Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2009 Nú eru dagarnir við ókeypis parkering í høvuðsstaðnum skjótt taldir, um tað verður sum Heðin Mort­ ensen, borgarstjóri, vil. – Havnin er ein stórbýur, og í einum stórbýi rindar tú fyri at seta bilin. Tí halda vit tað vera gott, og so fáa vit eina natúr­ liga útskifting á park­ eringsplássunum í miðbýnum Parkering Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Komandi hósdag fer býráð­ ið at viðgera parkeringina í Tórshavn, tí nú heldur býráð­ ið, at tað er upp á tíðina, at ókeypis parkering í miðbýn­ um er ein farin tíð. ­ Hetta er nakað, vit hugsa álvarsliga um, tí tað eru nógvir bilar, sum standa á millum øðrum Skálatrøð í dagar og mánaðir. Tað er ikki soleiðis vit vilja hava parkeringina í miðbýnum. Vit vilja hava eina natúrliga útskifting á parkeringspláss­ unum, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri. Ætlanin er tí at seta parko­ metur á øll parkeringsøki í miðbýnum, og so rindar tú fyri at standa har. Prísurin Heðin Mortensen greiðir frá, at enn er ikki greitt, hvussu nógv tað skal kosta at standa á ymsu økjunum í býnum, men hann metir, at tað verður ein prísur, sum samsvarar við grannalondini. Somuleiðis fegnast hann, at tað fer at bera til at velja, hvussu leingi mann vil standa. ­ Sleppur tú at avgera sjálvur, hvussu leingi tú sleppur at standa, so sleppir tú undan at renna út í tún annanhvønn tíma at flyta skivuna ella bilin, greiðir hann frá. Hann leggur afturat, at hann ímyndar sær, at tólini verða sett soleiðis, at fólk kunnu rinda fyri at standa upp til fýra tímar, og so mást tú flyta bilin. Men júst hetta, hevur hann ikki gjørt so nógvar tankar um, tí tað ber til at seta tólini til tað tímatal, sum mann ynskir. Set bilin í Gundadali Somuleiðis er borgarstjórin sannførdur um, at fólk, sum arbeiða í miðbýnum, ikki hava tørv á at seta bilin so nær arbeiðsplássinum. ­ Tað er rørsluár, so hví ikki seta bilin í Gundadali, har ein rúgva av parkerings­ plássum eru? Tað tekur jú ikki meiri enn fimm minutt­ ir at ganga oman í miðbýin, sigur borgarstjórin. Hann er somuleiðis sann­ førdur um, at havnarfólk fara at fegnast um hetta til­ tak, tí so verða ikki so nógv­ ir bilar av bygd, sum standa mitt inni í býnum. Eisini heldur hann, at hetta ætlaða tiltak, ikki kem­ ur at órógva tey, sum búgva inni í býnum. ­ Mær vitandi eru tað ikki so nógv, sum búgva beint við hesi parkeringsplássini, og hesir takstir verða bara galdandi í arbeiðstíð, eins og tað er í dag, greiðir hann frá. Hvílur í sær sjálvum Heðin Mortensen roknar ikki við, at Tórshavnar kommuna fer at spinna gull úr hesi ætlan, men hann er sannførdur um, at tað ikki verður nøkur útreiðsla. ­ Eg rokni ikki við, at vit fara at vinna nógvan pening úr hesum, men tað er ikki meiningin, at ætlanini skal kosta nakað, metir hann. Hóast tað kemur at kosta eitt sindur at seta bilin í mið­ býnum, so roknar borgar­ stjórin við, at tiltakið verður gott fyri býin. – Havnin er ein stórbýur, og í einum stórbýi rindar tú fyri at seta bilin. Tí halda vit tað vera gott, og so fáa vit eina natúrliga útskifting á parkeringsplássunum í miðbýnum, sigur hann. Viðgera hósdagin Hósdagin verður fundur um hesa ætlan, sum hevur verið fyrireikað í eina tíð, umframt, at kanningar eru gjørdar av nýtsluni av parkeringspláss­ unum, og borgarstjórin rokn­ ar við, at undirtøka verður í býráðnum, og so fer málið í teknisku nevnd. Enn eru hvørki prísur, ella endalig tíðarætlan klár. Her skalt tú rinda fyri at standa Prísir í grannalondum Keypmannahavn: 28 krónur Stokkholm: 15 krónur Oslo: 15 krónur Reykjavík: 4 krónur Helsinki: 23 krónur London: 30 krónur Krónutalið er fyri ein tíma í miðbýum í grannalondun­ um hjá okkum. Tølini eru ikki heilt vís, men skuldu givið eina ábending um prísin. Í løtuni arbeiðir býráðið í Havn við at seta parkometur upp á parkeringsøkjunum í miðbýnum. Skálatrøð er eitt teirra Mynd: Jens Kristian Vang Heldur Barroso enn Nyrup Um stutta tíð skulu stjórnarleiðararnir í ES­londunum tilnevna formann í ES­nevndina, men alt bendir á, at verandi formaðurin, José Manuel Barroso, verður biðin um at halda fram. Men valið til ES­tingið í næsta mánað kann órógva tilnevningina, tí fáa teir sosialistisku flokkarnir eitt gott valúrslit, kunnu teir forða fyri, at Barroso verður afturvaldur, og at Poul Nyrup Rasmussen kemur í hansara stað. Danska stjórnin hevur tó gjørt greitt, at hon vil heldur hava José Manuel Barroso til formann fyri ES­nevndina heldur enn fyrrverandi danska forsætisráðharran. Zimbabwe fær aftur hjálp Norska stjórnin hevur samtykt at taka menningarhjálpina til Zimbabwe uppaftur eftir steðg í níggju ár. Stjórnin sigur kortini, at hon stúrir framvegis fyri teirri stóru korrupsjónini, vánaligu stýringini og teirri risastóru inflasjónini í Zimbabwe. Noreg steðgaði sínari menningarhjálp til Zimbabwe í 2000, tí landið var misnøgt við stýrið hjá Robert Mugabe, forseta. Nú heldur stjórnin í Oslo, at Noreg eigur at stuðla nýggja forsætisráðharranum, Morgan Tsvangirai, og stjórn hansara, sjálvt um Mugabe framvegis situr í forsetaembætinum. Í fyrsta umfari fær Zimbabwe 50 milliónir krónur úr Noegi, og pengarnir skulu brúkast til heilsuverkið og skúlaverkið, skrivar NTB.