, umframt nógv annað, sum bæði skal rættast og betrast, heldur hann. – Sjálvandi er enn so stutt útliðið, at nógv kann henda, og tað er helst heldur ikki óvanligt, at venjingin í feløgunum í 1. deild kemur eitt sindur seinni í gongd, enn hon ger tað í Vodafonedeildini. Onkur av liðunum kunnu sjálvandi batna nógv, men í løtuni er einki av teimum nóg gott, og sum nú er, restar nógv í. Einki av liðunum er nóg gott Helgi L. Petersen, sum sjálvur er spælandi venjari hjá oddaliðnum í 1. deild, FC Hoyvík, heldur ikki, at nakað av liðunum í deildini er nóg gott til, at tað kundi staðið seg í Vodafonedeildini Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir Tey bæði fremstu liðini í 1. deild hjá monnum, nú ein triðingur er farin av kappingini, eru høvuðsstaðarfeløgini, FC Hoyvík og HB Mynd: Álvur Haraldsen