Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2009 Sum greitt frá í farnu viku varð sunnudagin skipað fyri eini minning­ argudstænastu í kirkjuni í Hósvík fyri teir, sum eru farnir á sjónum farnu øldina Beinleiðis høvið fyri hes­ um tiltaki var, at tað fyrr í hesum mánaði vóru liðin 75 ár, síðan sluppin Nólsoy gekk burtur. Ein stórur partur av manningini var hósvíkingar. Júst minnið um Nólsoy hevur fyrr verið brúkt til at halda minningargudstæn­ astu í Hósvík, seinast tá ið 50 ár vóru liðin síðan vanlukkuna í 1984. Á gudstænastuni nú sunnudagin var nógv fólk, ikki minst avvarðandi hjá teimum, sum fórust. Hesar ættir hava spjatt seg nógv um landið, og tí komu tey eisini ymsa staðni frá. Gudstænastan gjørdist eitt virðiligt minni um allar hesar menn, sum lótu lív fyri føðilandið. Bispur luttók og talaði um dagsins tekst, eins og hann kom inn á serliga høvið fyri hesi gudstæn­ astu. Hann helt, at tað var gott at kunna steðga á og at minnast teir, sum farnir vóru. Síðan greiddi sóknar­ presturin Theodor Olsen frá teimum, sum vóru farnir. Náttúrliga umrøddi hann mest vanlukkuna við Nólsoy, sum tað eisini hevur verið greitt frá í Miðvikuni. Her kann nevnast, at tey vóru fleiri, sum søgdu seg virðismeta hesar frásagnir, og sum takkaðu fyri tær. Hósvíkingar deyðir á sjónum seinastu øld: Prestur las upp nøvnini á teimum farnu hetta tíðarskeið, og teir vóru: Óla Jákup Djurhuus f.1883. Datt út av báti á Kaldbaksfirði í 1904. Hans Petur Hansen sló blaðungur út av sluppini Egeriu í 1910 á heimleið undan Íslandi. Við Nólsoy fórust: · Hans David Hansen, f. 1895 · Vilhlem Hansen, f. 1902 · Magnus Pauli Hansen, f. 1897 · Johannes Olsen, f. 1883 · Edvard Hansen, f. 1912 · Alif Danberg, f. 1912 · Jóan Peter Petersen, f. 1880 · Meinhard Petersen, f. 1912 · Poul Poulsen, f. 1918 · Sámal Jákup Jacobsen, f. 1893 · Óla Jákup Jacobsen, fluttur til Oyrabakka, f. 1886 Í 1953 varð deksbáturin Stjørnan ásigldur í Vest­ mannasundi. Bert ein av teimum sjey umborð bjarg­ aðist. Ein hósvíkingur fórst, og var tað 41 ára gamli Anton Hermansen. Umframt hann fórust beiggi hansara og eisini ein bróðursonur og ein systirsonur. Við Stella Argust fórust í 1957: Oskar Jacobsen f. 1910 Joakim Hansen f. 1920 Páll Olsen f. 1942 Í 1958 fórst Petur Sivert­ sen, f. 1918, við Tinganes. Sámal Jákup Jacobsen, f. 1934, doyði umborð á skipi sínum Vesturland í 1977. Manskórið setti dám á Ein serligan dám á hátíðar­ haldið setti eitt manskór, nevniliga kórið hjá MESS­ samtakinum, sum millum annað umfatar skipasmiðj­ uni í Havn. Tað riggaði sera væl. Aftaná gudstænastuna var kransalegging við minnisvarðan beint oman­ fyri kirkjuna. Her eru veru­ liga tveir minnisvarðar. Ein fyri teir, sum fórust við Nólsoy, og ein fyri teir, sum fórust við Stjørnuni. Her helt bispur eisini eina bøn og kórið sang aftur. Nú 75 ár eru farin síðan Nólsoy, er hetta vist seinasti møguleiki at halda eitt slíkt minningarhald fyri hesa manning. Enn eru fleiri á lívi, sum vóru beinleiðis partur av hesum sorgarleiki, og sum mistu pápar og beiggjar. Men tey fara sjálvandi at fækkast. Tí er hetta eisini eitt tað seinasta høvið at fáa fest søguna hjá teimum á blað. Bert eitt dømi um, hvussu hart lagnan rakti, sæst av, at á listanum yvir sjólátnar í Hósvík eru fýra brøður, ein svágur teirra og tveir bróðursynir, sjey í somu ætt. Tí er tað gott, at hetta høvið varð nýtt at minnast teir farnu, samstundis sum søgan um teir eisini verður skrivað. Kirkjuráðið í Hósvík eigut tøkk uppiborna fyri at hava fyriskipað hetta minningarhald. ó. Minningarhaldið í Hósvík Nógv fólk var møtt til minningarhaldið Kórið setti sín serstaka dám á minningarhaldið Bispur bað eina bøn við minnisvarðan og kransar vórðu lagdir Theodor D. Olsen, prestur, lesur her nøvnini á teimum úr Hósvík, sum eru farin á sjónum seinastu øld Myndir: Jens Kristian Vang Annan fiskiveiðipolitikk Fiskimálaráðharrarnir í ES­londunum samdust á fundi í Bruxelles í gjár um at broyta núverandi fiskiveiðiskipan, soleiðis at verandi kvotuskipan verður sett úr gildi. Umhv ørvisverndarfelagsskapir og fiskimenn hava leingi víst á, at verandi skipan ger, at nógvur fiskur verður blakaður aftur í havið. Eitt nú vilja teir vera við, at fyri hvørt kilo av toski, sum verður fiskað í Norðsjónum, verður eit annað kilo blakað útaftur. Ætlanin hjá ES­londunum er, at ein nýggjur fiskivinnupolitikkur skal koma í gildi í 2012. Stilla ikki uppaftur Hjúnini Sir Nicholas og Ann Winterton, sum bæði sita í enska Parlamentinum fyri tann konservativa flokkin, kunngjørdu í gjár, at tey stilla ikki uppaftur á næsta vali. Orsøkin er sambært blaðn­ um The Telegraph, at hjúnini hava verið fyri hvøssum atfinningum í sambandi við gøluna um almenna samsýning hjá enskum politik­ arum. Tað er komið fram, at tey bæði hava fingið umleið 83.000 sterlingpund í samsýning, sum tey ikki høvdu rætt til. Millum annað kom undan kavi, at tey høvdu fingið pengar frá Parlamenti­ num til at keypa handklæði, wc­bustir og eitt strúkijarn fyri.