Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 vinnan Nr. 98 - 26. mai 2009 Sendiharrar í Íslandi vitjaðu løgmann Útlendsku sendiharrarnir í Íslandi, sum hava vitjað Føroyar í hesum døgum, heilsaðu upp á løgmann í morgun. Løgmaður greiddi sendiharrunum frá støðuni í føroyska samfelagnum, og hvørjar týdningarmiklar avbjóðingar liggja fyri framman bæði í vinnuni, í tí almenna og á búskaparliga økinum í síni heild. Sendiharrarnir, sum koma úr Japan, Kina, Kanada, Pólandi, Týsklandi, Noreg, Finlandi og Danmark, søgdu seg vera væl nøgdir við vitjanina í Føroyum. Teir høvdu nógvar spurningar til løgmann um føroysk viðurskifti í síni heild og um vinnuligar møguleikar. Serliga heftu fleiri sendiharrar seg við, at føroyska náttúran er nakað heilt fyri seg, og tí átti møguleikarnir fyri eini ferðavinnu at verið avbera góðir. Sendiharrarnir fóru aftur til Íslandi seinnapartin væl nøgdir við vitjanina. Høvuðstøl, Atlantic Petroleum (tkr.) 1. ársfj. 2009 1. ársfj. 2008 Umsetningur 26.618 0 Sølukostnaðir -30.892 0 Bruttovinningur -4.274 0 Leitikostnaðir -5.919 -302 Umsitingarkostnaðir -5.253 -4.667 Aðrar inntøkur 26 17 Rakstrarúrslit -15.419 -4.951 Fíggjarinntøkur 25.903 179 Fíggjarútreiðslur -1.751 -29.448 Úrslit áðrenn skatt 8.733 -34.221 Ogn íalt 705.984 642.879 Eginpeningur 175.928 166.827 Skuld 530.055 476.053 Fyrrverandi stjórin á Jarðfeingi er nú stjóri í Atlantic Petroleum. Men sjálvur sigur Sigurð í Jákupsstovu, at atfinningarnar um at hetta kann flyta trúnaðarupplýsingar í eitt privat felag eru púrasta burturvið vinnulív Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað vakti stóran ans, tá Sigurð í Jákupsstovu í fjør valdi at fara í starv sum tekniskur stjóri hjá Atlantic Petroleum. Fyrrverandi stjórin var tá í farloyvi frá stjóra­ starvinum á Jarðfeingi, og frá fleiri síðum varð sagt, at tað var serstakliga óheppið fyri umdømi hjá Jarðfeingi, at ein lykla­ persónur frá almennu fyrisitingini skifti til privat felag. Hetta tí hetta sam­ stundis kundi bera við sær, at trúnaðarupplýsingar við hesum fluttu bústað. Skotið við síðuna av Ta ferðina segði Sigurð í Jákupsstovu, at kritikkurin var skotin við síðuna av. Fyrst og fremst tí tekniski parturin av slíkum upplýs­ ingum er ógvuliga kom­ pleksur og tí ikki uttan víðari er vitan, sum situr í høvdinum. Men eisini tí virksemið hjá Atlantic Petroleum í øgiliga lítlan mun er tengd at føroyskum øki. Tá Atlantic Petroleum almannakunngjørdi rokn­ skapin fyri fyrsta árs­ fjórðing í ár, varð sam­ stundis boðað frá, at Sig­ urð í Jákupsstovu nú er stjóri í felagnum saman við Wilhelm Petersen. Men Sigurð í Jákupsstovu heldur framvegis fast um, at hann ikki sær nakrar trupulleikar í hesum. ­ Fyrst og fremst, so liggur tað jú í orðinum “trúnaðarupplýsingar” at hesir eru lætnir í trúnaði. Og tí havi eg als ikki loyvi at brúka ella misbrúka hesar. ­ Og kritikkurin er fram­ vegis skotin heilt við síður­ nar av. Virksemi hjá okk­ um er fyri tað mesta í enskum og írskum øki, og tað eru ikki øki, sum eg hevði við at gera, tá eg starvaðist hjá Jarðfeingi. ­ Og talan er hartil um somikið kompleksar upp­ lýsingar, at hetta als ikki er nakað, sum eg uttan víðari kann gera mær dælt av. So eg haldi framvegis, at atfinningarnar eru fullkomuliga við síðuna av. Og í aðrar mátar er hetta ikki nakað, sum eg ætli mær at viðgera í almenna rúminum, sigur Sigurð í Jákupsstovu. Sigurð sær ongan trupulleika Atlantic Petroleum hevði eitt yvirskot á 15,3 milliónir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Kursreguleringar eru fremsta orsøkin til góða úrslitið vinnulív Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tey bæði seinnu árini hevur veika pundið kostað Atlan­ tic Petroleum nógv á pappír­ inum, har negativar kurs­ reguleringar hava havt sína stóru ávirkan á roknskapin. Í dag er myndin tann øvuta, tí meðan fíggjarpostar góvu eina nettoútreiðslu upp á 29,3 mió kr. fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør, vísti sami postur ein netto­ inntøku upp á 24,2 mió kr. fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Hetta átti sín stóra leiklut í, at úrslitið hjá oljufelagnum fyri fyrsta ársfjórðing í ár var positivt við 8,7 mió kr. fyri skatt. Eitt tal, sum skal samanberast við hallið upp á 34,2 mió kr. fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør. Sjálvur raksturin hevur tað tó ikki betur enn. Fe­ lagið er nú farið undir veru­ liga oljuframleiðslu, men enn er hendan ikki av slík­ um slag, at hon gevur pen­ ing í kassan. Soleiðis er bruttovinningurin av fram­ leiðsluni negativur fyrstu mánaðirnar í ár. Í roknskaparfrágreiðignini sigur leiðslan tó, at fram­ leiðslan í næstum verður meira enn tvífaldað, tá gongd kemur á oljufram­ leiðsluna á Ettrick­økinum. Nærkast fíggjarloysn Stóri spurningurin, sum marknaðurin hevur sett Atlantic Petroleum, hevur verið, um felagið fær endur­ fíggjað stuttfreistaðu skuld­ ina, sum fellur til gjaldingar í summar og við árslok í ár. Og sambært leiðsluni er tann spurningurin nú um at vera loystur. ­ Samráðingar eru í løtuni við fíggingarstovnar, og ein fráboðan um umfíggingina av verandi lánum verður væntandi fráboðað í næstum, saman við eini kapitalhækking, sum vænt­ andi verður í 2009. Eitt jaligt úrslit av hesum samráðingunm er neyðugt fyri at felagið skal halda áframm við sínum virksemi, stendur skrivað í ársfrágreið­ ingini. Ein fráboðan, sum eisini hevur sett Atlantic Petroleum á sonevnda obser­ vatiónslistan, soleiðis at eitt vakið eygað verður hildið við øllum handlum av parta­ brævinum, inn til endaliga fráboðanin er latin markn­ aðinum. Hóast framleiðslan hjá Atlantic Petroleum enn ikki er komin upp á eitt lønandi støði, so eru tølini á botnlinjuni svørt. Fremsta orsøki til hetta er tó bretska pundið, sum við kursreguleringum hevur givið stóra nettinntøku Høga pundið gevur yvirskot Partabrævið hjá Atlantic Petroleum øktist munandi i virði, tá roknskapar­ frágreiðingin fyri fyrstu tríggjar mánaðirnar varð send á marknaðin. Í síni frágreiðing vísir leiðslan á, at samlaða gjaldføri frá rakstrinum í 2009 helst verður um 100 mió kr. Hetta er væl meira enn tað, sum áður er mett, og er ein av fremstu orsøk­ unum, at felagið nú roknar við einum meðal prísi fyri tunnuna av olju upp á 60$. Áður hevur hetta talið verið 54$ fyri tunnuna. Partabrævið hevur sein­ astu mánaðirnar verið trýst niður á ein kurs um teyr 250, men hetta er nú meira enn tvífaldað. -mørk Gott fyri kursin