týsdagur 26. mai 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 98 - 26. mai 2009
Løgreglan hartar ráðharran
Tað er ikki á hvørjum degi, at donsk løgreglufólk alment
finnast at landsins løgmálaráðharra, sum er ovasti
politiski myndugleiki hjá løgregluni. Í dag hevur
fakfelagið hjá løgregluni stórar lýsingar í øllum teimum
størstu bløðunum, og allar eru vendar ímóti Brian
Mikkelsen, løgmálaráðharra. Formaðurin í fakfelagnum,
Peter Ibsen, sigur við Berlingske Tidende, at støðan er
ótolandi hjá limum felagsins. Hann vísir á, at løgreglan er
alt ov illa mannað til uppgávurnar. Brian Mikkelsen sigur
við blaðið, at tað verður betur, og at 300 løgreglufólk
koma afturat í ár og næsta ár umframt skrivstovufólk.
Ov dýrt at útflyta feskan fisk
Tey seinastu árini er eftirspurningurin eftir feskum fiski vaksin nógv í
Danmark, men í Grønlandi hevur Royal Greenland staðfest, at felagið
kann ikki fáa nakað burtur úr hesum vøkstrinum. Paviaaraq Heilmann,
stjóri, sigur við KNR, at felagið gjørdi nakrar royndir við at senda
feskan fisk við flogfari úr Grønlandi til Danmarkar, men at tað loysti
seg ikki fíggjarliga. Royndirnar byrjaði á vári í 2006, men eitt ár seinni
bleiv avgjørt at gevast, tí tað loysti seg ikki. Paviaraaq Heilmann sigur,
at felagið hevði trupult við at fáa fatur á feskum fiski til ta ásettu
tíðina, og harafturat órógvaði veðrið flutningin.
Starvsfólkið á Dimma
lætting mugu nú 10%
niður fyri at varðveita
starvið. Blaðstjórin
sigur, at tað er neyð
ugt at spara fyri at fáa
blaðið at bera seg og
tað hevur starvsfólkið
góðtikið
Fjølmiðlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Dimmalætting hevur enn
einaferð sett tiltøk í verk
fyri at spara.
Og eisini hesuferð er tað
starvsfólkið, sum stendur
fyri skotum.
Starvsfólki á Dimmalætt
ing hevur nú fingið valið
ímillum at fara 10% niður í
løn, ella at fara úr starvi.
Árni Gregersen, blað
stjóri, váttar, at Dimmalætt
ing hevur sett tiltøk í verk
fyri at bøta um raksturin
Og hann váttar, at í hesum
sambandi vil leiðslan á
blaðnum hava starvsfólkið
at fara 10% niður í løn.
Her er talan um starvsfólk,
ið hava hægri løn enn
minstulønina, sum sáttmálin
ásetur.
Vit fara í ongum førum
niður um sáttmálabundnu
lønina, sigur blaðstjórin
Hann sigur eisini, at
starvsfólkið hevur góðtikið
at fara niður í løn.
Men hann váttar sam
stundis, at valið tey høvdu,
var at góðtaka lønarniður
skurðin, ella at siga seg úr
starvi.
Blaðstjórin leggur afturat,
at lønarniðurskurðurin um
fatar eisini bæði blað
leiðsluna og nevndina.
Hann sigur, at nevndin er
enntá farin 50% niður í løn.
Hendan avtalan um løn
arniðurskurðin hjá starvs
fólkinum skal endurskoðast
um eitt ár.
Hann staðfestir, at skal
Dimmalætting
framvegis
koma út í tí líki, sum hon er
í nú, ber ikki til at siga fleiri
fólkum upp og tí royna tey
hendan leistin at koyra fólk
ið niður í løn.
Minni enn 50% eftir
Tað skerst ikki burtur, at
búskaparliga afturgongdin í
samfelagnum hevur verið
hørð við Dimmalætting.
