mánadagur 25. mai 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
Lágprísir til útlendingar
Café- og matstovumentanin í
Reykjavík hevur gjøgnum tey nógvu
seinastu árini livað sítt vakra lív.
Sum ein rættur metropolur í
Norðuratlantshavi stendur Reykjavík
ikki tað allar minsta aftan fyri tað,
sum aðrir europiskir stórbýir hava
at bjóða innan matarlist, og fram til
seinasta heyst var hetta eisini fyri
ein prís, ið á leið samsvaraði við tað,
sum meginlandið annars hevur at
bjóða.
Gjaldoyrakreppan, sum varð
avleidd av búskapar- og fíggjarkrep-
puni hjá grannum okkara hevur tó
borið við sær, at kræsnir gómar í dag
kunnu fáa sær tað besta av tí besta
fyri undirprís. Fyri á leið tað, sum ein
føroyskur túsundkrónuseðil er verdur,
ber lættliga til hjá tveimum fólkum
at nøkta bæði svongd og tosta, og
lat tað bara vera sagt alt fyri eitt,
at tað trýtur ikki við framúr góðum
matarstøðum.
Trúgvir móti tjóðskaparkensluni eru
góðir fiskarættir partur av matar-
skránni á einum og hvørum staði við
eitt lítið sindur av virðing fyri sær
sjálvum. Men kjøt av fylum, neytum
og seyði er eisini at finna á flestu
seðlunum, umframt at stórhvalakjøt
eisini kann fáast á fleiri støðum.
Hjá vanliga íslendinginum er talan
ikki á sama hátt um gourmet-up-
plivingar til lágprís, tí hóast krónu-
virðið er farið niður í helvt, er lønin
á ongan hátt farin uppeftir. Heldur
tvørturímóti.
Tí eru betru matstovurnar í dag fyri
tað nógva rúgvaðar við útlendskum
gestum, sum í so máta vinna fyrimun
av íslendsku kreppuni. Hetta tykist
eisini merkja café-lívið í Reykjavík,
sum ikki er heilt so pulserandi, sum
tað var fyri bara góðum hálvum ári
síðani. Men framvegis ber tó væl
og virðiliga til at fáa sær bæði eina
lætta máltíð ella eina góða øl á
hópatals støðum – bæði í Miðbýnum
og í stóru keypsskálunum, sum eru
partur av býarmyndini í Reykjavík.
Íslendska gjaldoy-
rakreppan hevur
broytt Reykjavík
til eitt kulinariskt
paradís, har tað besta
av tí besta fæst fyri
helvtarprís
Lomvigaegg teljast millum brellbitarnar, sum føroyingar ikki hava roynt í drúgt áramál. Men í Íslandi er framvegis nóg
mikið av svartfugli, og tí kunnu leskiligu og stóru eggini njótast á nøkrum av matarstøðunum
Ísland
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vika 22:
Leiðin til
Reykjavíkar
8 síður
við spennandi
tilfarið um
summar
Vinn ferðaseðlar
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutaksti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo