Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 97 • 25. mai 2009 2 Navnið spillir ongan, verður tikið til. Men tað er ein orsøk til, at “World- Class” røðin av fitness- og vælveru- miðstøðum ber navnið. Tí talan er veruliga um vælveru í heimsflokki. Í Reykjavík eru sjey venjin- garmiðstøðir hjá World-Class, men bert tveir teirra hava eisini spa- fasilitetir til vælverupartin. Tann størra av hesum báðum er Laugar- Spa á Sundlaugsvegnum, mest sum íbygd stóra uttandura svimihylin, sum í áratíggjur hevur verið partur av Laugardali. Talan er ikki um eitt og sama virki, men sambyggingin er tó somikið nær, at vitjandi hjá Laugar-Spa eisini hava atgongd til svimjihylin. Luksuskenslan rakar, beint sum tú kemur inn. Lyklar verða als ikki nýttir, men eru eygnascannarar settir við ymsu sektiónirnar. So hevur tú keypt tær atongd til fitness, er bara at hyggja at lásinum har, áðrenn hurðin fer upp. Og tað sama er sjálvandi galdandi fyri Spa-partin. Sølubúðir, frisørsalong og enntá barnagentur eru eisini partur av konseptinum. Hesar seinastu vóru nú mikið hentar, tá ein tríggja mánaða gamal smádrongur eisini var við í útsenda ferðalagnum. Men lítli Bran- dur hugnaði sær nú mikið væl hjá fittu og dugnaligu barnagentunum, meðan foreldrini nutu saunur í ym- sum hitaløgum, innandura svimjihyl, dampkabinur, heitar pottar og kaldar baljur. Og tó at hetta seinasta kan- ska kann roknast sum eitt blandað fornøjilsi, so skal heilsast og sigast, at tað nú kendist mikið frískligt við vatni, sum var kaldari enn tey 37-38 hitastigini, sum tykjast vera mini- mum í heita vatnlandinum annars. Tað verður ikki betri Umframt at vera venjingarmiðstøð við øllum hugsandi fasilitetum er Laugar- Spa eisini vælveru- miðstøð í heimsflokki Eftir harða arbeiðið við fitness-partinum finst neyvan nakað meira avslappandi enn ein túrur í heita vatninum, sum eru eitt av fleiri íslendskum eyðkennum Ísland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum fitnessmiðstøð er talan um eina av teimum heilt stóru, har fólk av báðum kynum og í øllum aldri stríðast fyri vælveruni Umframt fýra saunair við hitastigum upp ímóti teimum 90, ber eisini til at taka sær av løttum í dampkabinuni Vakurleikaviðgerð er partur av útboðnum í Laugar-Spa, eins og vøddamýking við heitum steinum er tað