Tá fyritøkan var í hædd
ini, var hon arbeiðsplássið
hjá yvir 60 fólkum, men
upp á eitt heilt stutt áramál,
er starvsfólkatalið minkað
heilt niður í 27 fólk.
Samstundis
eru
bæði
Vikublaðið og Vinnuvitan,
sum Dimmalætting eisini
átti, farin á húsagang.
Árni Gregersen staðfestir,
at lýsingamarknaðurin er
versnaður og tí er neyðugt
at laga blaðið til tær broyttu
tíðirnar.
Hann ásannar, at Dimma
lætting hevur havt ilt í rakstr
inum í nógv ár og tey
sparitiltølk, sum eru sett í
verk, eru gjørd fyri at fáa tal
ið á botnlinjuni til at skifta
lit, frá reyðum til svart.
Tað hevur ikki eydnast
enn.
Hann sigur, at sjálvur
raksturin av Dimmalætting
ber seg, men at avkastið er
ikki nóg stórt til eisini at
betala rentuútreiðslurnar.
Men hann leggur afturat,
at samstundis, sum blað
fólkið nú er farið 10% niður
í løn, eru eisini aðrar broyt
ingar gjørdar fyri at spara
útreiðslur.
Í hesum sambandi er ser
blaðið, Punktum, umlagt,
so at tað nú ikki longur er
eitt serblað, men framyvir
verður ein partur av vanliga
blaðnum.
Men aðrar sparingar eru
eisini
gjørdar,
tí
allar
útreiðslur hava verið undir
sjóneykuni fyri at vita um
tað ikki ber til at lækka tær.
Og Árni Gregersen sigur,
at útrokningar vísa, at til
samans fara hesi seinastu
tiltøkini at bøta so mikið
um raksturin fer at bera seg
samanlagt.
At Dimmalætting
nú hevur koyrt starvs
fólkið niður í løn, er
óheppið fyri allan
miðlaheimin og ikki
serliga motiverandi,
heldur Jógvan Hugo
Gardar, sum er virk
andi formaður í Felag
num Føroysk Miðlafólk
Fjølmiðlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hetta er eitt ógvuliga
óheppið tekin til allan
miðlaheimin.
Tað heldur virkandi for
maður í Felagnum Føroysk
Miðlafólk, Jógvan Hugo
Gardar, um seinasta spari
tiltakið hjá Dimmalætting,
har øll starvsfólk eru koyrd
10% niður í løn.
Hann heldur, at tað er ein
spurningur, hvat tað er fyri
tekin, Dimmalætting gevur
við hesum seinasta tiltakin
um, serliga tá ið hugsað
verður um, at blaðið hevur
áður sett sera álvarslig spari
tiltøk í verk.
Hann vísir samstundis á,
at tað mangan hevur verið
nevnt sum ein trupulleiki,
at fjølmiðlafólk við útbúgv
ing søkja sær starv aðra
staðni enn í miðlunum,
helst tí at lønir og arbeiðs
umstøður ikki eru nøkt
andi.
Eitt tiltak sum hetta, at
koyra
starvsfólkið
10%
niður í løn, fer avgjørt ikki
at økja um áhugan at søkja
sær starv í miðlunum, sigur
Jógvan Hugo Gardar, í stutt
ari viðmerking.
Tað verður ikki lættari
at fáa útbúgvin fólk at støð
ast í miðlavinnuni tá ið ein
av landsins stóru miðlum
gevur slík tekin frá sær.
Annars kennir virkandi
formaðurin
í
Felagnum
Føroysk Miðlafólk, onki til
avtaluna ímillum starvsfólk
og leiðslu á Dimmu, men
so leingi, at sáttmálin ann
ars verður hildin við teimum
minstulønum, sum har eru
ásettar, kann Miðlafelagið
annars onki gera.
Óheppið og keðiligt tekin
Dimmalætting koyrir
starvsfólkið niður í løn
Dimmalætting hevur
enn einaferð sett álvarslig
sparitiltøk í verk. Hesuferð er
tað starvsfólkið, sum má 10%
niður í løn fyri at varðveita
starvið