týsdagur 26. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 98 - 26. mai 2009
Tøkk
Hjartans tøkk til øll, sum sýndu samkenslu og hjálp
semi tá ið okkara kæri maður, pápi, abbi og verpápi
Ólavur Jacobsen
Sumba
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar
og peningagávur.
Tøkk til Patrick de Neergaard fyri troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar,
kirkjutænarar og gravarar.
Eina hjartans tøkk til tykkum á Suðuroyar
Sjúkrahúsið, fyri tað stóru hjálp, ið tit á ymiskan
hátt veitti okkum. Gud vælsigni tykkum fyri tað.
Eisini eina hjartans tøkk fyri tað stóru hjálp, sum
bleiv veitt okkum, í samband við
jarðarferðina og ervið.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Osvør
Poul Erik, Anna Elisabeth, Tummas,
Niels Petur og Sólja
Tórður, Maria, John, Barbara, Rani,
Ólavur og Emilia
Annika
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum fyri sýnda
samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma,
vermamma, omma, langomma og olduromma
Emma Joensen
Vágur
andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til tykkum á Eldrasambýlinum, sum
vóru so góð við hana ta tíðina hon búði har.
Takk til prest fyri troystarrík orð á Eldrasambýlinum
og í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Takk fyri blómur, kransar og gávu til Eldrasambýlið.
Og takk øll tit, sum hjálptu til við ervinum.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
gud vælsigni tykkum øll.
Fyri tey avvarðandi
Elias
Jonna, Jógvan, Marjun, Pauli og Erla
Beint
fyri
hvítusunnu,
fríggjadagin 29. mai, letur
framsýning upp í Smiðjuni
í Lítluvík við verkum av
Kristiani Meitil. Talan er
um eina retrospektiva/aftur
lítandi
framsýning
við
standmyndum.
Kristian Meitil er føddur
í 1931 í Klaksvík og vaks
upp á Vágsheygi sum yngst
ur av 10. Foreldrini vóru
Jacob Frederik og Katrina
Mikkelsen.
Hann hevur arbeitt sum
konservator á Náttúrugripa
savninum, har tey vitjandi
kunnu gleðast yvir ta føstu
framsýningina av sjódýrum,
serliga fiskum og hvalum,
sum hann hevur gjørt.
Nógv kenna eisini Kristi
an fyri hansara musikalsku
evnir. Trombonin plagdi at
vera hansara instrument í
hornorkestur og jazzhøpi.
Seinnu árini er tað serliga
harmonikan
sum
verið
frammi, t.d. í Harmoniku
liðinum.
Kristian hevur altíð tikist
við list: tekningar, málning
ar, leir og grafikk. Sjáld
sama væl hevur hann dugað
at fá tað til at líkjast. Á
framsýningini í Smiðjuni í
Lítluvík verða sýndar stand
myndir, m.a. av familju og
skyldfólki.
Framsýningin, sum letur
upp fríggjadagin 29. mai,
varar til og við týsdagin 2.
juni. Opið verður allar dag
ar frá klokkan 14 til 18.
Leygardagin
verður
tó
leingi opið: frá 10 til 18.
Kristian Meitil listaframsýning
Framsýningin hjá Kristiani Meitil í Smiðjuni í Lítluvík letur upp
fríggjadagin 29. mai