týsdagur 26. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 98 - 26. mai 2009
Fáa nógvan stórhval
Tað hevur vignast væl hjá teimum norsku hvalabátunum í
seinastuni, Í síðstu viku viðraði væl, og teir seks bátarnir
fingu 107 hvalir við Bjarnoynna, í Barentshavinum og
fram við norðurnorsku strondini. Norsku fjølmiðlarnir
skriva, at higartil í ár hava hvalabátarnir fingið 156
stórhvalir, sum er at kalla tað sama sum um hesa tíðina í
fjør. Tvey feløg á landi keypa veiðina, og nrsku
hvalaveiðimenninir eru eisini nøgdir við úrtøkuna.
Prísurin á tvøstinum liggur um 38 norskar krónur fyri
kilo, og tann ásetti minstaprísurin er 30,50 krónur.
ST fordømir Norðurkorea
Trygdarráðið hjá ST samtykti í nátt einmælt at fordøma Norður
korea, tí landið framdi eina kjarnorkuroyndarspreinging gjára
náttina. Trygdarráðið sigur í samtyktini, at við royndarspreing
ingini hevur Norðurkorea gjørt ímóti fleiri altjóða samtyktum
um landsins kjarnorkuvápnaætlan. Tey 15 limalondini í trygdar
ráðnum mæla stjórnini í Norðurkorea til at halda samtyktirnar
hjá ST og at gevast við tílíkum royndarspreingingum. Fyribils
bendir einki á, at Norðurkorea letur seg ávirka av mótmælum
uttaneftir, tí í nátt boðaði stýrið í Pyongyang frá, at landið fyri
reikar seg til eina rakettroynd, sum verður í dag ella í morgin.
Fyrsta føroyska
operan fekk eina
stórsligna móttøku,
tá hon varð frumsýnd
í Íslandi. Íslendska
Tjóðleikhúsið var
fullsett, og fremstu
umboð íslendinga
nýttu høvið at bera
føroyingum heilsu
Opera
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroya fyrsta opera, »Í Óða
mansgarði« eftir tónaskald
inum Sunleif Rasmussen,
varð fríggjakvøldið frum
sýnd í Tjóðleikhúsinum í
Reykjavík.
Undir leiðslu av Bernhard
Wilkinson varð operan frum
sýnd fyri fullsettum húsi, og
millum gestirnar til føroysku
frumframførsluna á íslendska
tjóðpallinum vóru Ólafur
Ragnar Grímsson, forseti
Íslands og Katrín Jákupsdótt
ir, ráðharri Íslands við undir
vísingar, og granskingar og
mentamálum.
Operan »Í Óðamansgarði«
varð upprunaliga skrivað til
tónleikabólkin Aldubáruna í
sambandi við 10 ára hátíðar
haldið hjá bólkinum. Hon
varð um vikuskiftið fram
førd tvær ferðir, fríggja og
leygarkvøld, sum partur av
Listarhátíð Íslands, ið verð
ur mett sum størsta lista
tiltak íslendinga.
Útnorðursamstarvið
betrast
Verkið er framført í sam
starvi millum millum Tjóð
pall Føroya og íslendska
Tjóðleikhúsið,
og
sungu
íslendsku leikararnir á før
oyskum. Hetta helt Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn, sum var einasta al
menna føroyska umboð á túr
inum, verða sera sjáldsamt.
Librettoin, ið er teksturin
í eini opera, varð vístur upp
á veggin, so øll kundu
fylgja við.
Dánjal
Hoydal
hevur
skrivað
librettoina,
ið
byggir á søguna hjá William
Heinesen um Marselius og
Stellu Kristinu, sum í broyt
ingarárunum
møtast
á
fremmandari grund, nevni
liga í garðinum hjá einum
óðum manni í Havn.
Almennu
íslendsku
umboðini hildu talu fríggja
kvøldið og heilsaðu føroy
ingum við hetta sjáldsama
høvi. Eisini Heðin Morten
sen røddi, takkaði fyri inn
bjóðingina og ynskti eitt
enn sterkari mentanarligt
samstarv millum Tórshavn
og Reykjavík.
Í Óðamansgarði fyri fullum húsi
Fyrsta føroyska operan, »Í
Óðamansgarði« eftir Sunleif
Rasmussen, ið byggir søguna
hjá William Heinesen, um
Marselius og Stellu Kristinu,
varð um vikuskiftið framførd
tvinnar ferðir í Tjóðleikhúsi
Íslands í Reykjavík
mynd: ©Martin Sirkovsky
Sambandið millum
borgaran og teir 300
heilsurøktararnar í
landinum skal betr
ast, og ljós varpast
á heilsurøktaran í
Føroyum. Tað er enda
málið við verkætlan,
ið Almanna og heilsu
røktarafelagið og
Føroya Psykiatrifelag
eru farin undir
Heilsuverkið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í gjár byrjaði ein vikulang
verkætlan, ið skal varpa
ljós á heilsurøktaran í Før
oyum og knýta samband
millum teir 300 heilsurøkt
ararnar í landinum og borg
aran.
Høvuðsendamálið
við
verkætlanini er at fáa sam
band við fólk og greiða frá
hvat ein heilsurøktari er, og
hvat hann ger. Í gjár byrjaði
verkætlanin millum annað
við eini sjónvarpslýsing.
Verkætlanin varir í eina
heila viku, og endar fríggja
dagin 29. mai við umfatandi
tiltøkum, sum verða sam
stundis í SMS í Havn, í mið
býnum á Tvøroyri og í
Klaksvík.
Á hesum tiltøkum verður
fokus sett á heilsu, og bjóða
tey fólki ein svalligan vatn
sopa, frukt og at máta blóð
trýstið.
Eftir át og mát fara vit
til verka undir heitinum
»Hitt ein heilsurøktara«.
Vit geva fólki faldarar og
okkum sjálvum góðar stund
ir at práta um okkara yrki,
sigur Almanna og heilsu
røktarafelagið.
Hitt ein heilsurøktara
Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag
eru farin undir vikulanga verkætlan, ið skal varpa ljós á
heilsurøktaran í Føroyum og knýta samband millum teir 300
heilsurøktararnar í landinum og borgaran
Elin Heinesen,
ið hevur verið
stjóri á Samvit í
fleiri ár, kann
ikki longur kalla
seg stjóra. Síðan
stovnurin
varð
lagdur inn undir
Uttanríkisráðið
fyrst
í
apríl,
hevur ikki longur
verið
neyðugt
við einum stjóra.
Elin Heinesen er
tó ikki vorðin
arbeiðsleys, men
kann nú ístaðin
kalla seg leiðandi
miðlaserfrøðing
undir Uttanríkis
ráðnum.
RN
Elin Heinesen ikki
longur stjóri